Lat aftur Yvirlit list articles in edition

Leygardagur 19. juni 2021 | Nr. 25 | Árgangur 2 | Kr. 0,00

Korona rakar tey ungu nú

SíÐa 2

1 Leygardagur 19. juni 2021

Góðan lesihug og gott Vikuskifti

Nýggj útgáva hvønn leygarmorgun kl. 7

Oddagrein

Finnið heldur eina loysn við samráðingarborðið

Tað er ein trupul støða, sum føroyski arbeiðsmarknaðurin er komin í orsaka av íkomnu ósemjuni millum Føroya Pedagogfelag øðrumegin og Kommunala Arbeiðsgevafelagið og Fíggjarmálaráðið hinumegin.

Ein træta, sum nú er endað við, at pedagogar hava lagt arbeiðið niður. Hava valt at taka teirra sterkasta vápn – verkfallið – í brúk.

Sum aftursvar hevur landsstýrið nú lagt uppskot fyri løgtingið, sum skal – ikki fáa enda á arbeiðsósemjuni, men – lóggeva ávísar partar av námsfrøðiligu arbeiðsstyrkini til arbeiðis aftur sum skjótast.

Ósemjan snýr seg um at endurnýggja ein sáttmála, sum gekk út 1. oktober í fjør – altso partarnir hava havt yvir sjey mánaðir til at fáa viðurskiftini upp á pláss. Tá kann ein spyrja, um áhugi yvirhøvur er at fáa viðurskiftini á økinum upp á pláss, men slíkt er so vanligt í Føroyum, tíverri, har hvørt einstakt lítið fakfelag skal hava sín egna sáttmála. Soleiðis er tað bara.

Tað, sum hendi eftir at pedagogarnir forkastaðu eitt semingsuppskot fyri nøkrum vikum síðani var, at arbeiðstakarin fór undir at lýsa smá stakverkføll, har partar av teirra limum fóru í verkfall í 24 tímar í senn.

Signalið við hesum tiltøkum var at vísa á álvaran í støðuni, og at felagið nú royndi at fáa arbeiðsgevaran til at finna saman í semju.

Eftir triðja stakverkfall svaraðu almennu arbeiðsgevararnir aftur við at lýsa verkbann fyri streikandi pedagogarnar.

Aftursvarið frá felagnum var – ikki óvæntað – at senda allar sínar limir í verkfall.

Almenni arbeiðsgevarin setti hart móti hørðum, og tók stigið til at senda samfelagið í eina óhaldbara støðu, ið sjálvandi ikki kann halda fram leingi.

Samgongupolitikarar, landsstýris- og tingfólk, hava sjálvandi rætt í, at núverandi støða ikki ber til. Tað eigur ikki at koma fyri, at fólk, sum eru so illa fyri, at tey hava brúk fyri hjálp til tað mest natúrliga fyri at klára dagin, ikki fáa neyðuga hjálp.

Og hetta brúkar landsstýrismaðurin sum undanførslu til at leggja aktuella málið fyri løgtingið.

Vit hava fyrr upplivað, at politiska skipanin hevur samtykt lógir fyri eitt nú at tryggja mest natúrligu samfelagsveitingarnar, eitt nú samfersluna, og eisini at djór og fiskar, ikki skuldu hóttast av verkfalli.

Klientarnir hjá Almannaverkinum, sum eru ringast fyri, áttu eisini at fingið hesa trygd.

Men hetta er ikki rætta stundin at veita teimum hesa trygd. Og tað skal heldur ikki gerast við skundlóg.

Tað ber ikki til, at ein landsstýrismaður trýstir ein fakbólk út í verkfall fyri síðan at loysa kreppuna í skundi fyri at bøta um eina brákomna støðu, landsstýrismaðurin sjálvur hevur tikið stig til.

At pilka so grundleggjandi við rættin hjá arbeiðstakaranum at verja síni áhugamál, er ikki nakað, ið skal skundast ígjøgnum meðan nakrir borgarar liggja nærmast í andaleypi og bíða eftir at teirra hjálparar koma til arbeiðis aftur. Slíkt er ómenniskjaligt, miskunnarleyst.

Er ætlanin at gera broytingar í skipanini, so skal tað gerast ‘í friðartíð’ við tí skotbrái og viðgerð, sum krevst til tað.

Tí má áheitanin vera – til báðar partar – vísið samfelagssinni, slakið í onkrum av tykkara krøvum, og sessist við samráðingarborðið til ein loysn er funnin.


SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

  • Blaðið

    Stovnað 2020

    Útgevari: Knassar

    Upplag: 4506

    Lisnar síður: 15805

    Dagført 10. hvørt sekund
  • Samband

    tel. 20 80 80

    [email protected]



    Ingi Samuelsen

    Redaktørur

    [email protected]

    tel. 22 22 73


  • Borgar Kristiansen

    Lýsingarráðgevi

    [email protected]

    tel. 23 66 01

2
Leygardagur 19. juni 2021

Korona rakar tey ungu nú

Serliga tey 10 til 29 ára gomlu eru rakt her í fimtu bylgju

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Tað eru tey yngru ættarliðini, sum eru rakt í hesi fimtu bylgjuni av koronasmittuni, sum herjar í løtuni.

Henda seinasta góðan mánaða síðan 15. mai eru 90 persónar staðfestir við smittuni í Føroyum.

Og tveir triðingar av hesum, 61 persónar, eru í aldrinum 10 til 29 ár.

Tað vísir ein uppgerð, sum Blaðið Vikuskiftið hevur fingið innlit í frá Landslæknanum.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Aldursbólkurin, sum er best umboðaður millum tey smittaðu henda seinasta mánaðin er tey í tjúgunum. 39 persónar í aldrinum 20 til 29 ár hava verið smittað, svarandi til 43 prosent av teimum smittaðu.

Í aldrinum 10 til 19 ár hava verið 22 smittað, 24 prosent.

Av teimum 90 fólkunum, ið hava verið staðfest positiv vóru tvey í elsta aldursbólkinum, yvir 70 ár, og trý í yngsta aldursbólkunum, t.d. 0-9 ár.

Upplýst verður eisini, at av teimum 90 persónunum, sum eru smittaðir síðan 15. mai, eru tey allarflestu smittað í Føroyum. Ein persónur er staðfestur positivur við komu til landið, og ein er staðfestur positivur fýra dagar eftir komu til Føroya. Hinir tilburðirnir koma frá “kendari smittuketu” við undantaki av tveimum persóninum, sum vórðu staðfest smittaður hósdagin. Har er smittuketan ikki kend.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. juni 2021

3 Leygardagur 19. juni 2021

Aftur til samráðingar í dag

Pedagogfelagið, Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið sessast aftur við samráðingarborðið í morgiun

Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Í morgun fara Pedagogfelagið, Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið aftur til samráðingarborðið.

Tað váttaði Terje Sigurðsson, semingsmaður, fyri Kringvarpinum í gjár. Hann hevur kallað partarnar saman klokkan 10.

Semingsstovurin hevur havt fund við partarnar hvør sær, og teir kenna ábyrgd fyri at finna eina loysn, segði Terje Sigurðsson við útvarpið.

Enn hevur eingin partur flutt seg í trætuni um sáttmálan, sum gekk út 1. oktober í fjør, men nú verður so ein roynd gjørt.

Allir limir hjá Pedagogfelagnum hava verið í verkfalli síðani mánadagin, og nú hótta onnur fakfeløg við at taka stríðsstig.

Løgtingið hevði fyrstu viðgerð av lógaruppskotinum hjá Helga Abrahamsen, sum skal fáa námsfrøðingarnar, sum arbeiða á stovnunum á almannaøkinum aftur til arbeiðis.

Málið er nú farið til viðgerð í rættarnevndini. Ætlanin er, at rættarnevndin skal arbeiða skjótt. Kallað er til fundar at framleggja álitið kl. 16 mánadagin.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. juni 2021

4 Leygardagur 19. juni 2021

Fólkatalið í Føroyum heldur fram at vaksa

1. mai búðu 53.305 fólk í Føroyum, ið er 863 fleiri enn um somu tíð í fjør – talan er um ein vøkstur á 1,6 prosent

(Savnsmynd: Hagstovan)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Fólkatalið í Føroyum heldur fram at vaksa. Sambært Hagstovuni búðu 53.305 fólk í Føroyum 1. mai, ið er ein vøkstur á 863 fólk ella 1,6 prosent samanborið við somu tíð í fjør.

Síðan ársskiftið er fólkatalið vaksið við 380 fólkum. Vøksturin stavar frá eini nettoflyting á 275 fólk, og einum burðaravlopi á 105 børn.

Í apríl í ár fluttu 111 fólk til Føroya og 57 fluttu úr Føroyum. Hetta gav eina nettoflyting á 54 fólk, sum er 23 fleiri enn í apríl í fjør. Tá fluttu 80 til Føroya og 49 úr Føroyum, skrivar Hagstovan.

Apríl mánaði gav eitt burðaravlop á 17 børn. Tað er minkað við 11 samanborið við apríl í fjør, tá burðartalið var 11 hægri, meðan deyðatalið var tað sama.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. juni 2021

5

Størv

Starvsfólk til kundatænastuna

Meira Umsóknarfreist: 01. apríl 2024

Byggifrøðingur ella verkfrøðingur til sýnsøkið

Meira Umsóknarfreist: 02. apríl 2024

Starvsfólk til Tænastudeildina á Suðuroyar Sjúkrahúsi

Meira Umsóknarfreist: 04. apríl 2024

Byggileiðari til ArtiCon

Meira Umsóknarfreist: 04. apríl 2024

Fulltrúar til Umhvørvismálaráðið

Meira Umsóknarfreist: 09. apríl 2024

Starvsfólk til roknskapardeildina

Meira Umsóknarfreist: 08. apríl 2024

Starvsfólk til matgerð hjá Sev

Meira Umsóknarfreist:

Bilførarar til IRF

Meira Umsóknarfreist: 10. apríl 2024

Fulltrúi til Mentanardeildina (Farloyvisstarv)

Meira Umsóknarfreist: 11. apríl 2024

Starvsfólk til betongarbeiðið

Meira Umsóknarfreist: 02. apríl 2024

Námsfrøðingur/hjálparfólk til náttúrubarnagarðin Sóljuhjarta

Meira Umsóknarfreist:

Húsasmiður

Meira Umsóknarfreist: 02. apríl 2024
6
Leygardagur 19. juni 2021

Makrelævintýrið er byrjað

Føroyska makrelkvotan er økt við yvir 60.000 tonsum í ár. Hoyvík rakti við makrel farna vikuskifti, og tað gekk ikki lang tíð, so loystu fleiri onnur uppsjóvarskip og settu kós móti makrelfeltinum

Gøtunes (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)
SkrivaÐ:

Kiran Jóanesarson

Føroyski makrelfiskiskapurin er byrjaður, ein mánaða fyrr enn vanligt er.

í síðstu viku fóru tey fyrstu skipini at leita eftir makreli í føroyskum sjógvi, og leygardagin rakti Hoyvík við makrel eystan fyri Føroyar.

Tað gekk skjótt, so loystu fleiri onnur uppsjóvarskip, og settu kós eystureftir á makrelfeltið.

Skipini, sum fóru leygardagin vóru Finnur Fríði, Tróndur í Gøtu, Gøtunes og Høgaberg.

Nøkur skip vóru ikki heilt klár, men riggaðu til fyri at fara avstað í vikuni. Talan er um Christian, Jupiter, Borgaran, Norðing og Katrin Jóhannu.

Verksmiðjuskipið Norðborg hevur í eina tíð verið til fiskiskap í føroyskum sjógvi.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. juni 2021

7 Leygardagur 19. juni 2021

Koppsettir føroyingar kunnu nú fáa danskt koronupass

Kanningarstovan Thetis gevur fólki, sum ætla sær uttanlands, møguleika at fáa talgilt prógv fyri at tey eru koppsett

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Sum nakað nýtt ber til hjá føroyingum at fáa danskt og harvið evropeiskt koronupass. Tað er privata kanningarstovan Thetis, sum nú bjóðar føroyingum, ið eru koppsettir við Pfizer/Biontech at greiða koppsetingartilgongdina soleiðis, at til ber at fáa eitt pass, sum er galdandi í Danmark og øllum Evropa.

Thetis hevur í samstarvi við føroyskar og danskar myndugleikar fingið skipað tað soleiðis, at føroyingar, sum eru koppsettir í Føroyum, kunnu fáa nýggja danska koronupassið, sum eisini er galdandi í øllum Evropa.

Fyri øll koppsett
Annarhvør føroyingur er nú koppsettur fyrru ferð og meira enn fjórðihvør seinnu ferð. Tí mangla í løtuni túsundtals føroyingar tað talgilda koronupassið, sum er krav fyri at fáa atgongd til lond úti í heimi. Koronupassið gevur teimum, sum eru koppsett fyrru ferð, galdandi pass eftir 14 dagar í 42 dagar.

Tey, sum eru koppsett seinnu ferð, fáa pass uttan úrgildiskomu.

- Vit eru sera fegin um at kunna geva føroyingum eitt frælsari summar uttanlands. Flestu lond krevja talgilt koronupass, og tí eru vit errin av, at vit eru komin á mál við at kunna geva koppsettum føroyingum frælsi at ferðast við talgildum koronupassið, sigur Marita Debess Magnussen, stjóri í Thetis í tíðindaskrivi.

[object Object]
Marita Debess Magnussen, stjóri í Thetis

Føroyskir og danskir myndugleikar hava góðkent tænastuna. Tað er krav av hava danskt CPR-nummar og talgilda samleikan Nemid. Ríkisumboðið stendur fyri hesum.

- Tilgongdin hevur gingið væl. Tað hava verið ógvuliga nógvir partar í hesi verkætlan, ið nú er komin á mál. Vit hava havt sera gott samstarv við føroysku myndugleikarnar, Ríkisumboðið, danska heilsumálaráðið, Statens Serum Institut og Sundhedsdatastyrelsen, sigur Marita Debess Magnussen.

Mannagongdin er, at ein skal skráseta seg á coronapass.fo, og síðan møta upp á skrivstovuni hjá Thetis, har avrit verður tikið av passi og gula koppsetingarskjalinum.

Thetis kann longu nú skráseta PCR-koronukanning í danska koronupassinum.

Tænastan er sera nógv umbiðin, og nú er tilboðið víðkað til eisini at kunna fáa koppsetingina í passið.

Kostnaðurin fyri at fáa eitt koronapass frá Thetis er, sambært heimasíðuni, 250 krónur.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. juni 2021

8 Leygardagur 19. juni 2021

Størstu kommunurnar stóðu fyri 79 prosent av vøkstrinum

Vøksturin í fólkatalinum í Tórshavnar kommunu og Klaksvíkar kommunu var ávikavíst 1,7 og 1,6 prosent í mai – Hovs kommuna hevði størsta vøksturin, meðan Sumbiar kommuna hevði størstu afturgongdina

(Savnsmynd: Hagstovan)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

1. mai í ár búðu 53.305 fólk í Føroyum – ein vøkstur á 863 fólk ella 1,6 prosent samanborið við somu tíð í fjør.

Tá hugt verður at vøkstrinum í teimum ymsu kommununum sæst, at størsti vøksturin í tali var í størstu kommununum. Tórshavnar-, Klaksvíkar-, Runavíkar-, Eystur- og Nes kommuna standa fyri 79 prosent av vøkstrinum, skrivar Hagstovan.

Í mai 2020 búðu 22.133 fólk í høvuðsstaðarkommununi, og í mai í ár var talið komið upp á 22.519. Tað er ein vøkstur á 386 fólk ella 1,7 prosent.

Í næststørstu kommununi í landinum – Klaksvíkar kommunu – er prosent vøksturin næstan tann sami. Har vaks fólkatalið við 1,6 prosent. Í mai 2020 búðu 5.269 fólk í kommununi, og í mai í ár búðu 5.355 fólk – 86 fólk fleiri.

Størsti prosentvøksturin var í Hov kommunu og Skopunar kommunu, har fólkatalið vaks við ávikavíst 6,2 og 4,3 prosent. Í Hovs kommunu búgva 103 fólk, ið er seks fleiri enn í fjør. Í Skopunar kommunu búgva 461 fólk, ið er 19 fleiri enn í fjør.

Sumbiar kommuna størstu afturgongdina
Í øðrum kommunum var talan tó ikki um ein vøkstur í fólkatalinum men um eina minking.

Tann kommunan, sum hevði størstu afturgongdina, var Sumbiar kommuna. Í mai búðu 349 fólk, ið er 11 fólk færri enn í mai í fjør. Har er talan um eina afturgongd á 3,1 prosent.

Næststørsta afturgongdin var í Húsavíkar kommunu, Kunoyar kommunu, og Fugloyar kommunu, sum allar høvdu eina afturgongd á 2,6 prosent. 

Í Fugloyar kommunu minkaði fólkatalið úr 39 niður í 38, í Kunoyar kommunu minkaði fólkatalið úr 152 niður í 148, og í Húsavíkar kommunu minkaði talið úr 116 niður í 113.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. juni 2021

9 Leygardagur 19. juni 2021

Innflutningurin og útflutningurin næstan eins stórir

Frá mai 2020 til apríl 2021 vóru tølini ávíkavist 8,2 og 8,1 millard krónur. Innflutningurin er 300 milliónir minni enn undanfarna skeið, men nógv meira er innflutt til beinleiðis húsarhaldsnýtslu - útflutningurin av fiskavørum minkaði við einari 1,1 milliard

Laksaútflutningurin minkaði við 360 milliónum - sum er 9 prosent - útflutningurin av toski er minkaði 31% bæði í nøgd og virði (Mynd: Hagstova Føroya)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Hagstovan hevur gjørt tølini upp fyri útflutning og innflutning fyri tíðarskeiðið mai 2020 til apríl 2021.

