Út í heim at hjálpa?

Út í heim at hjálpa?

Brennir tú fyri at hjálpa, har neyðin er størst? Hevur tú longri útbúgving? Og ert tú til reiðar at verða útsend/ur út í heim at arbeiða við humaniterum arbeiði í eitt ár? So burdi tú sent okkum eina umsókn, tí Reyði Krossur leitar nú eftir einum dugnaligum verkætlanarstarvsfólki.

Í starvinum fært tú frálæru og upplæring innan humanitert hjálpararbeiði, og fært kunnleika til heimsins størsta hjálparfelagsskap. Uppgávurnar vera fjølbroyttar, og innibera at skipa fyri og menna humaniter átøk úti í heimi. Í fyrstu atløgu er starvstíðin 12 mánaðir, og starvsstaðurin er í Malavi.

Veðurlagsbroytingarnar hava síðstu árini elvt til stórar og ógvusligar náttúruvanlukkur kring allan heimin. Sum partur av altjóða virkseminum hjá Reyða Krossi, hevur verkætlanin tí til endamáls at menna hættir at basa humaniteru avleiðingunum, sum standast av veðurlagnum.

Umfatandi gransking gevur greiðar ábendingar um, at komandi árini verða náttúruvanlukkurnar alsamt verri, og humanitera neyðin kring heimin fer at økjast. Altjóða Reyði Krossur hevur tí ment nýggju FbA skipanina, sum í stuttum er ein ávaringarskipan, sum við nýmótans tøkni kann spáa um, nær, hvar og hvussu náttúruvanlukkur fara at raka. Hetta gevur betri grundarlag til at gera fyrireikingar, og skipa fyribyrgjandi hjálparátøk. Tað er ein sannroynd, at FbA skipanin hevur verið við til at bjarga mongum mannalívum, har ið hon hevur verið brúkt.

Starvið er partur av altjóða samstarvinum millum Røde Kors i Danmark og Reyða Kross Føroya, og umframt uppgávur innan altjóða hjálpararbeiði, er ætlanin, at starvsfólkið fer at vera við til at menna samstarvið millum Reyða Kross Føroya og Reyða Kross í Malavi. Miðjað verður ímóti at starvsfólkið fer at hava tilknýti til Reyða Krossi Føroya, eisini eftir at verkætlanin er liðug.

Heldur tú hetta vera áhugavert, ert tú vælkomin at lesa meira um starvið, og senda okkum eina umsókn HER.

Freistin at søkja er 24. oktober, og samrøður verða eftir ætlan hildnar skjótast gjørligt. Um áhugi er fyri starvinum, ert tú vælkomin at venda tær til Bárð Atlason Ísheim, dagligan leiðara í Reyða Krossi Føroya, á tel. 78 88 70 / [email protected].

Les meira um Reyða Koss her: www.redcross.fo