Tíðindi

06.01.2022
Søla av lendi til bústaðabygging Oman Vallrætt í Klaksvík

Vísandi til kunngerð nr. 122 frá 22. desember 2000 um alment útboð av kommunalari fastogn lýsir Klaksvíkar kommuna matr.nr. 1005i Oman Vallrætt til sølu.

Talan er um 3.658 m2 í økisparti A18 - útlagt til blandaða bygging - við m.a. hesum ásetingum:

  • krav til grundøki pr. íbúð: 150 m2
  • mest loyvda byggihædd: 11 metrar frá veghædd
  • mest loyvda tal av hæddum: 4 hæddir
  • mest loyvda ábygging í mun til grundøkjavídd: 35%

Víst verður somuleiðis til Bygningskunngerðina 2017 (BK17)

Atkoma: frá vegnum Oman Vallrætt.

Ognin verður lýst til sølu til íbúðabygging - svarandi til ásetingar byggisamtyktarinnar - fyri kr. 380,- m2. – Saman við tilboðnum skal verða latið inn:

  • skitsuuppskot av ætlaðari bygging og lýsing av tali og stødd av íbúðum
  • skitsuuppskot av uttanumøkinum, har dentur eisini verður lagdur á hóskandi fríøki til gagns fyri íbúgvarnar
  • lýsing av ætlaðari orkuskipan
  • váttan um fígging til fremjan av verkætlanini

Meting av innkomnum tilboðum tekur støði í innsendu uppskotunum.

Bygging á økinum skal verða byrjað í seinasta lagi 18 mánaðir eftir, at økið er tinglisið í navni keyparans.

Keyparin rindar fyri møguligt sundurbýti til eigaraíbúðir.

Verkætlanin verður knýtt í verandi kloakk- og vatnskipan, meðan keyparin sjálvur skipar fyri veitingum á sjálvum grundøkinum.

Upplýsingar um ognina kunnu fáast á Teknisku Umsiting telefon 410000.

Við heimild í § 6 í somu kunngerð stendur kommununi frítt at velja millum innkomin tilboð ella onki at taka.

Skrivlig tilboð skulu – saman við váttan um fígging og lýsing av ætlanini (sum víst omanfyri) - verða kommununi í hendi í afturlatnum brævbjálva í seinasta lagi 27. januar 2022. Viðmerkið brævbjálvan: Íbúðabygging Oman Vallrætt

Innkomin tilboð verða viðgjørd í trúnaði, inntil ognin er seld.

Klaksvík 6. des. 2021
Klaksvíkar kommuna
Postboks 2
710 Klaksvík

Onnur tíðindi
19.04.2024

Virkið vár byrjar og endar við renning

17.04.2024

Varpið avhendað

17.04.2024

Summar­ansing 2024

16.04.2024

Leiðari til námsfrøðiligu ráðgeving­ina hjá Klaksvíkar kommunu