Tað er eyðsæð at koronufarsóttin hevur ávirkan á tølini, sum ikki eru so jalig. Hagstovan skrivar, at tað er minni útflutt í flest øllum vørubólkum - útflutt varð fyri 8,1 milliardir í tíðarskeiðnum.

Samanlagt er útflutningurin av fiskavørum minkaður við 1,1 milliard, um. kr. 12-samanborið verður við undanfarna skeið (2019-2020).

Laksaútflutningurin minkaði við 360 milliónum krónum, sum er níggju prosent, hóast nøgdin vaks við trimum prosentum.  Útflutningurin av toski er minkaður við 31 prosentum - bæði í nøgd og virði.

Stórur vøkstur í privatum innlflutningi
Innflutningurin er minkaður við 300 milliónum. Samanlagt varð innflutt fyri 8,2 milliardir síðsta árið.

Skipainnflutningurin minkaði við 450 milliónum krónur. Ein vøkstur sást tó í beinleiðis húsarhaldsnýtslu sambært Hagstovuni Hon er vaksin við 250 milliónum -  15 prosentum.

Innflutningurin av maskinum, útgerð og tilfari til vinnuna er eisini vaksin




Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. juni 2021

10 Leygardagur 19. juni 2021

Omanlop á Tjørnuvíksvegnum

Stór skriða stongdi vegasambandið til Tjørnuvíkar í fleiri tímar fríggjamorgunin

(Mynd: Tjørnuvíkingar á Facebook)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað var ikki koyrandi úr og til Tjørnuvíkar fríggjamorgunin. Klokkan hálvgun sjey fekk løgreglan fráboðan um, at stórt grót ella klettar vóru á vegnum, og at tað ikki var koyrandi.

Landsverk mátti tí senda boð eftir maskinum fyri at koma og rudda vegin fyri omandotna tilfarið.

Omanlopið hendi á Enninum, sum ikki er langt frá bygdini.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. juni 2021

11 Leygardagur 19. juni 2021

Siga kortanei til asfaltverk á Sundi

- Talan er um eitt verk við dálkandi evnum og lukti, sum bara verður um 300 metrar frá bygdum øki - bóndagarðinum á Sundi - og um 900 metrar frá næstu húsunum á Fløtum í Kaldbak. Og tað kann ikki góðtakast, siga staðbundnu limirnir í Kaldbaksnevndini

(Savnsmynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

- Vit mótmæla staðiliga ætlanini at byggja eitt asfaltverk afturat á Sundi, men mæla afturímóti til at gera eina heildarætlan fyri Sund uttan asfaltverk, siga staðbundnu limirnir í kaldbaksnevndini. 

- Talan er um eitt verk við dálkandi evnum og lukti, sum bara verður um 300 metrar frá bygdum øki - bóndagarðinum á Sundi - og um 900 metrar frá næstu húsunum á Fløtum í Kaldbak.  

- Og tað kunnu vit ikki góðtaka, sláa Jóhann Mortensen, Ingi á Smið og Teitur í Sjúrðargarði fast í hoyringsskrivi um eitt asfaltverk. 

Asfaltverk eru í umhvørvisflokki 6, sum er tann næstovasti umhvørvisbólkurin. Eftir ásetingum fyri smærri asfaltverk skal frástøðan til bygt øki vera í minsta lagi 300 metrar. Fyri størri asfaltverk skal frástøðan vera 500 metrar, men ein størri frástøða eigur at verða umhugsað, stendur í danskari handbók fyri umhvørvi- og býarplanlegging. 

Teitur í Sjúrðargarði, Ingi á Smið og Jóhann Mortensen siga, at ætlanin er ikki í samsvar við fráboðanina hjá undanfarna meiriluta - fólkaflokkinum, tjóðveldi og framsókn - um, at nýggja vinnuøkið skuldi vera eitt grønt vinnuøki. 

Staðbundnu limirnir í kaldbaksnevndini mæla til, at ein heildarætlan verður gjørd, sum núverandi meiriluti - javnaðarflokkurin og sambandsflokkurin - skeyt ypp í juni í 2017, men sum meirilutin tá ikki lat koma til atkvøðugreiðslu. 

Asfalt fram um aling 
Tólv fyritøkur hava søkt um at leiga alt, ella ein part, av økinum eystan fyri Sundsá. Havnameistarin mælti havnanevndini til at leiga økið til tvey asfaltverk og eina sand- og skervgoymslu. 

Millum umsøkjararnar eru umsóknir um vistfrøðiliga síla- og laksaaling, smoltstøð, verkstøð og goymslur. 

Havnanevndin samtykti á fundi í apríl at leiga ein part av økinum til eitt asfaltverk, sum eitt felag, ætlanin er at stovna, skal byggja. Somuleiðis varð avgjørt at leggja málið fyri kaldbaksnevndina. 

Teir staðbundnu limirnir í kaldbaksnevndini mótmæla staðiliga ætlanini í hoyringsskrivi, og á fundi í mai avgjørdi kaldbaksnevndin at leggja ætlanina fyri ein borgarafund.  

Borgarafundurin var mánakvøldið. Útvið 60 fólk vóru á fundi. Nógv tóku orðið, men eingin tók undir við ætlanini. Tvørturímóti.  

Eingir fyrimunir - bara ampar 
Jóhann Mortensen, Ingi á Smið og Teitur í Sjúrðargarði vísa á, at tað verður í tilfarinum um asfaltverkið nevnt, at fleiri fyrimunir eru at leggja asfaltverk á Sundi, m.a. tí at tað liggur nærhendis bryggjuøki.  

- Men vit fara at sláa fast við sjeytumma seymi, at hesir fyrimundir standa ikki mát við ampan og teir heilsuvandarnar, sum fólkið við Kaldbaksfjørð fær av at leggja asfaltverk á nýggja vinnuøkinum á Sundi afturat tí, sum er á tí gamla vinnuøkinum. 

Á Kaldbaksfirði royna bátar eftir hummara. Kavarar taka kræklig, øðu og igulker til matstovur. Taraaling er á fjørðinum og stundum verður trolað eftir brislingi.  

- Hvørja ávirkan hevur eitt asfaltverk, sum er í næstaovasta bólki fyri vandamiklar vinnur, á lívið í fjørðinum, spyrja teir tríggir.  

Teir gera eisini vart við, at frammanundan eru við og nærhendis Kaldbaksfjørð olju-orkuverk, oljugoymsla, oljuflutningur, skerv og sandgoymsla, asfaltverk, biogassverk, betongvirki og brennistøð, sum øll eru í ovaru umhvørvisbólkunum.  

- Hvussu nógv kann hetta umhvørvið - hetta lutfalsliga lítla økið - og hesin fjørðurin tola? 

Gerið nú eina heildarætlan 
Tá byggisamtyktin fyri Sund varð viðgørd í 2017, nýttu íbúgvarnir við Kaldbaksfjørð høvi at lata inn hoyringsskriv. Heili 98 prosent av fólkinum í gomlu Kaldbaks kommunu tóku undir hoyringsskrivinum, sum hvassliga mótmælti ætlanini at leggja tunnilsgrótið eystanfyri Sundsá. 

Meirilutin, sum tá stjórnaði Tórshavnar kommunu - tjóðveldi, fólkaflokkurin og framsókn - tók ikki undir við fólkinum við Kaldbaksfjørð. Minnilutin - javnaðarflokkurin og sambandsflokkurin - tók afturímóti undir við kaldbaksfólki, og skeyt upp at  gera eina heildarætlan fyri Sund. Men meirilutin lat ikki uppskotið hjá minnilutanum koma til atkvøðugreiðslu á býráðsfundi fyrts í juni í 2017. 

Politiska støðan er nú broytt og minnilutin tá - javnaðarflokkurin og sambandsflokkurin - situr við valdinum.  

- Vit mæla til, at nú verður ein heildarætlanin, uttan asfaltverk, gjørd, og at hon verður evnað í samstarvi við Áhugafelagið við Kaldbaksfjørð, siga Jóhann Mortensen, Ingi á Smið og Teitur í Sjúrðargarði m.a. í hoyringsskrivinum. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. juni 2021

12 Leygardagur 19. juni 2021

Stórur og bulmikil gestur á vitjan

Eitt Boeing C-17 Globemaster farmaflogfar hjá bretsku verjuni gjørdi royndir á Vága Floghavn hósdagin

Frá vitjanini í mars (Mynd: Vága floghavn)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Eitt risastórt flutningsflogfar hjá bretska Royal Air Force var hósdagin á vitjan í Vága Floghavn.

Hetta er størsta flogfar, ið hevur vitjað í Vágum. Sama flogfar, ella eitt av sama slag, var fyri fyrstu ferð í Vágum í mars mánaði.

- Talan er um venjingar fyri at venja manningina til at lenda og fara á flog á lutfalsliga stuttum og smølum breytum, har topografiin kann vera avbjóðandi, greiðir Regin I. Jakobsen, flogvallastjóri frá.

Flogfarið er av slagnum Boeing C-17 Globemaster III við fýra jet-motorum hangandi undir veingjunum.

Hetta eru flogfør, ið kunnu flúgva við stórari og tungari last, ongin trupulleiki er at flyta stórar maskinur við hesum flogfarinum, tær kunnu koyra umborð.

Regin I. Jakobsen greiðir til sammetingar frá, at tá størsta flogfarið hjá Atlantsflog er fultlastað, vigar tað 79 tons. Hetta flogfarið kann viga upp í 265 tons. Sjálvt flogfarið vitar 125 tons, og so kann tað taka 130 tons umborð afturat. So talan er um eitt ógvusligt flogfar, sammett við A-320 hjá Atlantsflog.

Áðrenn bretska hernaðarflogfarið setti, seg fleyg tað nakrar ferðir runt og nærkaðist flogvøllinum frá báðum síðum fyri síðan at seta ferðina uppaftur.

Hetta gjørdi flogfarið eisini, tá tað vitjaði fyrr í ár. Nakað fyri klokkan 13 setti tað seg so á flogvøllin, stóð á norðara enda eina løtu, og fór so á flog aftur suðuryvir.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. juni 2021

13 Leygardagur 19. juni 2021

Nú letur gistingarhúsið á Mølini upp

Sunnudagin verður møguligt hjá almenninginum at síggja nýggja gistingarhúsið í Sandoynni

(Mynd: Mølin)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Nú verður latið upp fyri bókingum á Mølini í Skálavík. Í januar 2020 var byrjað at grava og planera, og nú stendur ein lon við tíggju kømrum klár. So at siga.

- Vit hava stríðst í fleiri mánaðir. Í dag verður túnið stoypt og í morgin taka vit av okkum seinastu snøklunum, so sum at vaska, heinga gardinur upp og so framvegis, sigur Martin Karl Olsen.

Hann hevur saman við konuni, Biritu Dalsgaard Olsen síðani 2018 rikið caféina á Mølini, og nú verður virksemið víðkað við eisini at umfata gisting.

Bókingarnar byrja spakuliga at koma inn, men vit hava ikki verið frammi so nógv við hesum enn, so vit vænta, at fleiri fara at koma nú, sigur Martin Karl Olsen. Hann greiðir frá, at tey higartil hava eini 10-20 bókingar til í summar.

- Vit eru øgiliga spent og vónrík um at tað skal eydnast. Og í øllum førum vóna vit, at tað fer at eydnast at fáa føroyingar at koma suður til Skálavíkar í summar.

Tey hava skrásett seg á altjóða bókingarsíðuni booking.com umframt, at tað eisini ber til at bíleggja umvegis heimasíðuna hjá Mølini.

Tey tíggju kømrini eru umleið 22 fermetrar til støddar, og hava egið baðirúm og gott útsýni, verður sagt.

Sunnudagin millum klokkan 14 og 17 verður møguleiki at hyggja inn á gólvið á Mølini og síggja nýggju gistingarmøguleikarnir í oynni. Kaffi og køkur verða eisini at fáa.

Í apríl skrivaði Blaðið Vikuskifti eina longri grein um nýggja gistingarhúsið. Les ta greinina her.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. juni 2021

14 Leygardagur 19. juni 2021

Atlantsflog í Gardemoen

Í gjár tók Atlantsflog upp rutuflúgvingina til norska høvuðsstaðin

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Atlantsflog flýgur nú aftur til Noregs í fastari flúgving eina ferð um vikuna.

Men vesturnorski býurin Bergen er nú vrakaður til frama fyri høvuðsstaðin, Oslo.

Mikudagin fór fyrsta flogfarið hjá Atlantsflog úr Vágum beinleiðis til Gardemoen floghavnina í Oslo á hesum sinni.

Í Gardemoen var lítil móttøka, har floghavnin bjóðaði flogfelagnum vælkomnum sum kunda.

Flogið verður til norska høvuðsstaðin hvønn mikudag, og sum skilst er ætlanin bert at flúgva í summarhálvuni. Sambært heimasíðuni hjá Atlantsflog verður flogið hvørja viku í ár fram til 29. september.

[object Object]



Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. juni 2021

15 Leygardagur 19. juni 2021

Forskúlaálit handað Klaksvíkar kommunu

Í mars mánað samtykti Klaksvíkar býráð at seta ein arbeiðsbólk at lýsa møguleikar og kanna fyrimunir og vansar við at skipa ein forskúla á Skúlatrøð í Klaksvík, og hósdagin fekk Eyðstein Ó. Poulsen, formaður í trivnaðarnevndini børn & ung álitið handað.

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

- Vit skulu hesi komandi árini gera stórar íløgur í bæði dagstovnaøkið og á Skúlatrøð, har tilgongdin at fyrireika og fremja 2. og 3. byggistig longu er byrjað. Tí er hetta júst rætta løtan hjá býráðnum at kanna og viðgera spurningin um forskúla ella ikki, tí tann avgerðin hevur stóra ávirkan á, hvussu bæði dagstovnaøkið og skúlin skulu skipast og útbyggjast víðari, sigur Eyðstein Ólason Poulsen, formaður í trivnaðarnevndini børn & ung.

- Hetta er eitt týðandi og prinsippielt mál, sum mær kunnugt ongantíð áður hevur fingið nakra stórvegis viðgerð. Tí var tørvur á at geva nevndum og býráðnum eitt kvalifiserað grundarlag at viðgera málið útfrá.

- Arbeiðssetningurin hjá arbeiðsbólkinum, sum býráðið setti 25. mars, var at lýsa møguleikarnar og at greiða frá fyrimunum og vansum við at skipa ein forskúla á Skúlatrøð, soleiðis at vit í politisku skipanini fáa eitt grundarlag til at viðgera málið útfrá, sigur Eyðstein.

Arbeiðsbólkurin, sum var mannaður við umboðum fyri dagstovnaøkið, skúlan, námsfrøðiligu ráðgevingina, umsiting og býráðslimir, hevur verið á vitjan í øðrum kommunum, sum hava skipað forskúla, fyri at síggja umstøður og hoyra um teirra royndir. Serfrøðingar í og uttan fyri bólkin hava lagt fram sína vitan um námsfrøðilig tilmæli í sambandi við forskúlar og líknandi skipanir og skiftini millum tilboð. Arbeiðsbólkurin hevði síðani nakrar viðgerandi fundir, har ástøðir og viðkomandi faklig evni og uppskot vórðu umrødd, og tilmælini til býráðið orðað.

Ráðgevingarfyritøkan CommIT hjá Ingibjørg Berg og Theresu Turidardóttir Kreutzmann hevur staðið fyri tilgondini og hevur samskipað arbeiðið við álitinum.

- Hósdagin var álitið handað, og samstundis var framløga fyri býráðslimum, sum eisini fingu høvi at seta spurningar, og nú verður álitið lagt fyri avvarðandi nevndir og býráðið til umrøðu og viðgerð, upplýsir Eyðstein Ó. Poulsen, nevndarformaður.

Í arbeiðsbólkinum hava sitið: Eyðstein Ólason Poulsen, formaður í trivnaðarnevndini, Karl Johansen, borgarstjóri, Signhild V. Johannesen, umboð fyri býráðsminnilutan, John Færø, trivnaðarstjóri, Niels Juel Arge, barnaansingarsamskipari, Ann Mari Kjølbro, umboð fyri dagstovnaleiðarar, Maja Højsted umboð fyri dagstovnaleiðarar, Jórun Andreasen, forkvinna í skúlastýrinum, Vagn Foldbo, skúlastjóri, Rannvá Joensen, starvsfólkaumboð og Anja Mikkjalsdóttir Olsen, umboð fyri námsfrøðiligu ráðgevingina.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. juni 2021

16 Leygardagur 19. juni 2021

Guðmundur Joensen gevst sum leiðari á Ítróttaháskúlanum

Eftir fimm ár sum leiðari av Ítróttarháskúlanum í Suðuroy gevst Guðmundur Joensen í starvinum. Skúlin skal hava nýggjan leiðara

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Eftir fimm ár sum leiðari av Ítróttaháskúlanum í Suðuroy hevur Guðmundur Joensen valt at leita nýggjar leiðir, og skal Ítróttaháskúlin tí hava nýggjan leiðara.

Guðmundur Joensen varð settur sum leiðari á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy tíðliga á sumri 2016 við høvuðsuppgávu at byggja upp eitt nýtt annarleiðis háskúlatilboð í Føroyum, har fyrstu næmingarnir skuldu byrja um miðjan august í 2016. Burturúr ongum hevur Guðmundur staðið gingið á odda og uppbygt eitt einastandandi skúlatilboð til ungdómar her á landi og uttanlands, har kjarnin er adventure, ítróttur og upplivingar í náttúruni.

