Broyting í byggisamtykt fyri Skálavik liggur frammi til hoyringar.

KUNNGERÐ

Um broyting í byggisamtyktini

fyri

Skálavíkar kommunu

 

Vísandi til § 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 19 frá 18. mars 2013, verður sagt frá, at uppskot til broyting í byggisamtyktini fyri Skálavíkar kommunu er samtykt av bygdarráðnum tann 30. mars 2021 og liggur uppskotið frammi til alment eftirlit, frá 14. apríl 2021 til og við 5. mai 2021.

 

Fyri Túnajørð verður partur av verandi bústaðarøki B strikað og nýtt bústaðarøki lagt aftrat. Broytingarnar fevna um matriklarnar 4a, 46a og b, 47b, 99d og e, 138 og 141 - 145. Í matr. 66, 99a og 38a verður nýtt bústaðarøki lagt afturat.

 

Fyri Gortrujørð verður nýtt bústaðarøki B lagt afturat. Økini eru norðanfyri og sunnanfyri vegin “Úti á Bø”. Broytingarnar fevna um matriklarnar 19, 36a, 78b, 80c, 97 og 111.

 

Á Garðajørð verður bústaðarøki B lagt afturat á matr.nr. 10a við marki vestur móti matr. 76d.

 

Dalsgarður, matr. 10a, verður lagdur afturat bústaðarøki B í byggisamtyktini.

 

Sunnanfyri Myllufoss á matr. 11 sunnanfyri Stórá, úr norðrara enda av Oyravegnum og

norður um Myllufoss, og fram við Heiðaravegi, verður lagt afturat til bústaðaøki B.

 

Á Gomluteigum, matr.nr. 49a, og á Pisufløtti, matr.nr. 7b, verður bústaðarøki B lagt afturat.

 

Niðri á Mølini verður matr.nr. 15b tikið úr øki E (Almennir stovnar) og lagt undir øki A (Miðstaðarøki), og matr.nr 53 verður tikið úr øki D (Havnarøki) og lagt undir øki A (Miðstaðarøki).

 

Umframt onkra umorðing/rætting í byggisamtyktartekstinum, er ásetingin í § 13 fyri øki A, Miðstaðarøki, víðkað til eisini at fevna um tænastuvirksemi, so at rúm er fyri hotell-, gistingar- og matstovuvirksemi. Í § 18 fyri øki F (Alment Frítíðarøki) er ásetingin víðkað til eisini at fevna um undirvísingar- og skeiðsvirksemi.

 

Broytingaruppskotið liggur frammi í undirhúsinum Mýrigarður 11 í Skálavík, opið er allar dagar

kl. 08:00 – 18:00 og á heimasíðuni hjá Skálavíkar kommunu skalavik.fo.

 

Mótmæli móti uppskotinum og broytingaruppskot skulu verða send kommunustýrinum skrivliga, áðrenn 6 vikur eru lidnar frá kunngerðardegnum.

 

 

Skálavík, tann 16. apríl 2021

 

Skálavíkar kommuna kortskjali her