Visitator/ fyribyrgjari til Økistænastuna í Sandoyar sýslu

Visitator/ fyribyrgjari til Økistænastuna í Sandoyar sýslu

Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingi 0,75 svarandi til 30 tímar/ vikuna til setan 1. juni 2024 ella skjótast gjørligt.

Talan er um eitt samskipað starv sum visitator og fyribyrgjandi vitjan til fólk 75 ár og eldri og fólk, ið hava demenssjúku. Starvið inniber at tryggja, at borgarar, ið venda sær til Økistænastuna um tænastu, fáa skjóta og fakliga grundaða visitering og revisitering við atliti til fyribyrging, heilsustimbran, rehabilitering, røkt og umsorgan. At veita fyribyrgjandi heimavitjanir til fólk 75 ár og eldri við atliti til at stimbra heilsuna og virkisførleikar í framtíðini. At veita eina ráðgevandi, vegleiðandi, uppfylgjandi og samskipandi tænastu til fólk, ið hava demenssjúku og teirra avvarðandi.

Í Økistænastuni í Sandoyar sýslu eru trý røktarheim við tilsamans 26 bú- og stuttíðarplássum.  Heima- og sjúkrarøkt verður veitt til áleið 70 heimabúgvandi borgarar, umframt at Økistænastan veitir fyribyrgjandi heimavitjanir til fólk 75 ár og eldri. Økistænastan í Sandoyar sýslu er skipað sum ein samantvinnað eind.

Møguleiki er fyri hægri normi um arbeitt eisini verður sum sjúkrarøktarfrøðingur

Førleikar

  • Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Útbúgving sum demenssamskipari
  • Evnir til at raðfesta og arbeiða sjálvstøðugt
  • Fleksibul og virkisfús/ur at loysa skiftandi arbeiðsuppgávur
  • Hevur góð samstarvsevnir
  • Dugir væl at samskifta í skrift og talu
  • Hevur góðan telduførleika
  • Hevur koyrikort

Vit bjóða:

  • ein fakligan spennandi og mennandi starvsstað
  • dugnaligar og ágrýtnar starvsfelagar
  • møguleika saman við starvsfeløgum at menna tænasturnar hjá Økistænastuni
  • góða innleiðslu og upplæring

Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála við KAF/ Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

Um tú vilt vita meira um starvið, ert tú væl komin at seta teg í samband við Maiken Olsen, leiðara, telefon 793601 ella á teldupost ot@ot.fo

Umsókn

Umsókn saman við prógvum og upplýsingar um útbúgving og royndir skal sendast til t-post ot@ot.fo.

Umsóknarfreist 14. apríl 2024.

Posted on