Guðmundur hevur verið ímyndin av Ítróttaháskúlanum í Suðuroy og eru vit ómetaliga takksom fyri tað stóra arbeiðið, sum Guðmundur hevur lagt í at byggja upp hetta heilt einastandandi skúlatilboðið, sum jú eisini er eitt stórt aktiv fyri nærumhvørvið, sigur Dennis Holm, stýrisformaður í Ítróttaháskúlanum í Suðuroy.

Uppá heilt stutta tíð er Ítróttaháskúlin uppbygdir til at verða eitt skúlatilboð, sum dregur ungdómar úr øllum heraðshornum. Karmarnir eru eisini vorðnir betur og betur og í januar varð nýtt næmingaheim tikið í nýtslu, og hetta letur eisini upp fyri nýggjum møguleikum á Ítróttaháskúlanum. Arbeitt verður við at fáa nýggjar karmar til skúlapartin, sum eisini er átroðkandi nú talið av næmingum er økt til 48 næmingar.

- Hetta verða eisini nakrar av teimum uppgávunum, sum nýggi leiðarin kemur at arbeiða við, sigur Dennis Holm.

Stýrið fyri Ítróttaháskúlan í Suðuroy er farið undir at fyrireika at søkja eftir nýggjum leiðara og verður lýst eftir leiðara eftir summarfrítíðina.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. juni 2021

17 Leygardagur 19. juni 2021

Marjun Holm fer frá sum skúlastjóri

Hátíðarløta var á Skúlanum á Argjahamri hósdagin í sambandi við, at Marjun Holm leggur frá sær sum skúlastjóri

(Mynd: Tórshavnar kommuna)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Hon byrjaði í august 2001 í starvinum sum skúlastjóri í Argja skúla, har hon var til skúlin í 2011 flutti í nýggja bygningin á Hamrinum og fekk navnið Skúlin á Argjahamri.

- Tá tú komst til skúlan á Argjum komst tú til ein skúla við eini gamlari og rótfestari mentan. Tú komst inn sum ein frískur vindur við nýhugsan og fór beinanvegin undir at flyta skúlin fram í nútíðina og eitt gott fet inn í framtíðina.

- Henda nýhugsan fylgdi tær niðan á Hamaran. Tú hevur sostatt í skúlahøpi verið avbera málrættað og øgiliga treisk. Men tað hevur sanniliga eisini givið úrslit, segði borgarstjórin, Heðin Mortensen millum annað í røðu til hátíðarløtuna.

- Broytingin var stór frá Argja Skúla og til Skúlan á Argjahamri. Hesin skúlin varð tikin í nýtslu í 2011, so tað eru longu 10 ár síðan, at tú tókst yvir leiðsluna á hesum stóra og stásiliga skúlanum. Og tað var ikki smávegis uppgáva.

- Vit kenna teg eisini sum sera aktiva, tú gongur, tú súkklar og tú svimur. Og tað fært tú alt betur stundir til, nú tú tíverri fer frá sum skúlastjóri. Hartil lesur tú nógv – og tað fær meg at hugsa um tykkara vælútbygda bókasavn her á skúlanum.

- Tú ert eisini kend fyri at vera sera familjukær, og tað er ikki minst børn og ommubørn hjá systrunum, ið hava notið ágóðan av tí. Tey fert tú eisini at fáa betur stundir til.

- Eg fari vegna Tórshavnar býráð at takka tær hjartaliga fyri títt drúgva og góða arbeiði og ynskja tær og Sjúrða alt tað besta í tí komandi, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda, áðrenn hann handaði Marjuni blómur og gávu, segði Heðin Mortensen millum annað.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. juni 2021

18 Leygardagur 19. juni 2021

Reisigildi í Mentanarhúsinum í Klaksvík

Verður eftir ætlan liðugt næsta summar

(Mynd: Dávur Winther)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Fríggjadagin var hátíðarhald í Mentanarhúsinum í Klaksvík.

Teir sjey tons tungum høvuðsdragararnir, sum samstundis eru teknikbrúgvar eru komnir upp at liggja, og í gjár var reisigildi við røðum og tónleiki.

Tað er Kanjon, sum í partalagi hevur havt útførandi leiklutin og Ósbjørn Jacobsen Arkitekrar hava verið høvuðsráðgevarar.

Kostnaðarætlanin er 60 milliónir krónur, og ætlanin er at flyta inn næsta summar.

[object Object]
(Mynd: Dávur Winther)

[object Object]
(Mynd: Dávur Winther)

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. juni 2021

19 Leygardagur 19. juni 2021

Nýggjur barnagarður við Norðoyri reistur

Síðsta fríggjadag var reisigildi, og sum nakað serligt vóru børnini, sum hava fingið pláss á nýggja stovninum eftir summarfrítíðina, boðin við til hátíðarhaldið

(Mynd: Klaksvíkar kommuna)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Fríggjadagin 11. juni varð nýggi barnagarðurin á Norðoyri reistur. Spakin varð settur í 26. mars, og nú, góðar tveir mánaðir eftir, veittraði Merkið yvir nýggja stovninum, sum eftir ætlan skal standa liðugur longu í august.

Fitt av fólki var komið saman til reisigildið á Norðoyri, og sum nakað serligt vóru børnini, ið hava fingið pláss á nýggja stovninum eftir summarfrítíðina, eisini boðin við til hátíðarhaldið, skrivar Klaksvíkar kommuna.

Eyðstein Poulsen, formaður í trivnaðarnevndini børn og ung, segði nøkur orð, og Rakul Ró sang tveir sangir, umframt at børnini fingu eitt træ frá býargartnaranum, sum tey høvdu sett sítt navn á.

[object Object]

Umstøður vóru ikki til at seta trøini niður henda dagin, men seinni í summar fara børnini at gróðurseta, hvør sítt egna træ við júst teirra navni á, kring nýggja dagstovnin á Norðoyri, skrivar kommunan.

Bygningurin, sum nú er reistur, líkist sera nógv nýggjasta partinum av Fjallafípuni, sum Norðhús somuleiðis var við at byggja. Tann byggingin tók sjey mánaðir, frá at spakin varð settur í, og til at børn og starvsfólk kundu taka stovurnar í nýtslu. Tí hevur Klaksvíkar kommuna góðar vónir til, at eisini hesin bygningurin kann takast í brúk innan stutta tíð.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. juni 2021

20 Leygardagur 19. juni 2021

Sosialur ójavni økir váðan fyri diabetes

Nýggj grein, sum Fróðskaparsetrið og Fólkaheilsuráðið hava samstarvað um, vísir, at váðin fyri diabetes er ójavnt býttur millum sosialar bólkar í Føroyum

– Hetta er fyrsta vísindaliga greinin, sum viðger sosialan ójavna og váða fyri einari av teimum størstu og skjótast vaksandi fólkasjúkunum, sigur Magni Mohr, professari á Fróðskaparsetrinum og formaður í Fólkaheilsuráðnum, sum er ein av høvuðsrithøvundunum
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Tað eru Vár Honnudóttir, Marin Strøm og Magni Mohr, sum eru høvuðsrithøvundar, og Anna Sofía Veyhe, Pál Weihe og danskir granskarar hava eisini verið partur av verkætlanini. Greinin eitur "Social inequality in type 2 diabetes mellitus in the Faroe Islands: a cross-sectional study", og hon varð fyri stuttum almannakunngjørd í tíðarritinum, Scandinavian Journal of Public Health, og hon byggir á dátur frá kanning hjá Fólkaheilsuráðnum.

Kanningin brúkar útbúgvingarstig sum mát fyri sosioøkonomiska støðu og vísir, at váðin fyri at hava typu 2 diabetes fylgir útbúgvingarstiginum.

- Vit síggja m.a., at váðin fyri at fáa sjúkuna er munandi størri hjá teimum á lágum útbúgvingarstigi, samborið við tey á høgum útbúgvingarstigi, sigur Vár Honnudóttir frá Fólkaheilsuráðnum.

Tann hægri váðin hongur lutvíst saman við heilsuatburði.

3-4000 føroyingar
Títtleikin av typu 2 diabetes veksur við rúkandi ferð um allan heim, og heimsheilsustovnurin, WHO, metir, at umleið 650 milliónir fólk fara at hava sjúkuna í 2040.

Í Føroyum verður mett, at 3000-4000 fólk hava typu 2 diabetes og at kanska líka nógv ella enn fleiri hava prediabetes (byrjandi typu 2 diabetes), um vit hyggja at altjóða tølum. M.a. kann nevnast, at hvør triði vaksin amerikanari hevur prediabetes.

- Okkara úrslit eru í tráð við altjóða kanningar, ið somuleiðis vísa sosialan ójavna í váðanum fyri typu 2 diabetes, men vit hava lyndi til at halda, at Føroyar eru eitt javnari samfelag enn flestu onnur samfeløg, so tí er umráðandi at kanna, um somu mynstur síggjast hjá okkum, sigur Marin Strøm, lektari í fólkaheilsu á Fróðskaparsetrinum.

- Í londunum rundan um okkum síggja vit, at lág útbúgving er ein tann týdningarmesti tátturin, tá tað snýr seg um almenna heilsustøðu og deyðsváða, og hetta er fyrsta vísindaliga greinin, sum viðger sosialan ójavna og váða fyri einari av teimum størstu og skjótast vaksandi fólkasjúkunum, sigur Magni Mohr, professari á Fróðskaparsetrinum og formaður í Fólkaheilsuráðnum. Hann hevur haft høvuðsábyrgdina av hesi granskingarverkætlanini.

Magni Mohr metir, at tølini vísa tekin um, at ójavni er í heilsustøðuni í Føroyum, og at vit tískil eiga at tryggja, at fyribyrgjandi átøk vera ment soleiðis, at tey umfata og røkka allar borgarar í samfelagnum.

Nýggj diabetesmiðstøð í umbúna
Greinin er háaktuell, nú nýggj diabetesmiðstøð er í umbúna at stovnsseta í Føroyum í samstarvi við Novo Nordisk Grunnin.

Granskingarbólkurin arbeiðir í løtuni við nýggjari verkætlan, sum fer at hyggja breiðari at sambandinum millum sosiala støðu, heilsu og sjúkuváða.

Eftir ætlan verða hesi granskingarúrslitini almannakunngjørd í komandi ári.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. juni 2021

21 Leygardagur 19. juni 2021

Luna fingið nýtt aliøki í Vestmannasundi

Luna fer at brúka tvær streymverjur norðanfyri og eina sunnanfyri aliøki. Streymverjurnar eru gjørdar úr líknandi tilfari sum aliringarnar, tó nakað sterkari.

(Mynd: Heilsufrøðiliga Starvsstovan)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Luna hevur fingið tilluta eitt nýtt aliøki í Bug við tunnilsmunnan í Vestmannasundi. Tað skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan.

Samstundis sum tað kunnu vera nógvir fyrimunir við harða streyminum, er harði streymurin eisini ein avbjóðing. Tí hevur Luna yvir eitt tíðarskeið kannað streymviðurskiftini og gjørt royndir við at temja streymin.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at Luna fer at brúka tvær streymverjur norðanfyri og eina sunnan fyri aliøki. Streymverjurnar eru gjørdar úr líknandi tilfari sum aliringarnar, tó nakað sterkari. Niðurúr vatnskorpuni hongur eitt net sum er fest í ein søkkring.

Aliumstøðurnar í Bug líkjast annars tí sum Luna kennir frá Vestmannasundi, har Luna frammanundan hevur eitt aliøki, streymhart, men ikki nógv alda. 

Ætlanin er at leggja eina rammu við fimm plássum har fimm ringar kunnu liggja.

Tað hevur stóran týdning fyri Luna at deila framleiðsluna yvir fleiri økir. Framleiðslan verður javnari gjøgnum árið og vit minka munandi um váðan við at hava fleiri smærri aliøkir, enn fá stór aliøkir. Framleiðsluumførini verða fleiri og styttri, og vit fáa somuleiðis gagnnýtt smoltstøðina nógv betri, sigur Atli Gregersen, stjóri í Luna.

Ætlanin er at seta fisk út í september.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. juni 2021

22 Leygardagur 19. juni 2021

Sáttmáli undirskrivaður til nýggja Sjóvinnustýrið

Sáttmálin til nýggja Sjóvinnustýrið varð undirskrivaður mánadagin – byggingin skal verða liðug í mai 2023

(Mynd: Jákup F. S. Olsen)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Samkoma var á Fiskastykkinum í Sandavági mánadagin, har stjórin á Landsverki, Sigurd L. Lamhauge og stjórin á Búsetri, Sjúrður Holm undirskrivaðu sáttmálan til nýggja Sjóvinnustýrið.

Heildararbeiðstøkusáttmálin er á knappar 23,8 milliónir krónur, skrivar Landsverk.

Sigurd L. Lamhauge bjóðaði vælkomin, síðani bar Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður við uhvørvis- og vinnumálum, fram røðu. Ragnar Zachariasen frá Zeta arkitektum hevði eisini eina framløgu um nýggja bygningin hjá Sjóvinnustýrinum, sum skal byggjast á Giljanesi.

Prosjekteringin er farin í gongd, og skal hon verða liðug í desember. Byggingin skal verða liðug í mai 2023.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. juni 2021

23 Leygardagur 19. juni 2021

28 lærlingar fingið prógv á Tekniska skúla

Prógvhandan var á Tekniska Skúla í Klaksvík fríggjadagin

Maskin-flokkurin, frá vinstru: Karl Emil Lervig (Mest), Andrias Klein (Pomek), Oluf Durhuus (KSS), Mialy R. Zachariasen (Mest), Óli Poulsen (Áway Service), Samuel Gunnarstein (KSS), Gestur Hans Ternustein (Mest), Heðin Hávarsá (TTS), Niklas R. Højgaard (Mest), Tommy Karlsen (TTS) og Naja Ritter Aa (Pomek)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Fríggjadagin fingu 28 lærlingar prógv á Tekniska Skúlanum í Klaksvík. Sjey í elektrikarafakinum, tíggju í timburfakinum og ellivu í maskinfakinum. 

Nógv vóru komin at hátíðarhalda sveinarnar og tað varð tí ein hugnalig og heiðurlig løta við felagssangi og røðum. Gestarøðari hesaferð var Karstin Joensen frá Elcon. 

[object Object]
Timbur-flokkurin, frá vinstru: Torleivur A. Rasmussen (Malltek), Jóannes Hendrikur Juul (Norðsetur), Rúni Joensen (Malltek), Elias Debes (Norðsetur), Anna á Fløtti Anthoniussen (Norðhús), Jákup I. Bech (Kanjon), Bent Johnny Olsen (Byggivirkið KBH), Karl A. Løkin (Heildarverk), Silas Ejdesgaard (Jóhan Petur Vang) og Rói Kalsø Danielsen (Malltek)

[object Object]Eyðun Jacobsen (Elcon), Ólavur Weihe (LM Electric), Helgi Simonsen (EL-IN), Marjus á Marknagili Debes (EL-Service), Óli Gregersen (TTS), Bojan Elek (Elcon) og Jákup Hansen (Maskinhandilin).

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. juni 2021

24 Leygardagur 19. juni 2021

Kommunur: Vit mugu hjálpast at at niðurberja skøruna

Í Nes kommunu og Runavíkar kommunu verður arbeitt við at niðurberja skøru, og verður tí heitt á borgarar um at týna plantuna í egnum øki

(Savnsmynd)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Runavíkar kommuna og Nes kommuna heita nú á sínar borgarar um at gera sítt til at niðurberja skøruna við at týna hana í teirra egna øki og felagøkjum.

– Runt um í kommununi sæst skøra á nøkrum støðum. Til tess at fyribyrgja, at skøra fær fótafesti og spjaðir seg, verður heitt á fólk um at grava skøruna upp í egnum øki og í felagsøkjum, skrivar Nes kommuna á heimasíðuna.

– Oftast sæst skøra framvið vegum, gøtum og á traðum í kommununi, har hon hevur fest seg í lendið, har annar vøkstur ikki er so nógvur. Fær skøra fótafesti, kann hon vaksa seg stóra og spjaðast.

Runavíkar kommuna arbeiðir eisini við at niðurberja skøruna.

– Skøran spjaðir seg allastaðni, og tí vil kommunan heita á borgararnar um at týna hana á egnum øki, skrivar kommunan.

Ein kann týna skøru við at taka alla plantuna upp við rót og pørtum av rót og síðani beina hana burtur saman við øðrum burturkasti. Skøran má ikki koyrast til kompostering, tí so fer hon at spreiða seg aftur við fræ.

Um skøruna (Achemilla mollis)
Skøran blómar millum juni og september. Hon er heimahoyrandi í Suðurevropa og verður 30 til 45 cm høg.  Skøran er nógv brúkt sum prýðisplanta í staudubedum í urtagørðum, og sæst oftast væl í náttúruni, tí hon er ljósari grøn enn flestu plantur.

Skøran spjaður seg við fræi, og hon køvur annan lægri vøkstur og kann við tíðini leggja stór øki undir seg.

Hon sæst oftast har fólk hava koyrt urtagarðsburturkast út. Fer plantan út í hagan, kan hon ótarnað spjaða seg, tí at seyður og stórkríatur eta hana ikki.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 12. juni 2021

25 Leygardagur 19. juni 2021

Fyrireika nú talgilt koyrikort

Talgildu Føroyar leitar eftir KT-ráðgeva at standa fyri forkanningini

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Talgildu Føroyar fara nú saman við Akstovuni undir forkanning av einum føroyskum talgildum koyrikorti. Endamálið er at greina og lýsa møguligar loysnir, sum kunnu virka sum talgild koyrikort.  

