Poul Hansen heilsøla

14. mars 2024

Farloyvisstarv til bókhaldið

Poul Hansen samtakið søkir eftir einum dugnaligum og álítandi starvsfólki til bókhald okkara at byrja 1. juni 2024. Talan er um eitt barsilsfarloyvisstarv.

Vit kunnu bjóða eitt áhugavert og spennandi starv í einum samtaki við fjølbroyttum og avbjóðandi arbeiðsuppgávum.

Vit vænta, at tú

  • hevur royndir við bókhaldi
  • hevur góð evni at samstarva og samskifta
  • ert røkin og álítandi og dámar at hava gott skil á
  • ert tænastusinnað/ur

Høvuðsskipanir hjá fyritøkuni eru Microsoft Dynamics AX og Uniconta. Í løtuni starvast 10 fólk á Fíggjardeildini.

Setanar- og lønarviðurskifti

Talan er um fulltíðarstarv. Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Samverk.

Um tú hevur spurningar til starvið, ert tú vælkomin at ringja ella skriva til Ásu Hansen, leiðara á fíggjardeildini, á tlf. 22 72 22 ella skriva til ahansen@ph.fo.

Umsókn, lívsrensl og viðkomandi prógv skulu sendast til hr@ph.fo í seinasta lagi sunnudagin 31. mars 2024.

Um Poul Hansen samtakið

Poul Hansen er Føroya størsta heilsøla við 70 starvsfólkum og yvir 95 ára drúgvum royndum. Samtakið umboðar hópin av altjóða merkjum umvegis heilsølupartin. Harumframt fevnir samtakið um Gastro, Krás, Staðrøkt, Samkeyp og Á.

In English In English