Landssjúkrahúsið søkir eftir reingerðarfólki at byrja skjótast til ber

Umsóknarfreistin er
10. desember 2021

Søk starvið

Landssjúkrahúsið søkir eftir reingerðarfólki at byrja skjótast til ber

Um starvið
Tú kemur at gera reint á ymiskum deildum, felagshølum og sjúkrastovum á Landssjúkrahúsinum. 
Vit bjóða eitt livandi og fjølbroytt arbeiðsumhvørvi við góðum starvsfeløgum.
Talan er um størv í skiftandi vaktum, dag, kvøld og vikuskifti. Søkt verður eftir fólki til bæði føst og tímalønt størv. Møguleiki er at taka eyka vaktir.

Persónligir eginleikar
· Ganga høgt upp í reinføri
· Góðan røkjuskap og ábyrgdarkenslu
· Er fyrikomandi og kann arbeiða sjálvstøðugt
· Tolir trýst og kann arbeiða við høgari ferð
· Góð samstarvsevni

Upplýsingar
Vilt tú vita meira um starvið, ber til at venda sær til Súsannu Nolsøe, menningarsamskipara á tlf. 304500, lokal 1245 ella á teldupost: susanna.nolsoe@ls.fo

Setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmálan millum Fíggjarmálaráðið og Havnar Arbeiðskvinnufelag.

Landssjúkrahúsið
Landssjúkrahúsið er deilt upp í sjey ymiskar deplar, sum deildirnar virka undir. Reingerðin á Landssjúkrahúsinum er ein partur av Tænastudeildini undir Tænastudeplinum.
Á okkara heimasíðu www.ls.fo, undir leinkinum “Um okkum” kanst tú lesa um Landssjúkrahúsið, okkara visión, missión og strategimál.

Umsóknarfreistin er
10. desember 2021

Søk starvið
Hetjurnar Logo

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.   

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Bakgrund av hetju
Bakgrund av hetju
Bakgrund av hetju

Um starvið
Tú kemur at gera reint á ymiskum deildum, felagshølum og sjúkrastovum á Landssjúkrahúsinum. 
Vit bjóða eitt livandi og fjølbroytt arbeiðsumhvørvi við góðum starvsfeløgum.
Talan er um størv í skiftandi vaktum, dag, kvøld og vikuskifti. Søkt verður eftir fólki til bæði føst og tímalønt størv. Møguleiki er at taka eyka vaktir.

Persónligir eginleikar
· Ganga høgt upp í reinføri
· Góðan røkjuskap og ábyrgdarkenslu
· Er fyrikomandi og kann arbeiða sjálvstøðugt
· Tolir trýst og kann arbeiða við høgari ferð
· Góð samstarvsevni

Upplýsingar
Vilt tú vita meira um starvið, ber til at venda sær til Súsannu Nolsøe, menningarsamskipara á tlf. 304500, lokal 1245 teldupost: susanna.nolsoe@ls.fo

Setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmálan millum Fíggjarmálaráðið og Havnar Arbeiðskvinnufelag.

Landssjúkrahúsið
Landssjúkrahúsið er deilt upp í sjey ymiskar deplar, sum deildirnar virka undir. Reingerðin á Landssjúkrahúsinum er ein partur av Tænastudeildini undir Tænastudeplinum.Á okkara heimasíðu www.ls.fo, undir leinkinum “Um okkum” kanst tú lesa um Landssjúkrahúsið, okkara visión, missión og strategimál.