4-stjørnað superior ráðstevnuhotel
Matstova
Kafé
Hitapottar
Hitarúm
Venjingarhøli
Green Key
Skjóttgangandi internet
Ókeypis parkering
3 min. frá miðbýnum
2 min. frá SMS
Vínkjallari
Løðistøðir
4 fundarhølir

Tilboð & tiltøk

Sí tilboð, ið vit hava í løtuni.

Sí tilboð
.

Kømur

Vit hava 124 umhvørvisvinalig dupultkømur, sum eru millum 18 m² og 38 m² til støddar. Í øllum kømrunum er kaffimaskina, sjónvarp við Chromecast, sengur og annað innbúgv av bestu góðsku. Navnframi Edward Fuglø hevur prýtt øll kømrini við serstaka verkinum “Landmark”. Vitja okkum og fá eitt grønt og ómakaleyst uppihald.

Les meira
.

Húsagarður

Í køkinum verður matur við íblástri úr norðurlendskari matgerð tilgjørdur og borðreiddur av tænaratoyminum. Til hvønn rætt hava vit valt vín úr okkara fjølbroytta vínkjallara, Gilið, sum hevur vín úr øllum heiminum og í øllum prísflokkum. Vit hava eisini ment eina serliga alkoholfría drekkiskrá, ið millum annað inniheldur fleiri sløg av kaltbryggjaðum te og cider.

Sí matskráir
.

Fundir

Hotel Brandan er 4-stjørnað ráðstevnuhotell við fýra fundarhølum, øll í ymsum støddum við fjølbroyttum møguleikum. Vit kunnu hýsa øllum – bæði smærri fundum og stórum ráðstevnum við 90 fólkum. Fundarhølini eru væl útgjørd við KT-útgerð, og okkara starvsfólk hava drúgvar royndir á økinum.

Les meira
.

Grønt virksemi

Hotel Brandan í Tórshavn setur sær alsamt nýggj mál fyri at tryggja okkara umhvørvisrættleika og grønu slóðir viðvíkjandi veðurlagnum. Í septembur 2020 fingu vit góðkenningina “Green Key,” sum er altjóða umhvørvismerkið hjá ferðamannavinnuni. Hetta merkið verður latið fyritøkum í ferðamannavinnuni, sum gera nakað eyka fyri at verja umhvørvið.

Les meira
.

Gleð tíni kæru við einum gávukorti

Gávukortið kann nýtast á øllum okkara støðum: 

✔ Hotel Brandan
✔ Hotel Hafnia
✔ Húsagarður 
✔ Katrina Christiansen
✔ Bistro 1. Hædd
✔ Kafé Kaspar

Bílegg gávukort her
.

Melda til tíðindabræv

Kundi tú hugsað tær at fingið tíðindi og tilboð frá Hotel Brandan umvegis teldupost?