Starvsfólk til Tænastudeildina á Suðuroyar Sjúkrahúsi

Starvsfólk til Tænastudeildina á Suðuroyar Sjúkrahúsi

Søkt verður eftir tveimum starvsfólkum til Tænastudeildina á Suðuroyar Sjúkrahúsi at byrja skjótast møguligt.

Tænastudeildin fevnir um goymsluna, vaskaríið og alla reingerð á Suðuroyar Sjúkrahúsi. 20 starvsfólk eru knýtt at deildini, harav 14 í reingerðingini.

Um størvini:

Fast starv

Eitt fast tímalønt starv á 20 tímar um vikuna til setan skjótast møguligt.

Arbeiðsuppgávan er í høvuðsheitum reingerð á Rannsóknarstovuni, fysiurgisku deild og í móttøkuni.

Arbeiðstíðin er frá kl. 15.00 til 19.00 mánadag til fríggjadag.

Tíðaravmarkað starv

Eitt tíðaravmarkað starv á skurðdeildini til setan skjótast møguligt og fram til 31.12.2023.

Starvið er tímalønt starv á 35 tímar aðruhvørja viku. Arbeiðstíðin er frá kl. 8.00 til 15.00 mánadag til fríggjadag.

Arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitum reingerð og at røkja goymslurnar á deildini.

Vit vænta at tú

· ert røkin

· kanst arbeiða sjálvstøðugt

· ert fyrikomandi og arbeiðssom/-samur

· royndir frá líknandi arbeiði kann vera ein fyrimunur.

Vit bjóða

· eitt fjølbroytt starv saman við góðum starvsfeløgum

· ein skiftandi arbeiðsdag í einum góðum og skipaðum umhvørvi

· skipaða innleiðslu og upplæring.

Setanartreytir

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Nærri fæst at vita um starvið við at ringja ella skriva til Evi T. Tausen, leiðara á tænastudeildini á tlf. 343300 ella teldupost [email protected] .

Umsókn, lívsrensl og møgulig viðmæli skulu sendast til [email protected] í seinasta lagi mánadagin 5. juni 2023.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða
altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Á heimasíðu okkara
www.ssh.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni ”Sjúkrahúsið”.