Talgild koyrikort er eitt rák, sum vit seinastu árini hava sæð í grannalondunum. Í fjør fóru danir undir at bjóða út talgild koyrikort, sum ískoyti til vanliga koyrikortið úr plasti. Í Finnlandi hava tey valt at brúka talgilda koyrikortið til alskyns samleikaprógv, sum t.d. ferðakort og atgonguprógv.  

Í desember í fjør segði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við samferðslumálum og talgilding, at ætlanin var at fara undir at menna eitt føroyskt talgilt koyrikort.  

Talgildu Føroyar hava ment Samleikan, sum er vorðin altjóða góðkendur, og kann brúkast uttanlands, og tí er tað eyðsæð, at forkanningin verður skipað har. Talgilda koyrikortið skal byggjast á undirstøðukervið, sum longu er tikið í nýtslu í Føroyum.  

Talgilda koyrikortið er ætlað sum eitt ískoyti til núverandi koyrikort. Tey flestu hava telefonina hjá sær, tá ið tey fara frá húsum, so fleiri av teimum 128 bilførarunum, sum í 2019 fingu 700 krónur í bót frá løgregluni fyri ikki at hava koyrikortið uppi á sær, høvdu óivað sloppið undan nakrari bót, um talgilda koyrikortið hevði verið tøkt tá.  

Í sambandi við forkanningina er útboð lagt á Keypsportalin, har leitað verður eftir einum KT ráðgeva, ið skal standa fyri tøkniligu veitingunum í forkanningini. Úrslitið av forkanningini verður grundarlagið fyri víðarimenningini av talgilda koyrikortinum.  

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. juni 2021

26
Leygardagur 19. juni 2021

Góðar 53 milliónir í avlopi

Vónin hevði eitt gott ár í fjør. Eginognin hjá Vónini er nú omanfyri 300 milliónir krónur. Í samtakinum starvast 450 starvsfólk og harav 100 í Føroyum

(Mynd: Vónin)
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Árið 2020 gjørdist enn eitt gott ár hjá Vónin samtakinum. Úrslitið fyri Vónin samtakið í 2020 var 53,4 milliónir krónur í mun til 52,9 milliónir krónur í 2019. Úrslitið er eitt vet betur enn undanfarna ár. Sølan fyri samtakið var 511,2 milliónir krónur í 2020. í mun til 522,4 milliónir í 2019. Hóast sølan minkaði frá 2019 til 2020, vegna alheimsfarsóttina, covid-19, megnaði Vónin samtakið at tillaga raksturin soleiðis, at úrslitið bleiv betur enn undanfarna ár. Við ársenda 2020 var eginognin fyri Vónin samtakið 308,3 milliónir krónur í mun til 275,2 milliónir krónur.

Umleið tveir triðingar av samlaðu søluni hjá samtakinum er til kundar uttan fyri Føroyar. Meira enn ein triðingur av samlaðu søluni er til alivinnuna, har ið Vónin samtakið serliga hevur upplivað ein vøkstur á skotska marknaðinum.

Vónin samtakið fevnir um feløg í Føroyum, Grønlandi, Kanada, Íslandi, Danmark, Norra og Litava. Í Føroyum hevur Vónin tríggjar deildir. Ein deild í Norðskála til alivinnuna, ein deild í Fuglafirði til uppsjóvarvinnuna, og ein deild í Tórshavn til botn- og rækjutrolsvinnuna.

Felagið í Grønlandi, Qalut Vónin, ið hevur góða staðseting á fýra týðandi havnum, hevur virkað til at Vónin er blivin størsti veitari til botn- og rækjutrolsvinnuna á marknaðinum.

Eitt nýmótans framleiðsluvirkið í Litava, við sínum núverandi 10.000 fermetrum og áleið 250 starvsfólkum, tryggjar at karmarnir fyri at Vónin kann veita eina álítandi og kappingarføra vøru av hágóðsku til fiski- og alivinnuna um alt Norður Atlantshavið er til staðar.

Fyri at verða slóðbrótandi á marknaðinum hevur Vónin valt at styrkja sítt grundarlag innan nýmenning av fiskaútgerð. Vónin hevur keypt donsku menningarfyritøkuna Volu Ventis ApS, ið hevur drúgvar royndir innan aero- og hydrodynamik.

Vónin er eitt av tólv feløgum, ið luttekur í vinnulívsverkætlanini, Burðardygt Vinnulív, sum hevur til endamál, at menna burðardyggar mannagongdir í føroyska vinnulívinum, og lúka krøvini hjá ST um burðardygga menning.

Starvsfólkatalið í samtakinum er umleið 450 starvsfólk við ársenda 2020. 100 av teimum starvast í Føroyum.

Vónin samtakið er veitari til fiski- og alivinnuna. Fiskivinnuútgerð fevnir um pelagisk og semipelagisk trol, botn-og rækjutrol, nótir, skiljiristir, trollemmar, rúsur osfr. Til alivinnuna eru veitingarnar framleiðsla og søla av nótum, akkersskipanir, fuglanet eins og vasking og umvælingar av nótum osfr. Til aðrar vinnur selur Vónin veirar, ketur, tog, net, lyftiútgerð o.a.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. juni 2021

27 Leygardagur 19. juni 2021

Nýtt 5-mannafar til stjóran á Norðuratlantsbryggjuni

Elsba eitur snotiligi báturin, sum lærari og næmingar á Tórshavnar Kvøldskúla hava smíðað

(Mynd: Tórshavnar kommuna)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Týsdagin var hátíðarhald á Vestaru bryggju, tá  Tórshavnar kvøldskúl handaði nýbygdan føroyskan bát til Karin Elsbudóttir, stjóra á Norðuratlantsbryggjuni, sum hevur keypt bátin frá skúlanum.

Tað er bátabyggjarin Andrass Joensen og næmingar hansara á kvøldskúlanum, sum hava smíðað snotiliga bátin, eitt 5-mannafar, ið ið er gjørteftir tekningum av sokallaða Múlabátinum.

Á hátíðarhaldinum segði Heðin Mortensen, borgarstjóri nøkur orð. Røðan kann lesast á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu.

Karin Elsbudóttir helt eisini eina røðu, har hon kallaði føroyska bátin fyri havsins Stradivarius. Les røðuna her 

Báturin hevur fingið navnið Elsba.

Eftir hátíðarhaldið á Vestaru bryggju varð Elspa hálað út, navnaskeltið avdúkað og síðan varð hon flotað og signað eftir gomlum siði. 

[object Object]
Bátasmiðirnir

[object Object]
Bátasmiður, eigari, kvøldskúlaleiðari og borgarstjóri

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. juni 2021

28 Leygardagur 19. juni 2021

Aurora kemur á G! festivalin í ár

Stórt navn av norska tónleikapallinum fer at spæla á Gøtusandi

(Savnsmynd: EPA)
SkrivaÐ:

Innsent

Tú kennir hana kanska frá Frozen ella sum ein av stóru inspiratiónunum hjá Billie Eilish. Um ein mánaða trínir hon á pall á Gøtusandi.

Aurora – stóra sangstjørnan úr Noregi, sum allur heimurin er forelskaður í - kemur á G!. Tað boðar Michael Antony Charles Johannesen tónleikabókari frá.

- Tað er ein stór gleði at kunngera Auroru á okkara tónleikaskrá fyri 2021. Eg eri vísur í, at við Auroru fáa vit júst tann magiska stemningin, sum G! Festivalurin rúmar so væl. Hon er ljós og allíkavæl myrk, ósek og tó mystisk. Tað, saman við hennara norðurlendska sorgblídni, er í veruleikanum eitt sindur tað, sum G! er, sigur Michael Antony Charles Johannesen.

Á skrivstovuni hjá fyriskiparunum í Syðrugøtu verður arbeitt í høgum giri at fyrireika ársins festival.

- Eg eri so ófatiliga spentur. Tað eru tvey ár síðani, at eg varð settur sum tónleikabókari á G! – eitt dreymastarv hjá einum sum mær – men mín fyrsti festivalur í fjør bleiv jú avlýstur av orsøkum, sum tit sjálvi kenna alt til. So nú kann eg næstan ikki bíða meir, sigur Michael Antony Charles Johannesen.

Og júst korona hevur eisini kostað G! Festivalinum nøkur nøvn.

- Ja, tíverri. Vit noyðast at ásanna, at av koronarelateraðum orsøkum, koma hesi nøvnini ikki á G! Festival á hesum sinni; Katatonia, Konvent og Ghost Notes,”, fortelur hann. Og leggur afturat:

- Men vit fyriskiparar eru sera glað fyri, at vit í Føroyum hava so gott tamarhald á støðuni, at vit sum nøkur av teimum einastu í verðini, sleppa at hava ein festival í ár.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. juni 2021

29 Leygardagur 19. juni 2021

Sprota-bøkur út á stóran ljóðbókapall

Sprotin hevur gjørt avtalu við donsku stroymingartænastuna Mofibo, sum er við at menna seg til stóran altjóða leikara

 
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Sprotin hevur skrivað sáttmála við Mofibo um stroymingartænastu. 60 tær fyrstu ljóðbøkurnar eru tøkar. Nakrar eru gamlir kenningar, men fleiri eru nýggjar og nógvar nýggjar eru í umbúna. Tað boðar bókaforlagið frá í tíðindabrævi.

Ljóðbøkur hava ongantíð verið so populerar sum nú. Orsøkin er einføld – vit skulu hava alt, alt, alt við. Vit skulu stappa undirhald ella innihald inn ígjøgnum oyruni, meðan vit arbeiða við hondum ella flyta okkum. Tú kanst ikki seta teg í frið og náðum at lesa eina bók, tí so hevur tú ikki stundir at venja, gerandisdagurin krevur sítt, men tú tú ert øgiliga forvitin at lesa hetta og hatta. Ferðin er nógv, snúningstalið hækkandi.

Ljóðbókin loysir knútin – tú kanst gera alt hetta OG hoyra søguna. Tú spákar ein tíma og fært bókina inn í oyruni um somu leið. Pendlar tú, er ljóðbókin eitt fínt alternativ til KvF. Øgiliga effektivt, øgiliga rationelt, sum vit vilja hava alt at vera í okkara fjaltraðu tíð.

Sprotin fór at leggja ljóðbøkur út á heimasíðuna í 2012 og hevur nú 70, men tíðin er nú farin frá tí tøknini – nú er stroyming loysnin. Tí er alt tilfarið tøkniliga í nýggjum sniði, og tær fyrstu 60 bøkurnar eru nú komnar á Mofibo.

- Ljóðbókapallarnir eru so mangir, men vit hava skrivað sáttmála við Mofibo, tí so nógvir føroyingar brúka júst tann pallin at leita eftir ljóðbókum. Mofibo kenna nógv sum danskar og enskar ljóðbøkur, men har eru onnur mál og á øllum málunum samanlagt fleiri túsund ljóðbøkur. Nú fær pallurin eitt mál aftrat: okkara! Vit royna at skora føroyskt inn á teir pallar, har vit kunnu, tað er leiðin fram, skrivar Sprotin í tíðindabrævi. 

Allar ljóðbøkurnar eru savnaðar á sprotin.fo og mofibo.dk. Vilt tú lurta eftir ljóðbókum ber til at tekna hald á mofibo.dk.

Millum tær 70 Sprota-bøkurnar, sum longu eru tøkar eru nógvar av teimum nýggjastu, men her síggjast eisini klassikarar, sum fólk kenna frá útvarpshøpi við farnum meistarum í upplestri, so sum Einar Joensen, Marius Johannesen, Oskar Hermanson, Olivur Næs, Sveri Egholm og Hans Thomsen.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. juni 2021

30 Leygardagur 19. juni 2021

Seyðamaðurin avdúkaður í dag

Í dag, leygardagin 19. juni, verður hátíðardagur í Sandavági, tá standmyndin av Seyðamanninum á Sondum verður avdúkað

 
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Leygardagin 19. juni verður hátíðardagur í Sandavági, tá stóra standmyndin av Seyðamanninum á Sondum verður avdúkað.

Síðan februar 2016 hevur ein arbeiðsbólkur við Dagbjørn Hansen, Sjúrða Poulsen og Sonna Nielsen arbeitt við eini ætlan at reisa eina standmynd av Seyðamanninum á Sondum.

Hans Pauli Olsen, myndahøggari varð biðin um at evna standmyndina til, og er verkætlanin væl stuðlað av fyritøkum og einstaklingum úr Vágum, og øðrum fyritøkum í Føroyum.

Vága kommuna hevur fyrireikað økið har standmyndin stendur, beint við Sandvágs kirkju.

Kvæði um Seyðamannin á Sondum er væl kent í Vágum.

Tað vóru vinmenninir Jóannes Michelese í Húsi (1824-1850) og Jógvan Niclasen í Lon (1821-1852), báðir úr Miðvági, sum yrktu kvæðið um seyðamannin á Sondum, eftir søgn sum livað hevur á manna munni í Vágum.

Søgnin sigur:

“Ein seyðamaður var á Sondum í Sandavági áður á sinni, sum er gitin fram um allar seyðamenn í Føroyum. Hann røktaði einsamallur allan Sandavágshagan og átti ein útvaldan hest, reyðan á liti og frálíka dúgligan til at renna. Ein vakran sólskinsmorgun lysti seyðamanninum at ríða norður á fjøll. Við Fjallavatn búðu tvær huldukonur, hvør sínumegin, onnur í Húsagjógv og onnur í Tormansgjógv. Tær áttu stakkar av skarlaksklæði, og henda sama morgunin, ið seyðamaðurin reið norður, legði huldan í Húsagjógv stakk sín út til at sóla.“

Í samband við avdúkingina verður hátíðarhald í Sandavági, leygardagin 19. juni kl. 16.

Eftir ráðførslu við koronaráðgevingina, verður mett at tað ráðiligt at halda tiltakið, sum verður uttandura, við góðum møguleika fyri at halda frástøðu.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. juni 2021

31 Leygardagur 19. juni 2021

Kavari aftur á Stabbanum á Hellisenda

Stoypti stabbin við Borðoyavík tænir nú aftur sínum uppruna endamáli

(Mynd: Eyðun Høgnesen)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Á Borðoyavík hevur nú í 83 ár staðið ein stoyptur stabbi, fattur í briminum, eitt lítið sindur úti í sjónum.

Stabbin varð stoyptur í 1938. Hann var ætlaður havsvimjarum at kava frá. Ein fjøl kundi stingast ígjøgnum stabban, so hon virkaði sum lopfjøl, vippa. Hesin møguleikin var tó lítið brúktur, tí tað ber faktisk ikki til at kava av stabbanum, tí tað er ov grunt útfyri.

Men nú er bæði lopfjøl og kavari komin upp á stabban aftur. Tað vil siga í form av einum listaverki.

Ætlanin var, at “Kavarin á Hellisenda” skuldi avdúkast í sambandi við Norðoyastevnuna, men stevnan varð sum kunnugt avlýst í ár. Men standmyndin kom upp, og stóð innpakkað teir fyrstu dagarnar.

Nú ber so til at njóta verkið, sum stendur so týðuligt á myndunum her, ið Eyðun Høgnesen hevur tikið.

Tað er manningin handan Føroya Sjómannadag, sum hevur staðið fyri hesum tiltakinum saman við Klaksvíkar kommunu. Hetta er ikki fyrsta standmyndaverkætlan, sum hesir menn hava staðið fyri. Tað vóru eisini teir, ið tóku stig til at reisa kópakonuna á helluni í Mikladali.

Í toyminum hesaferð hava verið Ólavur Samson, Oliver Joensen og Olivur Thomsen. Norðlýsið skrivaði herfyri, at tað er Ólavur Samson, ið eigur hugskotið. Archibald Black, listamaður, hevur sniðgivið skurðmyndina, sum Norðoya Blikksmiðja hevur skorið úr stáli og Kjartan Hansen sveisað saman til listaverk. 

[object Object]

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. juni 2021

32 Leygardagur 19. juni 2021

Tólv listafólk undir sama taki

Hósdagin lat stóra listaframsýningin “Tey 12” upp í Müllers pakkhúsi

Zakarias Heinesen - eitt av listafólkunum, sum eru við
SkrivaÐ:

Tíðindaskriv

Hósdagin var fernisering av eini forkunnugari listaframsýning í Müllers pakkhúsi í Havn. Talan er um 12 av okkara bestu núlivandi listafólkum.

Tey tólv eru Astrid Andreasen, Arnold Vegghamar, Jóna Rasmussen, Kári Svensson, Bárður Jákupsson, Astri Luihn, Eyðun av Reyni, Zacharias Heinesen, Ásla Rannvá Svensson, Frits Johannesen, Silja Eystberg og Brandur Patursson.

Hesi tólv sýna fram á stórari listaframsýning í Müllers pakkhúsi í Havn, har tað er høgt til loftið og vítt til veggja. 

Lætt at keypa føroyska list
Endamálið við framsýningini er at gera tað lættari hjá føroyingum at keypa føroyska list – og samstundis gera tað lættari hjá føroyskum listafólkum at selja sína list. Og her eru karmarnir perfektir – mitt í Havn, og í okkara allarbestu hølum.

Framsýningin verður opin til og við sunnudagin 27. juni. Gerandisdagar verður opið kl. 16-18 og í vikuskiftunum kl. 14-16

Framsýningin er opin fyri øllum og er ókeypis at vitja. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. juni 2021

33 Leygardagur 19. juni 2021

Sundalagsstevnan avlýst

Í staðin fyri Sundalagsstevnu verður skipað fyri "Kollafjarðardagar" í heyst

(Mynd: Tórshavnar kommuna)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Vegna óvissuna, sum koronastøðan hevur við sær í løtuni, hava fyriskipararnir av Sundalagsstevnuni valt at avlýsa stevnuna. Tað boðaði  Tórshavnar kommuna frá í vikuni.

