{{ title }}

{{ title }}

{{ description }}

Samband
fo

Størv

Vónin er ein leiðandi fyritøka á sínum øki og hevur deildir kring allan Norðuratlantin. ĺ dag hava vit umleið 450 fulltíðar størv í okkara samtakið. Okkum tørvar evnarík, hugagóð og íðin starvsfólk fyri at halda okkara støðu á marknaðinum.


Vónin søkir verkfrøðing 

Kundi tú hugsa tær at arbeitt sum verkfrøðingur á eini fyritøku, ið er ein av heimsins fremstu innan sítt økið? Nú hevur tú møguleikan, tí vit søkja eftir einum verkfrøðingi til deild okkara við Norðskála. 

Tú kemur at arbeiða tætt saman við okkara sølutoymi og kundum í alivinnuni á altjóða marknaðinum. 

– Arbeiða við analysuforritinum AquaSim frá Aquastructure: Aquaculture | AquaSim 
– Arbeiða við standardum: NS-9415 2021,  NYTEK , Scottish Technical Standard  og Icelandic Regulation. 
– Framleiðsla av analysufrágreiðingum. 
– Framleiðsla av sølutilboðum. 
– Samskifti við kundar. 
– Møguleiki við uttanlanda túrum at gera staðsmetingar. 
– Vørumenning. 

– Útbúgving sum maskinverkfrøðingur ella líkandi. 
– Hevur gott eyga fyri smálutum og er greinandi. 
– Ert væl skipað/ur og dugir at raðfesta. 
– Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og finna loysnir.
– Ert málsliga væl fyri í bæði skrift og talu á føroyskum, enskum og norðurlendskum.
– Er vanur at arbeiða við ymiskum telduforritum. 
– Fyrimunur er um tú hevur royndir innan alivinnuna. 

– Eitt áhugavert starv í eini fyritøku, sum er í støðugari menning.
– Eitt starv við stórum avbjóðingum, har lyklaorðini eru framskygni, menning, og effektivisering.  
– Eitt starv í eini fyritøku, sum arbeiðir á altjóða marknaðum, har áhaldandi menning og innovatión er lykilin til at standa seg í kappingini um kundarnar. 
– Vinarligt og virkið arbeiðsumhvørvi. 
– Upplæring og luttøka á fleiri skeiðum og møguleika fyri uttanlanda ferðing. 
– Arbeiðsstaður er á deild okkara við Norðskála 

Løn og setanartreytir eru sambært avtalu. 

Vilt tú vita meiri um starvið ert tú vælkomin at ringja til Signar Poulsen á tel 222026. 

Skrivlig umsókn við CV, prógvum og møguligum viðmælum eigur at vera okkum í hendi í seinasta lagi 16. mars og skulu sendast til sp@vonin.com 


Vónin er ein av heimsins fremstu framleiðarum av útgerð til fiski- og alivinnuna við trimum deildum í Føroyum umframt deildum í Skotlandi, Kanada, Grønlandi, Íslandi, Norra, Russlandi og Litava. Vónin hevur umleið 450 fólk í starvi. 

Deild okkara við Norðskála stendur fyri framleiðslu og viðlíkahald av aliútgerð og hevur kundar bæði í Føroyum og uttanlands. Deildin við Norðskála er uppdatera nógv tey seinastu árni og verður ein av heimsins mest framkomnu tænastustøðum, tá tær seinastu útbyggingarnar eru lidnar. Á deildini starvast í løtuni 28 fólk. 

Vónin á Instagram