Skip to main content

Tvey starvsfólk til støddfrøði á miðnámi

05.01.2022

Nám sóknast eftir tveimum starvsfólkum til lærugreinina støddfrøði á miðnámi

 Gevið gætur! Freistin er farin, og starvið er sett 

Vilt tú standa á odda fyri fakligari og námsfrøðiligari menning av lærugreinini støddfrøði á miðnámi? Og hevur tú fakligt og námsfrøðiligt innlit í breytaskipanina? So hevur tú møguleika at gera tína ávirkan galdandi sum námsráðgevi og ella ritstjóri.

Nám sóknast eftir tveimum dugnaligum og ágrýtnum starvsfólkum til lærugreinina støddfrøði á miðnámi til setanar 1. mars 2022 ella skjótast gjørligt. Talan er um ein námsráðgeva í starvsbroti 0,4 og ein ritstjóra í starvsbroti 0,6. Bæði størvini eru tíðaravmarkað til 31. juli 2025.

Sami umsøkjari kann eisini søkja bæði størvini, og er talan tá um fulltíðarstarv, sum er tíðaravmarkað til 31. juli 2025.

 

Um størvini

Námsráðgevin skal:

  • fylgja við í tí, sum hendir innan lærugreinaøkið, og skal sum part av hesum kunna seg um námsætlanir, námsfrøðiliga gransking, fakligar avbjóðingar og menning á økinum í londunum kring okkum, serliga í Norðurlondum.
  • vegleiða, geva íblástur og samskifta við skúlar.
  • arbeiða við at dagføra og gera vegleiðingar til námsætlanina í støddfrøði á yrkisnámi og gymnasialum miðnámi.
  • svara námsfrøðiligum og fakligum spurningum við atliti at námsætlanini.
  • ráðgeva um próvtøkur, próvtøkuuppgávur og breytarverkætlanir.

 

Hevur ráðgevin undirvísingarførleika í fleiri lærugreinum, skal hann/hon vera til reiðar at virka sum ráðgevi í hesum lærugreinum eisini, um tørvur er á tí. Ráðgevin skal eisini kunna átaka sær aðrar viðkomandi uppgávur á miðnámskúlaøkinum.

 

Ritstjórin skal:

  • ritstjórna undirvísingartilfar í støddfrøði.
  • finna viðkomandi tilfar til útgávuheildina C-A-stig.
  • samskifta við onnur starvsfólk um arbeiðið við tilfarinum.
  • vera við til at menna undirvísingartilfar.
  • vera við í skeiðsvirkseminum í Námi.
  • røkja aðrar viðkomandi uppgávur, ið hoyra til arbeiðsøkið hjá Námi.

 

Førleikakrøv

Umsøkjarar skulu hava undirvísingarførleika í støddfrøði sambært kunngerð nr. 23 frá 7. apríl 2014 um fakligan førleika í gymnasialu miðnámsútbúgvingunum.

 

Persónligar dygdir hjá umsøkjarum eru, at viðkomandi skal:

  • hava undirvísingarroyndir í støddfrøði á miðnámi, herímillum eisini royndir sum próvdómari og vegleiðari.
  • vera fakliga og námsfrøðiliga á tryggari grund.
  • hava áhuga fyri fakligari og námsfrøðiligari menning.
  • hava innlit í tvørfakligt samstarv.
  • hava góð samstarvsevni og vera fyrikomandi.
  • hava góðar samskiftisførleikar.
  • hava góðan málførleika, serliga í føroyskum.

 

Setanarviðurskifti

Vit bjóða tvey sera spennandi og avbjóðandi størv við bundnum uppgávum, ið skulu avgreiðast innan settar tíðar- og fakkarmar. Størvini verða sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Yrkisfelagið Miðnám.

Verður søkt um námsráðgevastarvið einans, skal umsøkjarin harumframt vera í starvi sum lærari í støddfrøði á einum miðnámsskúla.

 

Umsóknir

Umsókn saman við avriti av viðkomandi prógvum og C.V. skal verða Námi í hendi í seinasta lagi sunnudagin 23. januar 2022. Umsóknin skal sendast til: Nám, Hoyvíksvegi 72, FO-100 Tórshavn ella við t-posti á eydun@nam.fo

Tey, ið ynskja fleiri upplýsingar um størvini, kunnu ringja til Eyðun Gaard, stjóra, tlf. 555150.

 


 

Nám er stovnur undir Mentamálaráðnum, sum veitir tænastur og undirvísingarmiðlar til skúlaverkið. Høvuðsvirkisøkini eru at útvega fjølbroyttar undirvísingarmiðlar - prentað og talgilt tilfar, undirvísingarportalin Snar, fakliga og undirvísingarliga ráðgeving, skeiðsvirksemi, miðlasavn, útlán og skeið. Í Námi eru 27 starvsfólk. Próvstovan er partur av Námi, og har arbeiða 7 fólk.

 

Onnur tíðindi

19.03.2024

Starv sum námsráðgevi í føroyskum á yrkis- og…

Les meira
12.03.2024

Í sBókini Plantur til matna eru meira enn 150…

Les meira
12.03.2024

Nýggj námsætlan er gjørd til lærugreinina…

Les meira
04.03.2024

Nám gevur út tvey nýggj Hey!-hefti, sum eru ætlað…

Les meira
04.03.2024

Kambodja evnið á næsta Holocaustdegi.

Les meira
29.02.2024

Starv sum námsráðgevi í føroyskum á yrkis- og…

Les meira
22.02.2024

Forvitnislig bókarøð, ið er ætlað til undirvísing…

Les meira
13.02.2024

Leikritini "Páll fangi", "Vónbrot" og "Vinarlig…

Les meira
09.02.2024

Próvstovan sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum…

Les meira
08.02.2024

Nám sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum ritstjóra…

Les meira