Ætlanin var tó at gjøgnumføra kappróðurin, men orsaka av avbjóðingum av tekniskum slag, mátti kappróðurin á Kollafirði eisini avlýsast. FM-róðurin varð tí seinni fluttur til Runavíkar.

– Ein góð og áhugaverd skrá var fyrireikað til Sundalagsstevnuna, men fleiri av tiltøkunum eru ikki ráðilig at hava, tí tey neyðugu tilmælini ikki kunnu haldast. Tí er semja um at avlýsa stevnuna. Fyriskipararnir ynskja ikki at hava eina hálva stevnu.

Fyriskipararnir harmast um støðuna, men kollfirðingar kunnu fegnast um, at ætlanin er at skipa fyri »Kollafjarðardøgum« eitt vikuskifti í september í staðin, skrivar kommunan.

Júst hvussu Kollafjarðardagarnar fara at ganga fyri seg, vita fyriskipararnir ikki enn, men ætlanin er at hava eitt stuttligt og áhugavert vikuskifti við ymiskum tiltøkum fyri alla bygdina, verður sagt.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. juni 2021

34 Leygardagur 19. juni 2021

Familjuguðstænasta og fótbóltur á Svangaskarði

Í sambandi við fótbóltsskúlan, ið verður á Toftum um vikuskiftið, verður familjugudstænastu á ovara vølli á Svangaskarði sunnudagin

Mynd: b68.fo
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

19. og 20. juni verður stórur fótbóltsskúli hildin á Svangaskarði, har 200 børn eru tilmeldað.

Harvið verður ein rúgva av fótbólti á Toftum í vikuskiftinum, men tað verður ikki bara sparkað og runnið á ovara vølli á Svangaskarði í vikuskiftinum. 

Sunnudagin klokkan 11 verður fótbóltsguðstænasta á skránni. Ovi Brim, prestur, ið sjálvur hevur spælt nógv fótbólt, prædikar. Leikarar hjá B68 lesa tekstir og bønir, og Nes sóknar Musikkfelag - hornorkestrið - luttekur, boðar Nes prestagjald frá. 

Heitt verður eisini á fólk um at hava egna sálmabók við ella at taka niður sálmabókaappina á telefonina.

Um veðrið ikki er til vildar, verður gudstænastan í Fríðrikskirkjuni.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. juni 2021

35 Leygardagur 19. juni 2021

Danmark fer at koppseta tey 12 til 15 ára gomlu

Sundhedsstyrelsen boðaði frá hesum á tíðindafundi hósdagin

Søren Brostrøm (Savnsmynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Danska heilsustýrið mælir nú til, at børn í aldrinum 12 til 15 ár eisini verða koppsett móti koronavirus. Tað boðaði stýrið frá á tíðindafundi hósdagin.

Valið er gjørt fyri at tryggja órin í fólkinum áðrenn næsta vetur, og eisini fyri at tryggja seg móti nýggjum frábrigdum.

- Tá vit eru liðug við at koppseta tey frá 16 ár og uppeftir, hava vit kanska eitt samfelagsórin á tilsamans 60-65 prosent. Hertil skulu leggjast tey undir 16 ár og sum hava verið smittað – so kanska verða vit 70 prosent.

- So er spurningurin, um tað er nóg mikið til at hava tamarhald á farsóttini. Svarið er helst, at tað ikki er nóg mikið. Tað er orsøkin til okkara tilmæli nú, segði Søren Brostrøm, stjóri á Sundhedsstyrelsen, sambært dr.dk.

Um børn í aldrinum millum 12 og 15 ár verða koppsett, hækkar órinið við umleið fýra prosentum.

Higartil er koppsetingin bert tilmælt fólkum 16 ár og eldri.

So sambært Søren Brostrøm er tað ikki fyri at verja tey 12 ára gomlu, at tað nú verður mælt til at koppseta tey. Men tí at tað er neyðugt fyri at tryggja órin í fólkinum.

Sundhedsstyrelsen roknar við at kunna fara undir at koppseta tey 12 til 15 ára gomlu í september.

Tilmælið hjá Heilsustýrinum kemur eftir, at EMA, evropeiska heilivágsstýrið, 28. mai góðkendi koronavaksinuna frá Pfizer til børn frá 12 ára aldri.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. juni 2021

36 Leygardagur 19. juni 2021

Formaðurin fyri barnalæknar í Danmark: Vildi ynskt at bíðað verður við koppsetingum

Á tíðindafundi hósdagin varð avdúkað, at farið verður undir at koppsett tey í aldrinum 12 til 15 ár í september. Klaus Birkelund Johansen ivast í, um hetta er rætt

Klaus Birkelund Johansen sigur, at talan er um brot á prinsippir innan barnakoppseting. Hann er tryggur við sjálva Pfizer-koppsetingina, men vildi ynskt at man bíðaði
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Danska heilsustýrið mælir nú til, at børn í aldrinum 12 til 15 ár eisini verða koppsett móti koronavirus. Tað varð fráboðað á tíðindafundi fyrrapartin.

Hetta er gjørt  fyri at tryggja órin í fólkinum - flokimmunitet - áðrenn næsta vetur, og eisini fyri at tryggja seg móti nýggjum frábrigdum, segði Søren Brostrøm, sum greiddi frá, at um børn í aldrinum millum 12 og 15 ár verða koppsett, hækkar órinið við umleið fýra prosentum. 

Hetta verður harvið ikki gjørt fyri at verja børnini, og á tíðindafundinum hendi nakað, ið hevur vakt ans í donsku miðlunum: "Formaðurin fyri barnalæknar gekk Søren Brostrøm ímóti" skrivar dr.dk í yvirskrift.

- Tey børn, ið verða smittað, eru í ógvuliga lítlum vanda fyri at gerast álvarslga sjúk. Tað at bjóða koronukoppsetingina til 12-15 ára gomul er at bróta tey prinsippir, vit vanliga leggja inn í barnakoppsetingarætlanina

Hetta er Klaus Birkelund Johansen siteraður fyri inni í greinini. Persónliga vildi hann ynskt at sæð fleiri tøl um møguliga ávirkan av koppsetingini, áðrenn tey millum 12 til 15 fáa hann.

- Eg hevði ynskt, at man hevði latið vera við at tikið avgerðina um at gera tað. Eg haldi, at ein meira nátúrlig rekkjufylgja hevði verið at bíða og tikið avgerðina, tá vit nærkast miðjuni av september.

Tað er í september, at byrjað verður at geva møguleikan, og avgerðin er tikin. Søren Brostrøm fyrihelt ikki beinleiðis til ivan hjá Klaus Birkelund Johansen, men segði, at hann skal greiða grá og verja avgerðina hjá Sundhedsstyrelsen. Tó var hann fegin um, og segði tað vera umráðandi, at formðurin fyri barnlæknar í Danmark fekk sagt sína meining alment, so at man fekk eitt fakligt kjak.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. juni 2021

37 Leygardagur 19. juni 2021

Nógv truplari at koma fram at gosinum

Arbeiða nú fyri at forða flótandi grýtinum at renna oman í Nátthagakrika

(Mynd: RÚV)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Ein streymur av gløðandi grýti floymir nú yvir rásina, sum brúkt var av fólki at koma niðan til eldgosið við Fragradalsfjall. Harvið er atgongdin at koma nær sjálvt gosopið versnað munandi seinastu dagarnar.

Mongdin av grýti, sum floymir úr opinum er støðugt vaksandi, og økið, sum nú er fjalt av tilfari úr gosopinum er eisini alsamt vaksandi.

Gløðandi grýti rennur nú eftir fýra leiðum úr Geldingardali og Meradali niður í Nátthaga. Fjórði streymurin úr Geldingardali tók seg upp sunnudagin, og tað er hesin, sum nú hevur brotið rásina, kalla gonguleið A, av, skrivar ruv.is.

Fólk, ið vilja síggja gosið, mugu nú taka eina aðra leið, kalla gonguleið B, sum er heldur truplari at ganga.

Myndugleikarnir arbeiða nú við ætlanini um at skipa eina nýggja gonguleið nakað eystari fyri at koma fram at gosopinum.

[object Object](Skíggjamynd: RÚV)

Royna at stýra floyminum
Men arbeitt verður eisini við at stýra floyminum av grýti. Seinastu mátingarnar hjá Jarðvísundastovninum siga, at 12 kubikkmetrar av gløðandi grýti koma upp úr gosopinum um sekundið og at tað nú eru komin 60 milliónir kubikk upp á jarðarskorpuna. Økið, ið er fjalt av nýggjum grýti, er nú meira enn tríggjar ferkilometrar og veksur við 60.000 fermetrum um dagin, svarandi til níggju fótbóltsvøllir.

Uppgávan er nú, sum skilst, at forða fyri, at grýtið sleppur at renna oman í Nátthagakrika, sum er ein nógv víðari dalur har trupult er at spáa hvussu floymurin fer at uppføra seg. Gongur leiðin oman í Nátthagakriga, er eisini vandi fyri at gosgrýtið kann bróta Suðurstrandaveg av.

Tí eru maskinur nú farnar í gongd við at byggja ein verjugarð, sum skal halda grýtisstreyminum burtur frá Nátthagakrika, skrivar RÚV. 


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. juni 2021

38 Leygardagur 19. juni 2021

Löfven kann fella mánadagin

Politisk kreppa er í Svøríki, nú fýra flokkar ætla at atkvøða fyri misáliti á forsætisráðharran, ið stendur á odda fyri minnilutastjórn og hevur verið undir trýsti

Venstrepartiet, ið er stuðulsflokkur hjá stjórnini, hevur mist álitið á forsætisráðharran (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað, sum fyllur so at siga alt í svenskum miðlum í dag, er, at nógv bendir á, at Stefan Löfven verður koppaður heilt skjótt. Venstrepartiet hevur ikki longur álit á sosialdemokratiska forsætisráðharrarnum og hevur reist misálit.

Nooshi Dadgosta, leiðari í Venstrepartiet, kunngjørdi hetta á tíðindafundi í dag, og segði at talan ikki var um eini løtt boð at senda út.

Venstrepartiet hevur síðani minnilutastjórnin varð skipað í 2018 verið ein týðandi stuðusflokkur. Men eftir at ein ætlað lógarbroyting hjá stjórnini um at slaka uppá reglur, ið javnføra húsleiguna í nýggjum leigubústøðum, er løgd fram, og at tað er greitt, at Hyresgästföreningen ikki sleppur við í arbeiðið at gera lógina, so hevur Nooshi Dadgosta trýst á knappin.

Misálit er reist, og tað verður atkvøtt fyrrapartin mánadagin, sambært Mats Knutson frá SVT. Tað, sum er so tyngjandi fyri Löfven, er, at Sverigedemokraterne, Moderaterne, og Kristendemokraterne eru við Venstrepartiet og hetta fer at geva ein meiriluta. 

Tað var eisini nógv rumbul eftir svenska valið í 2018 - tað tóku fleiri mánaðir áðrenn ein minnilutastjórn var skipað við Stefani Löfven sum leiðara.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. juni 2021

39 Leygardagur 19. juni 2021

Noreg gevst ikki við olju og gassi

Fer at menna royndirnar at framleiða vetni og vindorku í grøna skiftinum, men fer at halda fram við at framleiða og leita eftir olju og gassi fram til 2050 og eisini eftir tað

Noreg fer ikki at fylgja Danmark, tá talan er um olju og gassframleiðslu og leiting. Landið fer at halda fram við at menna framleiðsluna til 2050 og eisini eftir tað, og fer at halda fram við oljuleiting. Kortini fer størri dentur at verða lagdur á at menna grøna skiftið við vetni- og vindorku.
SkrivaÐ:

Jan Müller

Hetta er niðurstøðan hjá norsku miðhøgrastjórnini, nú hon hevur umrøtt seinastu útmeldingarnar frá eitt nú altjóða orkufelagsskapinum IEA,  skrivar Offshore Energy Engeneer.

Eisini fer Noreg, sum er næststørsti olju- og gassframleiðarin í Evropa, at halda fram við leitiútbjóðingum, har tað sum higartil fer at lata oljufeløgum loyvi at leita eftir olju og gassi á norska landgrunninum, sigur stjórnin.

Lagt verður aftrat, at olju- og gassframleiðsla, sum hevur gjørt Norra til eitt av heimsins ríkastu londum, fer av náttúrligum ávum at minka við 65 prosentum í 2050.

- Vit fara at leggja til rættis ein framtíðar norskan olju- og gassídnað, sum er førur fyri at veita vørur og tænastur við lágum útláti, ið eisini samsvarar til okkara veðurlagspolitikk, sigur norski olju- og orkuráðharrin Tina Bru.

Noreg fer eisini at halda fram við arbeiðinum at gera út olju- og gasspallar á landgrunninum við streymi úr landi, sum kemur frá vatnorkuni fyri harvið at kunna minka um útlátið frá pallum, sum í dag verða riknir við gassturbinum.

Kortini metir stjórnin, at olja og gass fara ikki at vera sama drívandi høvuðsmegin í búskapinum í framtíðini eins og tað hevur verið higartil. Stjórnin arbeiðir eisini við ætlanum um at útbyggja orkunetið, so tað verður betri ført fyri at veita streym til nýggjar og orkukrevjandi ídnaðir á landi eins og pallarnar á landgrunninum.

Noreg fer so eisini at seta ferð á arbeiðið at menna grøna orku so sum vetni. Landið fer so eisini at lata fyrstu loyvi til vindorkulundir  til havs í 2022.

Norska oljufelagið Equinor, sum er undir trýsti frá minniluta partaeigarum, sum vilja hava felagið at leggja størri dent á menning av varandi orku, fer at koma við eini nýggjari grønari ætlan hesa vikuna.

Norski arbeiðaraflokkurin, sum eisini gongur inn fyri framhaldandi olju- og gassvinnu, heldur kortini ikki, at stjórnin hevur megnað at gera greitt, hvussu hon ætlar við framhaldandi olju- og gassframleiðslu at halda seg til málini í Paríssáttmálanum fyri at røkka 1,5 stig hitavøkstrinum. 

Arbeiðaraflokkurin stendur til at vinna komandi tjóðartingsvalið í september, og gongur flokkurin inn fyri framhaldandi at framleiða olju og gass. Tó sigur talsmaðurin fyri orku, Espen Barth Eide við Reuters:

- Vit halda ikki, at vit eiga at gevast við at framleiða olju og gass í dag og lata tað vera upp til lond sum Russland og Qatar at veita hesa orkuna ístaðin, men vit mugu innsíggja, at eftirspurningurin sohvørt fer at minka. Og tí er týdningarmikið at fylgja væl við marknaðinum, soleiðis at vit ikki standa eftir við keldum, sum ikki kunnu útbyggjast.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. juni 2021

40 Leygardagur 19. juni 2021

Norska oljan fimmti ár á baki

Flest øll av altjóða oljufeløgunum vóru givin við leitingini, tá Phillips Petroleum gjørdi eina seinastu roynd í tí 33. brunninum og rakti við oljurisan Ekofisk

Ekofisk var byrjanin til norska oljuævintýrið. Tað fór undir fyrstu framleiðsluna á norska landgrunninum í 1971 og skuldi enda í 1997, men framleiðir framvegis og fer at gera tað í meira enn 30 ár aftrat
SkrivaÐ:

Jan Müller

Í hesum døgum eru júst fimti ár síðani, at norðmenn vóru vitni til fyrstu oljuframleiðsluna á norska landgrunninum. Í 1971 varð skrúvað frá krananum á oljukelduni Ekofisk, ið sum tann fyrsta lønandí keldan í  Norra varð funnin í 1969.  Tað var tá bara ein spurningur um tíð, til norski oljudreymurin fór fyri bakka. Eitt oljufeløg fyri og annað eftir snaraði  lykilin á skrivstovunum í Oslo og Stavanger, tí har varð eftir øllum at døma einki at koma eftir í Norðsjónum.  Stóru amerikonsku oljufeløgini takkaðu fyri seg og vendu aftur til statirnar. Men eitt teirra vildi tó ikki gevast so. Tað vildi nevniliga gera eina seinasta roynd. 

[object Object]
Tað var boripallurin Ocean Viking, sum í 1969 fann oljukelduna Ekofisk og sum varð byrjanin til norska oljuævintýrið. 

32 brunnar vórðu boraðir tilsamans, tá  oljufelagið Phillips Petroleum kundi velja millum at gevast og rýma úr Norra ella at bora seinasta brunnin. Og endin varð, at felagið boraði 33. brunnin á norska landgrunninum og rakti við risastóru oljukelduna Ekofisk. Hon varð byrjanin uppá norska  Norðsjóvaroljuævintýrið, har bæði Danmark og Bretland fylgdu eftir. Nú á fimti ára degnum fyri hesi fyrstu framleiðandi kelduni, sum framvegis er virkin og verður mett at framleiða í meira enn 30 ár aftrat, eru tilsamans framleidd olja og gass til eitt samlað virði uppá 16.000 mia. norskar krónur. 

[object Object]
Serstaki betongtangin, sum kom á Ekofiskfeltið í 1971.

Ekofisk legði grundarlagið undir komandi norsku oljuvinnuni bæði á sjógvi og landi.  Í kjalarvørrinum á Ekofisk kom eitt framleiðandi felt  fyri og annað eftir ella tilsamans 100  og hava hesi verið høvuðstátturin í norska vælferðarsamfelagnum síðani. Sum vera man minka goymslurnar, men myndugleikarnir meta framvegis, at vinnuni verður lív lagað í mong tíggjutals ár aftrat. Leitingin eftir nýggjum keldum heldur fram, og lønandi olju- og gassfelt verða útbygd um somu tíð sum partur av inntøkunum frá vinnuni fer til tað grøna orkuskiftið, har íløgur verða gjørdar í varandi orkukeldur um somu tíð sum bæði vinna og samfelag seta sær mál fyri at minka um útlátið av veðurlagsgassum. 

