Timburmaður søkist

Timburmaður søkist

Heinesen Sp/f søkir eftir dugnaligum timburmanni at byrja nú ella í august.

Vit bjóða eitt áhugavert og fjølbroytt starv, har dentur verður lagdur á dygd og góða tænastu. Okkara uppgávur eru fyri tað mesta nýbyggingar, umvælingar og annað vanligt timburarbeiði í Eysturoy og í Havn. Løn eftir útbúgving og førleikum.

Upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Jóhan Heinesen, timburmeistara á tlf 210350.

Vinaliga send umsókn til [email protected]

Umsóknarfreistin er 7. juli 2021.