Leys størv
Tá ið størv eru leys at søkja hjá Runavíkar kommunu, verða tey lýst her á síðuni.
Trivnaðarleiðari til Runavíkar kommunu
Vilt tú standa á odda fyri trivnaðar- og mentanarøkinum í nýggja kraftdeplinum mitt í Føroyum?
Í sambandi við arbeiðið at menna og nútímansgera miðfyrisitingina í Runavíkar kommunu, er kommunustjóri júst settur í starv. Nú verður lýst eftir trivnaðarleiðara, ið vísir beinleiðis til kommunustjóran og er við í leiðslubólkinum í Runavíkar kommunu.
Málið er, at miðfyrisitingin skal virka væl og tryggja, at kommunan er 15-20 ár framman fyri sína tíð, sama hvør myndar býráðið politiskt.
Í nýggja bygnaðinum verða trivnaðar- og mentanarøkið løgd saman í eina deild. Trivnaðarleiðarin stendur fyri hesi serstakliga spennandi samanlegging. Á nýggju trivnaðardeildini vera 9 starvsfólk. Meðan áleið 150 starvsfólk starvast innan trivnaðarøkið í Runavíkar kommunu.
Mentanardepilin við Løkin hevur fingið rættiligt flog, nýggja svimjihøllin er veruliga farin at taka skap, og mentanar- og ítróttarøkið mennast alsamt.
Íløgur eru seinnu árini gjørdar í møguleikar hjá ungdóminum at skipa sín egna trivnað.
Kommunan fyrireikar seg til útbyggingar á skúla- og dagstovnaøkinum, hetta eru ætlanir sum hava høga raðfesting,
Fyri rætta umsøkjaran eru góðir møguleikar at vera við til at menna eitt tað mest spennandi trivnaðar- og mentanarøkið í landinum.
Nærri lýsing av starvinum, førleikakrøvum, setanartilgongd o.a. síggjast í leiðaraprofilinum.
LØN OG SETAN
Miðað verður eftir, at starvið kann verða sett frá 15. august 2024, ella eftir nærri avtalu. Starvið verður lønt í 36. lønarflokki hjá Tænastumannafelag Landsins, tó uttan at vera eitt tænastumannastarv. Harumframt verða 15% goldin í eftirlønargjaldi.
Starvið kann eisini verða lønt sambært sáttmála við avvarðandi fakfelag.
UMSÓKN OG UPPLÝSINGAR
Umsóknir við prógvum, c.v. og øðrum viðkomandi skjølum skulu vera kommununi í hendi í seinasta lagi sunnudagin 12. mai 2024.
Søk starvið umvegis leinkið her
Áhugaðir umsøkjarar, ið vilja hava fleiri upplýsingar um starvið, kunnu seta seg í samband við Torbjørn Jacobsen, borgarstjóra, á tlf. 237015 ella Sæunn Lamhauge Nolsøe, kommunustjóra, á 237040.
Vilt tú arbeiða heima
Vilt tú arbeiða heima við smáum børnum
Í dagrøktini eru 56 børn í aldrinum 0 - 3 ár og 17 dagrøktarar. Dagrøktin er væl skipað við spælistovu í Barnalonini, avloysara, ið hjálpir til við gestarøkt, og við økisnámsfrøðingi, ið leggur námsfrøðiligt lag á.
Vit bjóða dagrøktarum:
· Eitt sjálvstøðugt og fjølbroytt starv
· Hollan námsfrøðiligan stuðul frá leiðslu og økisnámsfrøðingi
· Skipað tilknýti til spælistovuna
Vit vænta, at dagrøktarar:
· kunna arbeiða sjálvstøðugt
· hava hug og áræði at skapa ein tryggan og mennandi gerandisdag við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum
· hava góðar umstøður til børnini bæði inni og uttanfyri.
Lønarviðurskifti:
Dagrøktarar eru løntir eftir sáttmála millum Starvsfelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og ganga stigini 2 - 9. Ein triðingur av lønini verður roknaður sum útreiðslur í sambandi við dagrøktina og er tí skattafríur. Egin børn undir 3 ár, eru partur av dagrøktini.
Hevur hetta tín áhuga, so fæst meir at vita um starvið, við at venda sær til Bjørg Rasmussen, leiðara, á tlf. 228594
Námsfrøðingar og hjálparfólk til Sóljuhjarta
Vit søkja eftir námsfrøðingum/hjálparfólkið til Sóljuhjarta.
Størvini eru til vøggustovu og barnagarð. Vit søkja eisini avloysarar, at senda boð eftir, eftir tørvi.
Um okkum:
Í Sóljuhjartanum starvast, um 40 fakligt dugnalig og íðin starvsfólk.
Vit hava 4 barnagarðstovur við 80 børnum og 2 vøggustovur við 26 børnum og 15 børn í náttúrbarngarði í Æðuvík.
Fyrst í komandi ári lata vit tvær nýggjar vøggustovur upp í Søldafjarðar skúla.
Sóljuhjarta liggur sentralt í meginøkinum.
Vit vænta av tær, at tú:
hevur umsorgan fyri børnum
er íðin, nærlagdur og álítandi
dugir væl at samskifta og hevur góð samstarvsevnir
hevur gott yvirlit og megnar væl at skipa dagin
er nýhugsandi, ígongdsetandi og megnar broytingar um so skuldi verið
sær møguleikar í náttúruni og gera brúk av teimum í arbeiðinum
Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya
Nærri fæst at vita um størvini, við at tosa við til Káru Løkin,leiðara tlf. 297171