[object Object]

[object Object]
Metingarnar fyri livitíðina hjá Ekofisk søgdu, at seinastu droparnir fóru at koma upp úr undirgrundini í 1997. Men dugnasemi, hegni og tøknilig framstig gjørdu, at framleiðslan kundi halda fram fram til í dag.  Ekofisk er eitt lykladømi um, hvussu við man kunnleika og royndum  kann fáa mest møguligt av olju og gassi upp úr undirgrundini á ein skynsaman og umhvørvisligan hátt. Hesi fimti árini eru framleiddar 4 mia. tunnur av olju á Ekofisk feltinum.  

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. juni 2021

41 Leygardagur 19. juni 2021

Bennett avloysir Netanyahu

Nýggj stjórn er nú skipað í Ísrael, og Benjamin Netanyahu, sum hevur verið forsætisráðharri síðan 2009, er nú vorðin andstøðuleiðari, og fyrrverandi verjumálaráðharri hansara, Naftali Bennett, verður forsætisráðharri komandi tvey árini

Naftali Bennett er nú forsætisráðharri í Ísrael (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Benjamin Netanyahu er ikki longur forsætisráðharri í Ísrael. Síðan síðsta sunnudag hevur hann verið andstøðuleiðari.

Við atkvøðugreiðslu í Knesset í sunnukvøldið atkvøddu 60 av teimum 120 limunum í ísraelska tinginum fyri nýggju stjórnini, meðan 59 atkvøddu ímóti.

Nýggi forsætisráðharrin er Naftali Bennett, sum fer at standa á odda fyri nýggju stjórnini, sum er sett saman av átta flokkum. Felags fyri allar flokkarnar er, at teir eru samdir um at koyra Netanyahu frá sum forsætisráðharra.

Eygleiðarar ivast í, um samgongan fer at klára seg í longri tíð, av tí at munurin millum flokkarnar er ov stórur, skrivar Ritzau.

Bennett er leiðari í flokkinum Yamina, og hevur hann eisini verið verjumálaráðharri undir Netanyahu.

Avtalan er, at Bennett er forsætisráðharri næstu tvey árini, og síðani yvirtekur Yair Lapid úr flokkinum Yesh Atid forsætisráðharrasessin. Eins og Bennett, hevur hann eisini verið ráðharri undir Netanyahu. Hann var fíggjarmálaráðharri í tíðarskeiðnum 2013-2014.

Benjamin Netanyahu var fyrst forsætisráðharri í tíðarskeiðnum 18. juni 1996 til 6. juli 1999, og í 2009 kom hann aftur til valdið, sum hann varðveitti fram til síðsta vikuskiftið.

– Um tað er okkara lagna at vera í andstøðu, gera vit tað, inntil vit fáa beint fyri hesari vánaligu stjórnini og kunnu venda aftur til at stýra landið á okkara máta, segði Netanyahu áðrenn atkvøðugreiðsluna sunnudagin.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. juni 2021

42 Leygardagur 19. juni 2021

Helst á veg til Lyngby

Nógv bendir á, at Petur Knudsen skjótt fer til Lyngby at spæla í næstbestu donsku deildini

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Eftir øllum at døma fær Lyngby Boldklub tilgongd av einum føroyskum leikara í næstum.

NSÍ kunngjørdi fríggjakvøldið, at grannadysturin móti B68 varð hin seinasti hjá Peturi Knudsen fyri barndómsfelagið á hesum sinni. Runavíkingur fekk handað blómutysi, sum tøkk fyri tíðina, men einki varð nevnt um, hvar bóltsnillingurin skuldi til.

Tó varð nevnt í frásøgnini í Telvarpinum, at Petur eftir øllum at døma fer til Danmark at spæla, og sambært fleiri keldum hjá Portalinum er felagið, ið talan er um, Lyngby Boldklub. Felagið stutt uttanfyri Keypmannahavn flutti, saman við Horsens, niður úr Superliguni í farna kappingarárið.

Tað hevur ikki eydnast at fingið hetta endaliga váttað, men nógv bendir á, at hetta verður nýggja felagið hjá 23-ára gamla kvika manninum úr Saltangará, ið helst skjótt fer niður til Danmarkar at byrja eina nýggja fótbóltstilveru. Liðið hjá Lyngby hevði í gjár sína fyrstu venjing fram ímóti kappingarárinum 2021/2022, ið byrjar 25. juli. Tað verður væntað, at Lyngby verður partur av uppflytingarstríðnum komandi kappingarár.

[object Object]Petur Knudsen, her á U21 landsliðnum, har hann var ein profilur í fjør (Mynd: Sverri Egholm)

Tað er ikki heilt vist, um sáttmálin og allar avtalur eru komnar uppá pláss enn, men sambært okkara upplýsingum, er talan um ein tvey-ára sáttmála við Lyngby Boldklub, sum kemur í gildi skjótt.

Fyrr í ár var nær við, at Petur skifti til finska meistaraliðið HJK Helsinki.

Petur Knudsen hevur verið ein veruligur profilur í fremstu fótbóltsdeildini seinastu árini. Hann breyt í gjøgnum í barndómsfelagnum í 2016, og har hevur hann verið fastur maður síðani. Í fjør fekk hann heiðurin sum “Ársins leikari”, og álopskendi leikarin hevur spælt sínar fyrstu A-landsdystir í ár.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 19. juni 2021

43 Leygardagur 19. juni 2021

KÍ og so hini

Munurin millum oddaliðið KÍ og hini økist síðsta vikuskiftið. Víkingur vann á HB á nýggja graslíkinum á Ovara vølli meðan NSÍ snávaði móti EB/Streymi

16 ára gamli Dávid Biskopstø Andreasen spældi sín fyrsta dyst fyri besta liðið hjá KÍ, og skoraði málið til 4-0 (Mynd: Oliver Joensen / Norðlýsið)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað verður trupult hjá nøkrum at taka KÍ í ár. Nærmasti kappingarneytin um gullið í ár, HB, snávaði móti Víkingi í Gundadali í dag, meðan klaksvíkingar vunnu sín dyst trygt.

Hetta hevur við sær, at KÍ nú hevur 37 stig, og er á odda við 12 stigum, tó við einum dysti fleiri enn Víkingur og HB á øðrum og triðja plássi við ávikavist 25 og 24 stigum.

KÍ vann dystin við Djúpumýrar móti TB 4-0. Serliga kunnu klaksvíkingar fegnast um, at málið til 4-0 skoraði 16 ára gamli Dávid Biskopstø Andreasen, beiggi liðskiparan, Jákup Biskopstø Andreasen, og sum sunnudagin spældi sín fyrsta dyst fyri teir besta liðið.

[object Object]Jákup Biskopstø Andreasen og Dávid Biskopstø Andreasen (Mynd: Oliver Joensen / Norðlýsið)

HB kann takka sær sjálvum fyri at nú meira ella minni hava spælt sær av við FM-møguleikan. Á nýggja graslíkinum á Ovara vølli var tað heimaliðið, sum hevði meginpartin av spælinum, men ungu víkingarnir vóru effektivari.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Longu tá bara fimm minuttir vóru leiktir legði Arnbjørn Svensson gestirnar á odda. Ikki fyrr enn 10 minuttir vóru eftir at spæla fekk HB útjavnandi málið til 1-1, men seinna gula kortið til René Shaki Joensen gjørdi sítt til, at HB ikki megnaði meira.

Hinvegin gjørdu teir úr Leirvík og Gøtu eina roynd at fara avstað við øllum. Og hvør annar enn Andreas Lava Olsen stóð á rætta stað til røttu tíðina, og kundi smekka bóltin í netið til 2-1 og tryggja Víkingi trý stig.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

NSÍ, sum spældi uttan málrevin Klæmint Andrasson Olsen, mátti aftan á 90 minuttir í Hólmanum á Eiði síggja veruleikan í eyguni. EB/Streymur tók øll stigini og vann dystin 2-1.

Á Svangaskarði fingu B36’arar ein hvøkk tá Steffan Løkin legði B68 á odda eftir 22 minuttir av spæli. Liðini spældu fyrr í ár javnt, men soleiðis vildi B36 tað ikki hesaferð. Áðrenn hálvleik komu trý mál, og tað vóru gestirnir, sum tóku sær av teimum øllum. 3-1 til B36 sum eisini gjørdist úrslitið.

B36 kom sostatt nærri fjórða plássinum, sum kann geva atgongd til Evropa.

KÍ - TB 4-0 (2-0)
7’ Jóannes Bjartalíð 1-0
22’ Sumareh Bubacarr 2-0
59’ Jákup Biskopstø Andreasen 3-0
82’ Dávid Biskopstø Andreasen 4-0

HB - Víkingur 1-2 (0-1)
5’ Arnbjørn Svensson 0-1
78’ Mikkel Dahl 1-1
92’ Andreas Lava Olsen 1-2

EB/Streymur - NSÍ 2-1 (0-0)
50’ Hjalti Kárason Djurhuus 1-0 (br.)
57’ Gutti Dahl Olsen 2-0
83’ Aron Knudsen 2-1

B68 - B36 1-3 (1-3)
22’ Steffan Løkin 1-0
30’ Bjarki Nielsen 1-1
40’ Bjarki Nielsen 1-2
45’ Tobias Christensen 1-3


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. juni 2021

44 Leygardagur 19. juni 2021

07 Vestur basti fuglfirðingum

Tað eydnaðist ikki ÍF at finna málið á Dungasandi mánakvøldið. Tað gjørdi 07 Vestur, og vann dystin 1-0

Rok á Dungasandi sum endaði við, at Bogi Reinert Petersen fekk reytt kort (Skíggjamynd: Televarpið)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Dystur millum nummar sjey og átta í landskappingini í fótbólti hjá monnum var í Sørvági mánakvøldið. Til tíðir gekk tað hart fyri seg.

Og tað var stórur spenningur undan dystinum, tí ÍF hevur havt góða gongd seinastu dytirnar, og 07 Vestur skuldi royna seg við nýggjum venjara.

Einasta málið kom tá ein góður hálvur tími varð leiktur. Eftir eina frísparksstøðu í 34. minuttir endaði bólturin hjá Martini Heilberg Pettersen, sum sendi bóltin í netið og legði 07 Vestur á odda.

Meðan vágamenn fegnast um málið uppstóð ein dramatisk støða millum Boga Reinert Petersen hjá ÍF, og Predrag Jermic hjá 07 Vestur. Tað endaði við, at Predrag Jermicc lá skerflatur, og mátti á børu av vølli. Bogi Reinert Petersen fekk reytt kort, og fuglfirðingar máttu spæla við tíggju monnum restina av dystinum.

Kortini var tað ÍF, sum hevði mesta spælið í dystinum, men mál fingu teir ikki.

Við sigrinum kemur 07 Vestur upp á 11 stig og kemur upp á eitt deilt sjeynda pláss í deildini.

07 Vestur - ÍF 1-0 (1-0)
34’ Martin Heiberg Petterson 1-0


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. juni 2021

45 Leygardagur 19. juni 2021

Dan í Soylu breyt fótin

Tað verður uttan Dan í Soylu, at HB fer til Albania at spæla Champions League-dystir. Hann fór haltandi av vølli í dystinum móti Víkingi, og boðini eru at tað er eitt brot í høgra fóti

(Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tá ein góður hálvur tími var spældur ímóti Víkingi sunnudagin, varð Dan í Soylu hjá HB skiftur út við skaða. Hann fór haltandi av vøllinum, og boðini eru tíverri, at tað er eitt brot í høgra fóti.

Hesum boðar HB frá á heimasíðuni.

- Í fyrstu atløgu skal hann hava stuðulsstivla á fótinum í tvær vikur. Brotið skal hava tíð at lekjast, og fyrstu tíðina skal hann ikki venja við kontakt. Ilt er at seta tíð á nær hann verður á vøllinum aftur, men talan verður í hvussu er um nakrar vikur. Harvið missur hann í øllum førum Champions League dystirnar, sigur HB.

Undanumfarið í Champions League verður leikt í Albania í næstu viku. Fyrsti dysturin er ímóti Inter Club d'Escaldes týsdagin, og eydnast at vinna, er finala á skránni fríggjadagin ímóti Folgore úr San Marino ella Prishtina úr Kosovo.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. juni 2021

46 Leygardagur 19. juni 2021

Ungarska meistaraliðið bíðar vinnaranum av undanbólkinum

Um HB spælir seg víðari í Albania í næstu viku, so er stór uppgáva fyri framman. Ferencvárosi er størsta felagið í Ungarn og var í fjør í Champions League-bólkaspælinum

Stefan Radosavljevic og liðfelagirnir taptu 2-1 fyri Víkingi í Gundadali í gjár og vórðu harvið yvirhálaðir á stigatalvuni. Geza David Turi, ið her jagstrar Stefan, er føddur í Ungarn og búði har síni fyrstu ár (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í næstu viku verður undanumfari í Champions League leikt í Albania. Har skal HB fyrst royna at basa Inter Club d'Escaldes týsdagin. Um tað eydnast er finala á skránni móti Folgore (San Marino) ella Prishtina (Kosovo) fríggjadagin 25/6.

Um HB kemur víðari eitur uppgávan Ferencvárosi TC - betri kent sum bara Ferencváros. Hetta gjørdist greitt við lutakasti í Nyon týsdagin.

Talan er um mest vinnandi felagið í ungarskum fótbólti. Meistaraheitið, ið kom í hús fyri stuttum, var nummar 32 í røðini. Í fjør hevði Ferencváros, ið hevur heimstað í einum parti av høvuðsstaðnum Budapest, eitt sera gott ár í evropeiskum fótbólti. Djurgården, Celtic og Dinamo Zagreb vórðu koppaði ávegis til bólkaspæli, har risarnir Juventus og Barcelona bíðaðu saman við Dynamo Kiev.

Tað var fyrstu ferð, at felagið kom so langt, meðan kappingin hevur verið undir navninum Champions League. Talan gjørdis um eitt stig - javnleik á heimavølli Dynamo Kiev.

Harvið verða tað tveir tungir dystir fyri greipuvinnararnir, um tað eydnast at spæla seg víðari úr undanumfarinum. Fyrru dystirnir í umfarinum verða leiktir 6. ella 7. juli - teirr seinnu 13. ella 14. juli. 

Um HB ikki spælir seg víðari í Champions League fer liðið yvir í nýggju UEFA Conference League. 

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. juni 2021

47 Leygardagur 19. juni 2021

KÍ og NSÍ skulu spæla móti ávíkavist lettiskari og finskari mótstøðu

Eftir fyrsta UEFA Conference League-lutakastið nakrantíð er greitt, at NSÍ og KÍ byrja á útivølli 8. juli. Mótstøðuliðini eita FC Honka og FK RFS

NSÍ og KÍ eru fyrstu føroysku luttakararnir í UEFA Conference League (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Tað var ein søguliga løta í Nyon í Sveis týsdagin, tá lutakastið til fyrsta umfar í UEFA Conference League var. Talan er um tí triðju og nýggjastu evropeisku kappingina, ið millum annað skal geva fleiri feløgum og leikarum møguleika at spæla evropeiskar dystir.

NSÍ og KÍ, ið endaðu ávíkavist á 2. og 3. plássi í Betrideildini í fjør, vóru við, og bæði vóru styrkismett. Tey fingu tó ikki heilt eitt dreymalutakast. 

Tað gjørdist fyrst greitt, at KÍ skal spæla í Riga 8. juli. FK RFS - Rigas Futbola Skola - hevur ikki nógvar vinnara- og evorpiskar royndir, men er á veg uppeftir sum felag. Í 2019 vann felagið á fyrsta sinni steypakappingina í Lettlandi, og í fjør tapti liðið bert 1-0 í Serbia móti Partizan Beograd í fyrsta umfari í Europa League. RFS endaði á 2. plássi í lettisku deildini í fjør og er oddalið í løtuni í 2021 útgávuni.

Finska FC Honka hevur heimstað í Espoo. Felagið endaði nummar fýra í Veikkausliiga í fjør, men hevur ikki havt eina góða byrjan uppá hetta kappingarárið, og hevur í løtuni bert seks stig fyri sjey dystir. Felagið hevur nakað av evropeiskum royndum frá seinastu fimtan árunum. Í fjør tapti Honka 5-2 í Århus fyri AGF í fyrsta umfari í Europa League.

Ilt er at siga, júst hvussu góðar møguleikar føroysku liðini hava, men útfrá at tey vóru styrkismett, og talan ikki eru um feløg, sum eru ræðandi á pappírinum, so er sannlíkt, at tað verður spennandi.

KÍ hevur seinastu árini víst styrki í fleiri evropeiskum dystum, og hevur millum annað staðið seg væl móti litaviskum liðum, og er greitt oddalið í Betrideildini í løtuni. NSÍ kom í fjør fyri fyrstu ferð víðari í evropeiskum fótbólti við stórsigri, og hóast mótsstøðan hesuferð verður sterkari, so skal liðið royna at gera ein vørr aftur í ár.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 15. juni 2021

48 Leygardagur 19. juni 2021

HB longir sáttmálan við Heðin Hansen

Heðin Hansen er blivin týðandi leikari hjá sigursvanda HB. Hann hevur sett undirskriftina á ein nýggjan sáttmála, sum bindur hann til kappingarlok 2023

Heðin Hansen her í dysti móti Víkingi síðsta sunnudag (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Gøtumaðurin Heðin Hansen, sum kom til HB undan kappingarbyrjan í fjør heldur fram eitt sindur afturat. Hann hevur longt sáttmálan og hevur sett undirskriftina á ein nýggjan sáttmála sum er gladandi til og við 2023.

