Gullhornið verður gávugrunnur

Tað skal hervið verða gjørt viðskiftafólkum okkara varug við, at eigaraviðurskiftini í Gullhorninum, Bringsnagøta 5, nú verða broytt, so at tað nú er ein gávugrunnur, sum er eigari av virkseminum.

Tað vil siga, at allar inntøkurnar frá søluni í Gullhornunum hereftir fara óskerdir til Hjálpina, sum hjálpir stakum uppihaldarum. 

Jólakjallarin í Bringsnagøtu 5 letur upp 1. desember.

Leif Erik H. Niclasen