Tíðindi

01.05.2024
Byggisamtyktarbroyting fyri E5 (miðstaðarøkið)

Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022, verður við hesum boðað frá, at Klaksvíkar býráð samtykti á fundi 24.04.2024 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Klaksvíkar kommunu.

Uppskotið til broytingina snýr seg um at stovna nýggjan miðstaðar- og bústaðarøkispart, E5. Nýggi økisparturin er uml. 2000 m2 til støddar og er skipaður soleiðis, at veghædd í komandi bygningunum er ætlað til miðstaðarendamál, meðan 1.-2. hædd er ætlað til bústaðarendamál.

Samlaða ábyggingin fyri økið er 60%, minst loyvdu grundøkjavíddir og hæddir eru 500 m2 og 11 m, tó niður 100 m2 og 8 m á útløgdum økjum (skravera). Byggjast kann upp í 2-3 hæddir, og møguligt er at byggja eigara-, luta- og leiguíbúðir. Sí Byggisamtyktarbroyting - Uppskot til økisblað E5.

Kommunan hevur latið gjørt skitsuuppskot fyri ætlaðu bygging á nýggja økispartinum. Útfyllingin skal rúma bygging, so sum sølutorg, almennum vesum, hølir til t.d. útvent virksemi, felagsskapir og bústaðarendamál. Økið verður knýtt saman við bryggjukanti. Sí Skitsuuppskot - Útfylling og bygging til miðstaðar- og bústaðarendamál í Klaksvík - 30.04.2024. Broytingin umfatar sjóøki men markar móti matr.nr. 1658b, 1658a og1648a.

  • Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu vera Klaksvíkar kommunu í hendi í seinasta lagi 12.06.2024. Tá ið mótmæli ella broytingaruppskot verða latin, viðmerkið málsnr. 23/01320.

Tilfar, sum lýsir uppskotið um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Klaksvíkar kommunu, liggur frammi til alment eftirlit í Miðlan í Klaksvík frá 01.05.2024 – 22.05.2024 og er somuleiðis at síggja á heimasíðu kommununnar: www.klaksvik.fo.  

Les meira her: Byggisamtyktarbroyting fyri E5 (miðstaðarøkið)

Onnur tíðindi
17.05.2024

Boða frá tiltøkum til norð­oyastevnuskránna

16.05.2024

Endur­nýtslan tekur fyribils ikki ímóti lutum til Dugna

15.05.2024

Broyting í ferðaætlan­ini hjá leið 2

15.05.2024

Soleiðis rakar verkfallið