Tíðindi
Á býráðsfundi í gjár samtykti Klaksvíkar býráð fíggjarætlanina fyri komandi ár. Inntøkurnar hjá Klaksvíkar kommunu er komandi ár mettar til 310 mió. Av teimum 310 mió. eru 111,5 mió. kr. settar av til íløgur. Býráðið samtykti somuleiðis, at skattaprosentið og barnafrádrátturin, sum í dag er ávíkavist 20,75% og 5.500 kr., skal vera óbroytt í 2022.
Samtyktin av fíggjarætlanin merkir, at kommunan komandi ár fær eitt hall á 18,8 mió. kr. Orsøkin til hallið er, at nógvar átrokandi og týdningarmiklar verkætlanir eru í ger. Hesar íløgurnar hevur býráðið avgjørt skulu halda áfram og fáast lidnar, soleiðis, at tær kunnu koma borgarunum í kommuni til gagns.
Gørn orkuloysn á Fossum
Á fundinum í gjár tók býráðið somuleiðis undir við, at arbeiðast skal víðari við at finna eina felags grøna orkuloysn á Fossum. Samtyktin merkir, at umsitingin fer at arbeiða víðari við, hvør besta orkuloysnin á Foassum skal vera.
Umsitingin hevur saman við SMJ m.a. arbeitt við og samanborið eina loysn við jarðhita og sjóhita. Hetta arbeiðið heldur nú fram.