Boðað verður til ársaðalfundar í Ognarfelag Tryggingartakaranna fríggjadagin 12. apríl kl. 17.00 á Hotel Hafnia

Dagsskrá

  1. Frásøgn nevndarinnar um virki felagsins í farna roknskaparári
  2. Framløga av grannskoðaðum ársroknskapi til góðkenningar og hvussu møguligt avlop ella tap, sambært roknskapinum, verður nýtt
  3. Val av nevndarlimum
  4. Val av grannskoðarum
  5. Møgulig uppskot, ið nevndin, stjórnin ella umboðsfólk ynskja at viðgera

 

Í seinasta lagi 14 dagar frammanundan aðalfundinum verða dagsskrá og tey fullfíggjaðu uppskotini, og ársroknskapur við grannskoðaraátekningum, løgd fyri limirnar á høvuðsskrivstovu felagsins.

Mál á skránni kunnu samtykkjast við vanligum atkvøðumeiriluta, tó soleiðis, at í minsta lagi helmingurin av umboðsfólkunum eru til staðar smb. § 21 stk. 1 í viðtøkunum.

Aðalfundurin verður stýrdur av einum av nevndini valdum fundarstjóra.

Allir tryggingartakarar í Betri Trygging, sum hava fastan bústað ella heimstað í Føroyum, eru limir í felagnum. Allir limir hava rætt til at møta á aðalfundinum og taka orðið, men hava ikki atkvøðurætt. Atkvøðurætt hava limirnir í Umboðsráðnum.

Tryggingartakarar, ið ætla at møta á aðalfundinum, skulu í seinasta lagi 2 dagar frammanundan aðalfundinum skrivliga boða frá luttøku á [email protected]

 

Tórshavn, 25. mars 2024

Nevndin