Kunngerð um broyting í býarplaninum fyri Eysturkommunu

Broyting í býarplaninum fyri Eysturkommunu.

Við heimild í Løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipan og byggisamtykt, seinast broytt við Løgtingslóg nr. 19 frá 18. mars 2013, verður við hesum uppskot til broyting í almennu byggisamtykini fyri Eysturkommunu framlagt til alment eftirlit.

Eysturkommunu býráð samtykti á fundi 29. februar 2024 at broyta býarplanin, Úti á Vík í Leirvík, frá

J- Landbúnaðarøki til C øki Ídnaðarøki.

Broytingin fevnir um matr. 128a, 194o, 428a, 428b og 428c

Tilfar, sum lýsir uppskotið um at broyta almennu byggisamtyktina á omanfyri nevndu matriklum í Leirvík, liggur frammi á www.eystur.fo og á móttøkuni í býráðshúsinum í Norðragøtu, frá 25. mars 2024 og til og við 19. apríl 2024.

Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot skulu skrivliga verða kommunuskrivstovuni í hendi í seinasta lagi 15. mai 2024.

Eysturkommuna

18. mars 2024

Search by