Kunngerð um broyting av Almennu byggisamtyktini og Býarplaninum fyri Runavíkar Kommunu

08. mars 2024

Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954, seinast broytt við løgtingslóg nr. 13 frá 17. mars 2022, verður við hesum boðað frá, at Runavíkar býráð á fundi hin 25. januar 2024 og 29. februar 2024, hevur samtykt broytingar í býarplaninum fyri Runavíkar kommunu.

Broyting av býarplaninum fyri Skála

D22-havnarøkið norðan fyri verandi turrdokk á Skála verður víðkað við uml 11.000 m2 við útfylling eystureftir   

Uppskot ti broyting av býarplaninum - Nýggj dokk á Skála
 
Broyting av býarplaninum fyri Rituvík                                                

Broyting av býarplaninum fyri Rituvík soleiðis, at grundstykkini millum Múlaveg og Fjøruveg verður broytt frá E1-landbúnaðarøki til B27-bústaðarøki. Broytingin fevnir um matr. nr. 191, 196, 201a, 201b, 204 og partar av matr. nr. 194a og 195a, Rituvík.

Uppskot til broying av býarplaninum fyri Rituvík

 

Broyting í almennu byggisamtyktini fyri Runavíkar kommunu

Broyting í almennu byggisamtyktini fyri Runavíkar kommunu soleiðis, at økisparturin E2-landbúnaur uttangarðs, verður víðkaður við ásetingum um serstaka byggisamtykt, alment gagnligar veitingar og annað.

E2 landbúnaðarøki uttangarðs

 
Broytingarnar í býarplaninum eru til skjals á Býráðsskrivstovuni í Saltangará í upplatingartíðini
í tíðarskeiðnum frá 11. mars til 29. apríl 2024 og á heimasíðuni www.runavik.fo

Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot skulu verða býráðnum í hendi í seinasta lagi 29. apríl 2024.

 
Runavíkar býráð
 

Seinastu tíðindi

10. apríl 2024
Trivnaðarleiðari til Runavíkar kommunu
26. apríl 2024
Vit droymdu og eltu dreymar­nar og droyma nýggjar
25. apríl 2024
Røða á flaggdagshaldi­num á Skála
24. apríl 2024
Flaggdagshald í Runavík