Búmerkið hjá Maskinmeistarafelagnum
04. mar. 2024

Aðalfundur 2024.

23. mars 2024 kl. 13.00.

Aðalfundurin hjá Maskinmeistarafelagnum verður leygardagin tann 23. mars kl. 13.00. á Parnassinum á Hotel Hafnia.

Skráin er sambært lógini:


1.      Val av fundarstjóra.
2.      Frágreiðing formansins.
3.      Leggja fram roknskap til góðkenningar.
4.      Uppskot um lógarbroytingar.
5.      Val av 2 nevndarlimum og 2 tiltakslimum.
6.      Ásetan av limagjøldum.
7.      Velja skrásettan grannskoðara.
8.      Ymiskt.

Uppskot

Møgulig uppskot til viðgerðar á aðalfundinum, skulu vera felagnum í hendi 14 dagar undan aðalfundinum.

Aftaná aðalfundin verður borðreitt við smurdum breyði og tilhoyrandi drykkjuvørum.

Nevndin