- Tað fyrsta eg og Berthel tosaðu um tá, var at um eg skuldi taka tað næsta stigið í karrieruni, var tað við at vera síðsta útkall. Eg setti mær sum mál, at eg skuldi gerast ein týðandi leikari, bæði hjá HB og í føroyskum fótbólti, sigur Heðin Hansen við heimasíðuna hjá HB.

Málið er rokkið, og Heðin Hansen hevur eisini vunnið sær pláss í landsliðshópinum.

Hóast nøkur mál eru rokkin, hevur Heðin sett sær nýggj mál. Og eftir at hava vunnið greipuna í fjør, hungrar hann eftir meira.

- HB er eitt felag sum vil vinna, og eg eri ein leikari sum vil vinna. Okkara ambitiónar hóska væl saman, og eg síggi meg ikki spæla nakra aðrastaðni enn her, sigur Heðin við heimasíðuna hjá felagnum.

Sambært FaroeSoccer er tað higartil blivið til 55 dystir og 4 mál í reyðum og svørtum.

HB vann greipuna í fjør, men í ár hevur ikki ligið líka væl, og liggur í løtuni á triðja plássi við 24 stigum.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. juni 2021

49 Leygardagur 19. juni 2021

Eydnaðist ikki at basa Litava

Føroysku kvinnurnar taptu 2-0 móti vertstjóðini í finaluni í Baltic Cup

Føroysku kvinnurnar iðra seg um brotssparkið (Mynd: Litaviska fótbóltssambandið)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Tað eydnaðist ikki føroysku kvinnum at vinna finaluna í Baltic Cup í Litava sunnudagin.

Mótstøðuliðið var vertstjóðin, og litavisku kvinnurnar løgdu seg á odda longu tá eitt gott korter varð leikt. Føroyska liðið var í óbalansu eftir at hava mist bóltin í skjótálopi, og við høvdinum legði Rimante Jonusaite Litava á odda 1-0, sum eisini var støðan í hálvleikinum.

Føroyska liðið hevði nakrar møguleikar, men var ov lítið vandamikið í støðunum.

Tá 77 minuttir vóru leiktir av dystinum kom bólturin í hondina hjá Saritu M. Mittfoss, og dómarin hevði einki annað val, enn at døma brotsspark til heimaliðið. Eitt brotsspark, sum varð umsett til mál, og tá gjørdist ov tungt hjá okkara kvinnum.

Litava vann 2-0 í finaluni í Baltic Cup, sum er kapping millum baltisku londini umframt Føroyar, og sum hevur verið leikt í litaviska býnum Alytus um vikuskiftið.

Litava - Føroyar 2-0 (1-0)
16’ Rimante Jonusaite 1-0
78’ Ugne Lazdauskaite 2-0 (br.)


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. juni 2021

50 Leygardagur 19. juni 2021

Christian Eriksen skal hava kvikil í hjartað

Niðurlendski landsleikarin, Daley Blind, spælir eisini við slíkum hjartastartara

Christian Eriksen í dystinum móti finnum leygarkvøldið (Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Ingi Samuelsen

Danski landsliðsleikarin, Christian Eriksen, skal leggjast undir skurð og fáa eina sonevnda ICD-eind setta til hjartað.

Tað upplýsti læknin hjá danska landsliðnum, Morten Boesen, á Twitter-vanganum hjá DBU, danska fótbóltssambandinum, hósdagin. Talan er um eitt lítið tól, ein kvikil ella pacemakara, sum verður sett í bringuna, sum ansar eftir hjartarútmuni, og sum gevur hjartanum ein stoyt, um tað støðgar.

[object Object]
Christian Eriksen hevur ligið innlagdur á Ríkissjúkrahúsinum síðan hendingina (Mynd: EPA)

- Eftir nærri hjartakanningar er avgerð tikin um at hann skal hava ein hjartastartara, eina sonevnda ICD-eind. Hetta verður givið sjúklingum eftir hjartastøðg, sum skyldast órógv í hjartarútmuni, skrivar læknin.

Tað var leygarkvøldið, at Christian Eriksen, størsta altjóða stjørnan á danska fótbóltslandsliðnum, small um mitt undir EM-dystinum í Parken millum Danmark og Finnland.

Eriksen fekk ein stoyt við hjartastartara á vøllinum fyri at fáa lív í hann aftur. Síðan varð hann fluttur til Ríkissjúkrahúsið, har hann hevur ligið innlagdur síðani. Støðan er stabil, verður sagt.

Ikki einasti EM-leikari við hjartastartara
Christian Eriksen er ikki einasti landsleikari, sum hevur fingið lagda eina slíka eind til hjartað. Eisini niðurlendski landsliðsleikarin, Daley Blind, hevur ein slíkan kvikil, ella pacemakara.

[object Object]
Daley Blind í dysti fyri Niðurlond móti Ukreina sunnudagin (Mynd: EPA)

Daley Blind, sum er við í niðurlendska EM-hópinum sigur, at tað ávirkaði hann sterkt at síggja Eriksen smella um á vøllinum.

- Eg umhugsaði at geva avboð til dystin hjá okkum. Eg svar illa náttina eftir hasa hendingina, hevur Blind greitt frá.

Tí komu boðini um at Christian Eriksen var vakin og við gott mót sum ein lætti fyri niðurlendska landsliðsleikaran.

- Tá Christian heitti á sínar egnu liðfelagar um at spæla, tók eg eisini avgerð um at gera tað sama, sigur hann.

Í 2019 fekk Daley Blind staðfest ein bruna í hjartavøddanum og fekk tí ein kvikil fyri at stúra hjartarútmuni. Men í einum vinardysti í august í fjør, slóð lítla battarídrivna tólið frá, og hann small um á vøllinum.

- Eg havi sjálvur upplivað nakað líknandi, og eg skuldi vinna á nøkrum mentalum avbjóðingum, áðrenn eg kundi spæla víðari, sigur 31 ára gamli Blind.

Christian Eriksen og Daley Blind vóru á ungum árum liðfelagar í niðurlendska felagnum Ajax.

Danmark spældi hóskvøldið móti Belgia í Parken. Úrslitið gjørdist 2-1 til Belgia. Hóast Danmark nú hevur tapt tveir teir fyrstu dystirnar, eru møguleikarnir fyri at sleppa víðari ikki mistir enn. Men tað krevur ein danskan sigur móti russum mánadagin.

Niðurlond spældu móti Eysturríki í Amsterdam hóskvøldið. Niðurlond vunnu 2-0 og hava tryggjað sær víðari luttøku og fyrsta plássið í sínum bólki.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. juni 2021

51 Leygardagur 19. juni 2021

Stjørnan fær stóran styrk til komandi kappingarár

- Stjørnan ætlar at røkka langt í ár, og tað samsvarar við míni mál, sigur Durita Christophersen Jojic, ið júst hevur verið við til at spælt Føroyar víðari til EM-undankappingina, við Portalin. Hon vendir nú aftur til Klaksvíkar at spæla

Durita Christophersen Jojic, her í steypafinalu fyri VÍF. Nú skiftir høgri bakkurin til Stjørnuna aftur (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Hon hevur verið ein profilur í føroyskum kvinnuhondbólti leingi. Seinastu átta árini hevur hon spælt við barndómsfelagnum VÍF, har høgi bakspælarin og sterki verjuleikarin millum annað var ein lykil til greipuna í 2018. 

Durita Christophersen Jojic fekk tó sítt gjøgnumbrot í Stjørnuni. Har spældi hon  frá 2005 til og við 2013 - millum annað meðan Durita gekk í skúla í Klaksvík. Felagið úr Klaksvík vann fleiri føroyameistaraheitið og steypakappingar í seinnu hálvu av 00'unum og tey allarfyrstu árini í 2010'unum, og tað var nú 35-ára gamla Durita Christophersen Jojic við til í fleiri førum.

Mikukvøldið hevði Stjørnan óvæntað tíðindi á sínari Facebook-síðu: Felagið bjóðar Duitu vælafturkomna í felagið

- Tað er við gleði, at vit kunnu boða frá, at Durita Christophersen Jojic verður aftur at síggja í reyðu Stjørnu-blusuni komandi kappingarár. Vit gleða okkum til samstarvið og bjóða henni vælkomna til felagið og góða eydnu

[object Object]
Durita C. Jojic - aftur í reyðum í KÍ-høllini (Mynd: Stjørnan)

VÍF hevði ikki nakað gott kappingarár í 2020/2021, meðan Stjørnan endaði aftast og hevur brúkt seinastu árini uppá at byggja upp. Nú kemur ein profilur í deildini og ein landsliðsleikari at hjálpa felagnum í Klaksvík, ið millum annað veruliga hevur mangla ein láman leikara. 

Hví hevur Durita valt at spæla við Stjørnuni í 2021/2022?

-  Eg haldi, man kann siga, at tað fer eitt ættarliðskifti fram í VÍF, og tað ger, at eg havi hug til okkurt annað. Eg byrjaði mína tíð í bestu hondbóltsdeildini í Stjørnuni og kenni meg væl har. Stjørnan ætlar sær at røkka langt í ár, og tað samsvarar við mítt mál, sigur Durita Christophersen Jojic við Portalin.

Russiski bakspælarin Julia Nalivko, ið veruliga gjørdi mun í fjør, heldur fram í felagnum. Stjørnan hevur eisini gjørt sáttmála við grønlendskan landsliðsmálverja til komandi kappingarár, og sum skilst er møguligt, at onkur nýggjur leikari kemur afturat.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 16. juni 2021

52 Leygardagur 19. juni 2021

U19-kvinnulandsliðið úttikið

Tær skulu royna seg í Norðurmakedonia um miðjan juli

Jana Mittún og Elsa Egholm úr H71 her í U18 dysti móti Íslandi í fjør. Tær báðar eru eisini við í U19 hópinum, sum skal til Norðurmakedonia at royna seg (Mynd: Sverri Egholm)
SkrivaÐ:

Sverri Egholm

Landsliðsvenjararnir, Mark Lausen-Marcher og Johan Hofgaard, hava úttikið hesar leikarar til Euro Championship kappingina, sum verður leikt í Norðurmakedonia 10.- 18. juli.

Málverjar:
Ró Tordardóttir Andreassen, EB
Rakul Wardum, Skanderborg Håndbold
Rúna Jógvansdóttir Larsen, H71

Vengur:
Lea Mortensen Mørk, GOG
Brynhild Pálsdóttir, H71
Rannvá Olsen, VÍF
Frida Holm Jacobsen, Neistin

Strikur:
Karin Mørkøre Kruse, EB
Sára Jacobsen, H71
Vár Bentsdóttir Zachariasen, H71

Bakkar:
Lív Bentsdóttir Zachariasen, H71
Lea  Símunardóttir Lisberg, EB
Elsa Egholm, H71
Jana Mittún, H71
Natasja Hammer, Kyndil
Petra Larsne, Neistin

Dystirnir verða leiktir í Skopje í Norðurmakedonia, og leiksskráin hjá Føroyum sær soleiðis út:

Sunnudagin 11. juli kl. 17: Kosovo-Føroyar
Mánadagin 12. juli kl. 19.30: Føroyar-Norðurmakedonia
Mikudagin 14. juni kl. 17: Føroyar-Bosnia Hersegovina
Hósdagin 15. juli kl. 17: Niðurlond-Føroyar
Leygardagin 17. juli plaseringsdystir
Sunnudagin 18. juli plaseringsdystir

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. juni 2021

53 Leygardagur 19. juni 2021

Barcelona setti Aalborg uppá pláss í finaluni

Heili 13 mál vóru á muni, tá seinasta bríksl í Champions League ljóðaði

(Mynd: EPA)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Aalborg Håndbold hevði spælt seg í Champions League-finaluna við millum annað flottum sigrum á Flensburg-Handewitt í PSG.

At danska felagið brúkt nógva orku fyri at koma afturíaftur í hálvfinaluni dagin fyri, er helst eingin ivi um. Hetta spældi eisini inn sunnudagin - Barcelona hevur ein væl breiðari hóp og brúkti ikki eins nógva megi í sínari hálvfinalu.

Aalborg kom annars eitt sindur betri frá byrjan í Laxness Arena í Köln, men skjótt tók Barcelona yvir, fekk eina rímiliga trygga leiðslu og bygdi uppá hana gjøgnum dystin. Eftir at tað bleiv 14-9 stutt fyri hálvleik kom Aalborg ongantíð nærri aftur, og í 2. hálvleiki var bert spurningur um hvussu nógv.

Barcelona, ið tapti finaluna í fjør, spældi frálíkan álopshondbólt, og vann heili 36-23. Hetta var tíggjunda ferð uppá 30 ár, at katalanska felagið vann størstu evropeisku kappingina.

Tað er framvegis ikki eydnast einum donskum felagi at vinna Champions League - møguliga tað kemur í hús, meðan Mikkel Hansen, ið tó heldur ikki hevur vunnið kappingina, spælir í felagnum. Skiftið frá PSG fer ígjøgnum um eitt ár.

Júst PSG tryggjaði sær bronsu í kappingini við 31-28 sigri á Nantes.

Champions League Final Four

Laxness Arena, Koln - sunnudagin 13.juni
Barcelona - Aalborg Håndbold 36-23 (16-11)

Toppskjútti: Aleix Gomez Abello 9 mál


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 13. juni 2021

54 Leygardagur 19. juni 2021

Hægstu karakterir nakrantíð í fimmgongd í Føroyum

Farna vikuskiftið var triðja innlieðandi ToppRoss uttandurakappingin í Havnardali

Valborg Hallursdóttir Laksáfoss og ryssan Þórey frá Flagbjarnarholti vísa her flott skeið í kappingini F1
SkrivaÐ:

Alda Nielsdóttir

Farna vikuskiftið var triðja innleiðandi ToppRoss uttandurakappingin í Havnardali, har kappast varð í fimm ymiskum flokkum. Hetta var seinasta innleiðandi kappingin áðrenn FM, sum verður í juli.

Veðrið skikkaði sær einki serligt, tá innleiðandi umførini vóru hósdagin og fríggjadagin. Har var fitt av vindi og nøkur heilt grov æl. Men leygardagin, tá finalan var, var turt og sól, so tá var hugaligari hjá bæði fólki og rossum.

Hægstu karakterir nakrantíð í fimmgongd í Føroyum
Heili seks pør høvdu meldað til í F1, sum er fimmgongd. Her skal rossið vísa øll gonguløgini – fet, trav, tølt, lop og skeið – og her er tað skeiðið, sum er mest spennandi. Rossini fáa tríggjar møguleikar at vísa skeið – og tveir teir bestu karakterirnir telja við.

Leygardagin vóru tað Valborg Hallursdóttir Laksáfoss og ryssan Þórey frá Flagbjarnarholti sum skaraðu langt framúr í fimmgongdini. Tær megnaðu at fáa 6,929 í miðal, sum er hægsti miðalkarakterur, ið nakrantíð er givin í fimmgongd í Føroyum.

Í skeiðnum megnaðu tær at fáa heil 7,8 stig – og hetta er allarhelst eisini met.

Spenningur í fjórðgongd
Stutt var ímillum nummar eitt og tvey í fjórðgongdini. Tó vann Knút Lützen á Kára frá Ásbrú ein tepran sigur á Óluvu á Lofti á Kopari frá Hrauni við 6,967 stigum ímóti 6,900 stigum.

Samreiðssteyp og røktartallerkur
Hesa ferð vóru tað Ragnheiður Ólafsdóttir Dam og Hugi frá Hrepphólum, sum vunnu samreiðssteypið, ið verður latið til tað parið, har serliga gott samband er millum ross og reiðfólk, meðan Kristianna Jespersen og Tristan frá Auðsholtshjáleigu vunnu røktarsteyp fyri snøgga og vakra útsjónd.


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 14. juni 2021

55 Leygardagur 19. juni 2021

Tórshavn Marathon verður 26. september

Hetta hevur Bragdið gjørt av og til ber nú at melda seg til. Renningin skuldi upprunaliga vera 6. juni, og tey, sum meldaðu seg til ta renningina, kunnu velja at flyta tilmeldingina ella fáa endurgjald

Í heyst skulu 42,2 kilometrar rennast í høvuðsstaðnum (Mynd: Ólavur Frederiksen)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Atlantic Airways Tórshavn Marathon skuldi 6. juni 2021, men neyðugt varð at útseta tað orsakað av koronastøðuni, ið var fyrst í mánaðinum. 

Í fjør varð Tórshavn Marathon avlýst. Soleiðis verður ikki í ár. Bragdið hevur gjørt av, at runnið verður 26. september 2021.

Í hesum sambandið boðar ítróttarfelagið frá, at allir luttakarar, sum vóru tilmeldaðir til renningina 6. juni, fáa í boði at flyta tilmeldingina til 26. september. Møguleiki er eisini at fáa luttakaragjaldið endurgoldið.

- Ítróttarfelagið Bragdið vónar sjálvsagt, at flest allir luttakarar velja at flyta tilmeldingina og taka lut í renningini í september. Luttakarar, sum høvdu meldað til renningina 6. juni 2021, fáa teldupost við nærri kunning.

Tilmeldingin til renningina er latin upp aftur, og tað ber at melda seg til Atlantic Airways Tórshavn Marathon 26. september 2021 her.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. juni 2021

56 Leygardagur 19. juni 2021

Fóttennis verður við á Føroyaleikum

Fótbóltssamband Føroya skipar fyri serstøku kappingini í Runavík. Fýra ymiskir aldursbólkar eru, og til ber at kappast móti bert egna kyni ella í blandaðum bólki

Leikarar hjá A-landsliðnum hjá monnum taka sær av løttum við fóttennis til eina venjing á Malta (Mynd: Hans Erik Danielsen)
SkrivaÐ:

Agnar Prestá

Í døgunum 8. til 11. juli verður nýggja og stóra ítróttartiltakið "Føroyaleikir" hildið kring landið. Kappast verður í alskyns ítróttargreinunum, og nú er greitt, at størsta ítróttargreinin í Føroyum verður umboðað - tó á ein serstakan hátt.  

Fótbóltssamband Føroya boðar á heimasíðu sínari frá, at tað verður millum sersambondini, sum fer at taka lut í stóra summartiltakinum. Fótbóltskappingin verður ikki skipað sum vanligur fótbóltur, men sum fóttennis, og verður á vøllinum við Løkin í Runavík.

Fóttennis verður ofta nýtt sum partur av lættari venjing, har leikararnir stuttleika sær eitt sindur. Tað er ein góð kapping í, og tað er eisini til frama fyri at menna teknisku førleikararnar hjá leikarunum. Í stuttum er tað fótbóltur á  heilt lítlum øki við tennisreglum.

- Hetta verður samstundis eitt gott høvi til at gera okkurt nýtt og øðrvísi, bæði sum lið, vinfólk ella familja, og FSF vónar at síggja nógv glað fótbóltsfólk við vøllin í Runavík hesar dagarnar, skrivar FSF á heimasíðu sínari.

Fýra leikarar kunnu vera á hvørjum liðið - tríggjir á vøllinum umframt ein útskiftari

Kappingin verður skipað í hesum deildum:

U15 (gentur, dreingir og blandað)
U18 (gentur, dreingir og blandað)
Vaksin (opin bólkur / kvinnur, menn og blandað)
Old Boys (+40), Old Girsl (+40) og blandað í hesum aldursbólkunum

Í blandaðu kappingunum skal býtið millum kynini vera 2+2 ella 2+1, um eingin útskiftari er, skrivar FSF og leggur afturat, at kappingarleisturin verður skipaður eftir undirtøkuni og tali av liðum, og verður hetta lagt, tá tilmeldingarfreistin er farin. Trý tey bestu liðini í hvørjari deild vinna heiðursmerki og rættin til at kalla seg Føroya besta fóttennislið.

Spælt verður í settum og upp í ellivu: Liðið, sum fyrst vinnur tvey sett, hevur vunnið dystin.

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. juni 2021

57 Leygardagur 19. juni 2021

Av Garðsenda á Toftanes

Tvey nýggj bind av Føroya Siglingarsøgu eftir Páll J. Nolsøe

Niels Nielsen (Niels í Heiðunum), seglmakari, Debes Christiansen, skipari, og Páll J. Nolsøe, landsskjalavørður, umborð á »Westward Ho«. Teir stovnaðu í 1960-árunum Sluppgrunnin, ið sum høvuðsmál hevði at varðveita sluppina »Westward Ho« í sínum uppruna líki sum seglskip. Páll J. Nolsøe var formaður í grunninum (Mynd: Flemming Samuelsen)
SkrivaÐ:

Innsent

Sjey ár eru liðin síðan fimtanda bind av Føroya Siglingarsøgu kom út. Nú er hon aftur á gáttini Hesaferð eru bøkurnar tvær, sekstanda og seytjanda bind, tilsaman 619 síður. Við øllum bindunum táttar samlaða síðutalið nú móti fimm túsund.

Vavið í hesum bókum, ávikavist fjórðu og fimtu um Eysturoyar handils- og skipasøgu – sekstandu og seytjandu í røðini um Føroya Siglingarsøgu – røkkur frá Garðsenda á Nesi og til Toftanes í Leirvík. Bygdirnar, ið umrøddar eru, eru fimm – tríggjar gamlar markatalsbygdir og tvær niðursetubygdir: Nes, Æðuvík, Rituvík, Gøturnar og Leirvík.

Harumframt er ein frágreiðing eftir Jákup Højgaard, kommunulækna, um íshús. Faðir hansara Dánjal Petur Højgaard, ið hevði handil niðri í Oyrunum á Toftum, var ein tann fyrsti í Føroyum at fáa sær íshús, bæði til at goyma agn og fisk í. Greitt verður frá, hvussu hesi íshús vóru innrættað og hvussu arbeiðsviðurskiftini har vóru.

Umslagsmyndin er klippmynd eftir Vígdis Sigmundsdóttir. Hon sýnir eina umbygda slupp, ið er riggað um frá snørisveiði til aðrar veiðihættir, garna- og línuveiði o.s.fr. Sluppin hevur stýrhús og skúr. Ein kona við smábarni er farin út á sjónarheyg at hyggja, um hon sær nakað til skipið, hennara næstu eru við. Hetta er tíðin, tá teir væntast at koma heimaftur. Og tá var umráðandi at vita, um flaggið var í hún ella hálvari mastur. Hitt fyrra boðaði frá góðum, hitt seinna frá ringum.

Tá Páll J. Nolsøe fór undir at geva út Føroya Siglingarsøgu valdi hann áramálið 1856-1940, frá tí at Føroyar fingu fríhandil til seinni heimsbardagi brast á. Hetta er eisini tíðin, vit rokna sum slupptíðina í Føroyum.

Umrøddir vórðu handils- og útgerðarmenn og skiparar, ið høvdu verið virknir innan fyri hetta tíðarmark. Seinni varð lopið upp um garð, so at eisini virki, skip og menn, ið høvdu verið í vinnu eftir 1940 sluppu upp í part. Tá var grundarlagið fyri áramálinum 1856-1940 burtur.

Seinast, tá Føroya Siglingarsøga XV, ið umrøður Tofta handils- og skipasøgu, kom út, varð hetta tíðarmark broytt til 1895-1995. Fyrra árstalið er árið, tá fyrsta skipið fær heimstað á Toftum, seinna er árið, tá Páll J. Nolsøe leggur frá sær. Hann andaðist á pálsmessu 1996, 87 ára gamal.

Hesaferð er fyrra árstalið flutt tíggju ár longri aftur, til 1885, sum er tað árið, tá ið Dánjal Davidsen á Gørðum á Nesi er bestimaður hjá Poul Nikláa Danielsen við Ryggjagarð á »Delphinen« til fiskiskap við Rock All og tvey ár seinni við sama skipi sum fyrsti føroyingur klývur upp á Rokkin (Rock All).

Farið verður bert út um 1995 í tann mun, drift hevur verið undan hesum ári til tess at fylgja gongdini hjá handils- og útgerðarvirkjum, fiskavirkjum og teimum, sum á odda hava staðið.

Sekstanda bind av Føroya Siglingarsøgu er vígt minninum um Anton Olsen, skipara úr Rituvík. Sum skipari á danska farmaskipinum »Claru Mærsk« útinti hann heimsins størsta sjóbjargingartiltak við at bjarga meira enn trý túsund vjetnamesiskum flóttafólkum úr havsneyð í Kinahavi í mai 1975.

Seytjanda bind er vígt minninum um Jóannes Johannesen (Leirvíks Jóannes), skipara og handils- og útgerðarmanni í Leirvík, sum í august 1941 saman við seks monnum gekk burtur við skipi sínum »Kristionnu« á veg úr Íslandi til Aberdeen við fiskalast.

Tað er Lise Nolsøe, kona Páll J. Nolsøe, ið gevur Siglingarsøguna út.

Framløga av Føroya Siglingarsøgu 16 og 17 verður í Steinprenti á Skálatrøð í Havn leygardagin 19. juni kl. 14-16.

[object Object]


Greinin varð fyrstu ferð løgd út 17. juni 2021

58 Leygardagur 19. juni 2021

Minningarorð um mín góða vin og starvsfelaga Per Højgaard

Kvøldið fyri, tá sólin so bjørt og líðandi setti yvir Bispebjerg, meðan vit koyrdu út at vera hjá tær – Per, rann fram fyri meg, at skjótt ert tú hjá sólini, stjørnunum og Gudi, sum tú altíð setti títt álit á

Per Højgaard og Kári Durhuus
SkrivaÐ:

Minningarorð / Kári Durhuus

Tað eru løtur á lívsleiðini, tá markið millum lív og deyða stendur greitt og skarpt fyri tær. Tú hevur ongan møguleika at toga hann heimaftur, sum hevur fingið boð um at stíga um deyðans gátt. Tú ert her, og hann noyðist at fara.

Soleiðis var hósdagin 18. juni 2020 á Bispebjerg Hospital, har mín góði vinur og starvsfelagi ígjøgnum trý áratíggju, Per Højgaard, lá og stríddist á sjúkralegu. Vit, sum sótu hjá honum seinastu løturnar í lívi hansara, upplivdu henda morgunin eisini fagrasta sólskinsveður við fuglasangi í vøkru blómu- og grasagørðunum kring gamla og hugnaliga sjúkrahúsið á Bispebjerg.

Sólin, sum Per elskaði, boðaði saman við fuglasanginum okkum enn ein nýggjan dag í danska høvuðsstaðnum, har Per búði og starvaðist í fleiri umførum í nógv ár. Hann varðveitti samstundis tilknýtið til Føroyar, her hann hevði sína kæru mammu Nicolinu og familjuna, pápa sín Eli og familjuna, og her arbeiðsuppgávur eisini lógu.

---

Kvøldið fyri, tá sólin so bjørt og líðandi setti yvir Bispebjerg, meðan vit koyrdu út at vera hjá tær – Per, rann fram fyri meg, at skjótt ert tú hjá sólini, stjørnunum og Gudi, sum tú altíð setti títt álit á.

Tað er so ómetaliga undarligt at sita og skriva minningarorð um teg mín góða vin og starvsfelaga, sum eg havi skrivað so nógv annað saman við – t.d. undir lestrinum á Danmarks Journalisthøjskole, í okkara størvum sum journalistar í útvarpi og sjónvarpi, á Christiansborg, í ráðgevarauppgávum, á skeiðum o.s.fr. 

Tað er heilt ófatiligt, at tú og títt skarpa vit, at tú og títt skemtingarsama lyndi, at tú og tín klókskapur og alt hitt, sum eg kundi nevnt, brádliga varð tikið frá okkum. Tó at bæði tú og øll rundan um teg vistu, hvønn veg tað bar, so eru vit ongantíð til fulnar fyrireikað til deyðan. Vit stóðu eftir, og tú noyddist at fara.

Tá tú fekst staðfest herviliga sjúku eitt gott ár frammanundan, at tú noyddist at geva skarvin yvir, avgjørdi tú so manniliga at berjast ímóti. Vit fóru til Como-sjógvin í Italia – tú og tín elskaða Maikin saman við mær og Hansinu. Tú vildi ikki, at hesin túrurin, sum var settur út í kortið, áðrenn tú fekst staðfest sjúkuna, skuldi fara í vaskið. Løturnar í Italia goyma vit innast í hjartanum.

Eftir Italia settu vit báðir kós ímóti Beijing at fáa tær heilsubót. Vit fóru avstað saman við pápa tínum, Eli, sum vildi ganga ígjøgnum eld og vatn fyri at fáa sonin frískan. Kina-túrurin hjálpti tær væl. Vit vitjaðu kinesiska múrin, har tú ranst fremstur niðan eftir bratta múrinum í 35 hitastigum fullur av vón um, at hóast lemjandi sjúku, so var kanska ein framtíð at hóma. Vit vitjaðu eisini Himmalska Friðartorgið júst 30 ár eftir, at kinesiski herurin í 1989 drap túsundtals ung mótmælisfólk á hesum søguliga plássi.

Vit runnu í Beijing, eins og vit runnu í New York fimm ár eftir yvirgangsatsóknirnar í hesum stóra og bergtakandi býi, har vit báðir vóru á spennandi ferð fyri 15 árum síðani.

---

Per og eg komu at kennast longu í Hoydølum í 1987, tá hann byrjaði í student, og eg á HF. Minnist henda unga, nærlagda og gløgga mannin. Minnist eitt nú, at hann var orðstýrari í einum pallborðskjaki, ið hansara flokkur skipaði fyri á eini evnisviku, sum vit høvdu í Hoydølum.

Longu tá var greitt, at hugurin hjá Per stóð til fjølmiðlarnar, eins og hugur mín eisini leitaði tann vegin. Minnist eisini, at tá Per eitt skifti var vertur í Degi og Viku, vóru nógv, sum høvdu á orði, hvussu væl hesin dámligi og peni ungi maðurin dugdi.

Vit upplivdu broytingartíðina – frá at klippa bond og senda innsløg av Christiansborg ígjøgnum telefonina til útvarpið til eina nýggja elektroniska tíð – har vit fóru at gera talgild útvarpsinnsløg, sum vóru send beinleiðis úr telduni út til lurtararnar í Føroyum. Okkum dámdi at royna nýggjar og spennandi avbjóðingar, og Per var altíð so framúr kringur til tann tøkniliga partin eisini. Hann brendi fyri tí, hann tókst við.

Per var so sera góður at arbeiða saman við. Hann var gløggur og kvikur, og hann hevði altíð áræði at fara í holt við uppgávurnar. Betri starvsfelaga kanst tú ikki ynskja tær. Grundvøllurin undir okkara samstarvi var dygga vinalagið, vit høvdu bygt upp heilt frá ungum árum. Tað er ikki altíð, at tú fært bæði holla starvsfelagan og besta vinin í sama persóni, men so heppin var eg.

Per var professionellur, viljasterkur og kundi tykjast sum ein harður journalistur og ráðgevi, men tað var tann professionella síðan. Hann var eisini ein bleytur og stillførur familjumaður, sum elskaði konu sína, Maikin, og síni fýra børn Ingrid, Artur, Barbu og Hákun yvir alt. Hann var errin av konu og børnum, og Maikin og hann skaptu sær eitt trygt og fjálgt heim á Christianshavn.

Tey staðfestu sín kærleika og sítt sterka vinalag í hjúnabandinum, og tú kanst veruliga siga, at Maikin hevur staðið undir liðini á manni sínum í mótgongd og viðgongd. Hetta hevur verið ein hørð tíð, sum hon hevur handfarið so sera væl, fyri at bæði Per og børnini skuldu fáa tað besta burtur úr hesi vanlagnu, sum herviliga sjúkan kastaði inn í lítla og trygga heimið á Christianshavn.

Eftir einum ári læsti sjúkan Per meira og meira inni í sær sjálvum, samstundis sum førleikarnir so líðandi vóru tiknir frá honum. Funktiónirnar vóru sløktar ein fyri og onnur eftir, men alla tíðina var hann har innanfyri. Tað sóu vit í eygunum á honum, og viljastyrkina misti hann ongantíð.

Eisini hansara síðstu løtur sóu vit Per og hansara persónligheit aftan fyri sjúkuna. Hann var glaður at síggja okkum og øll síni kæru á sjúkrahúsinum. Hann hálsfevndi okkum øll, og hóast sjúkan ávirkaði minnið og fatanarligu evnini, visti hann væl, at nú gekk veruliga ímóti endanum. 

---

Góði Per – saknurin er ræðuliga stórur bæði hjá mær og familjuni, tí tú hevur altíð verið ein stórur og góður partur av okkara húsarhaldi. Vit hava øll mist ein kæran vin, og eg havi mist eitt vinalag, sum gongur meira enn 30 ár aftur í tíðina. Øll tíni kæru hava mist ein pápa, ein mann, ein son og ein so hjálpsaman og stuðlandi beiggja.

Eg veit, at tú hugsaði nógv um, at tú ikki slapst at fylgjast við konu og børnum víðari ígjøgnum lívið. Tó at lagnan var so hørð og eirindaleys, so fegnast vit í dag um, at vit fingu loyvi at siga tær farvæl í eitt longri tíðarskeið, har vit hóast sjúkuna eisini høvdu góðar løtur.

Sjálvt um tíni framúrskarandi evni at samskifta við orðum vóru farin at bila, so fanst tú nýggjar hættir at siga tað, ið lá tær á hjarta, við sangum, sum tú spældi í telefonini. Meðan vit fingu okkum eitt gott glas av víni ella bæði tvey saman við tær og Maikin og Eagles, sum vóru so høgt í metum hjá tær, so læt tú Cat Stevens sleppa inn ímillum við sanginum “Father and Son” at syngja “I have to go”. Scorpions sungu “Still Loving You”, Phil Collins sang um “Separate Lives” og saman við Terry Jacks segði tú “good by my friend it is hard to die, when all the birds are singing in the sky”. Og ikki minst staðfesti tú við Queen, at “The Show Must Go On”. Tú vart ein meistari í samskifti líka til tað síðsta.

Vit báðir søktu hjálp og stuðul hjá hvørjum øðrum, tá ið annar fekk onkran lívsins brotasjógv, og hetta sterka vinalagið hava vit bara altíð havt. Tann, sum livir nóg leingi, fær at merkja, at sorgin er kærleikans prísur, men samstundis eru minnini ein skjalfesting av tí, sum var, og eg vóni av øllum mínum hjarta, at góðu minnini fara at hjálpa tær Maikin og børnunum á leiðini víðari ígjøgnum lívið.

Góði Per – eitt ár er liðið, síðani vit fóru úr Vesturkirkjuni við tær suður til Fámjins, har tú vildi jarðast. Har hevði tú so mong, rík barndómsminni hjá Lis-mostrini og Jaspur-gubbanum og teirra húski, sum tú altíð tosaði so hjartaliga um. Hetta var bæði ein gráur og lýggjur dagur í vakra umhvørvinum í Fámjin, men skýggini lótu seg upp fyri himmalinum eina løtu fyri at sleppa nøkrum sólargeislum framat, sum vart tú veittraður upp til hin altvaldandi.

Hvíli tú í friði kæri vinur.

Kári

Greinin varð fyrstu ferð løgd út 18. juni 2021