Onki úrslit
Undanfarna síða
Search by
Næsta síða

Breiðband ella
fipur til heimið

Kopar

Upp til 100Mbit

Prísur úr {{fromPriceKopar}} kr./mðn.

Fipur

Upp til 1000Mbit

Prísur úr {{fromPriceFipur}} kr./mðn.

Farnet

Upp til 750 GB/mðn.

Prísur úr {{fromPriceFarnet}} kr./mðn.

{{selectedPackage.title}} Mbit

Fipur
Kopar

{{selectedPackage.title}} Mbit

{{ calcPrice(selectedPackage.price) }} kr./mðn.

Minsti prísur: {{getMinPrice()}} kr.

Ring
+298 202020

Vit hava ikki møguleika at síggja, hvørja ferð tú kanst fáa á tínum bústaði.
Vinarliga set teg í samband við Nema á tlf. +298 202020 ella teldupost: nema@nema.fo

Set saman og spar

Set saman og spar 50 kr. um mánaðin, um tú eisini hevur fartelefonhald hjá Nema. Avslátturin fer av breiðbandshaldinum.

Leita eftir tínum bústaði omanfyri, fyri at síggja hvørja ferð tú kanst fáa.

Linjugjald á 158,75 kr./mðn. er afturat. Linjugjald á 87,50 kr./mðn. er afturat. Tú kanst fáa breiðband upp til {{selectedAddress.Download}}/{{selectedAddress.Upload}} Mbit, um tú hevur røttu útgerðina. Til hetta krevst, at tú keypir nýggjan beinara og montør-arbeiði. Harumframt verður eitt eyka linjugjald á 27,50 kr/mðr. álagt.

Sí øll hald her

Farnet

75 GB – 312 kr/mðn.

300 GB – 375 kr/mðn.

500 GB – 439 kr/mðn.

1000 GB – 469 kr/mðn.

1500 GB – 529 kr/mðn.

Frítt Data – 539 kr/mðn. (íroknað beinaraleiga)

Fipur

100/100 – 426 kr/mðn.

200/200 – 446 kr/mðn.

300/300 – 466 kr/mðn.

500/500 – 526 kr/mðn.

1000/1000 – 626 kr/mðn.

Prísurin er uttan linjugjald á 158,75 kr/mðr.

Kopar

5/0,5 – 395 kr/mðn.

10/1 – 449 kr/mðn.

20/5 – 456 kr/mðn.

40/5 – 475 kr/mðn.

50/10 – 486 kr/mðn.

75/10 – 496 kr/mðn.

100/20 – 526 kr/mðn.

Prísurin er uttan linjugjald á 87,50 kr/mðr.

Tú kanst fáa breiðband upp til 100/20 Mbit, um tú hevur røttu útgerðina. Til hetta krevst, at tú keypir nýggjan beinara og montør-arbeiði. Harumframt verður eitt eyka linjugjald á 27,50 kr/mðr. álagt.

Set saman og spar

Visti tú, at vit bjóða serprís til tey ið hava fleiri hald frá Nema? Um tú longu hevur eitt internethald, kanst tú seta tað saman við einum fartelefonhaldi og spara 50 kr. um mánaðin.

Farnet

Fleiri velja sær eisini farnet heldur enn breiðband heima, tí tað er skjótt og lætt. Eingir káplar, ongan montør, einki kopargjald og eingin bíðitíð. Við okkara framkomna farneti kunnu vit bjóða gott netsamband um alt landið.

Farnet er eisini upplagt at brúka í summarhúsinum, húsvogninum, bátinum v.m.

Bílegg fipur

Fipurnet útbyggingin er væl ávegis kring alt landið, og hvønn mánað koma nýggjar bygdir og grannaløg á netið.

Er fipurnet ávegis hjá tær?

Sí útbyggingar-ætlanina og skriva teg á listan, so ringja vit teg upp, so skjótt tú kanst fáa fipur.

Royn hægri ferð uttan meirkostnað í ein mánað

Góð ráð

Fipurnet til Hellurnar

Fipurnet er nú tøkt at undanbíleggja til øll, ið búgva á Hellunum. Undanbílegg áðrenn 30. mai So sparir tú pengar og sleppur undan øllum roksinum. Tað eru sera nógvir fyrimunir við at undanbíleggja fipurnet, áðrenn freistin er farin. Tit fáa eina lidna loysn, sum riggar, so skjótt montørurin er liðugur. Fipurin verður lagdur inn í húsið Fipurbrúgv verður gjørd Routari/beinari verður settur til og uppsettur Internetið verður eftirkannað Tú sleppur sostatt undan at bíleggja, gjalda fyri montør og uppsetan av beinara. Net stendur fyri øllum, og tú fært fipurnetið so skjótt sum tilber. Undanbíleggingin er tí ein fullfíggjað loysn. Undanbílegg/skráset teg í dag: Hvat er fipur og hvørjir fyrimunir eru? Fipurnet fer at kollvelta tøknina, vit kenna í dag. Tøknin letur upp fyri, at telefeløgini kunnu bjóða ferðir heilt upp til 1000 Mbit og meira. Tað er óhoyrt fyri føroyingar og fólkið, ið her býr.  Fipur er ein nútímans tøkni, sum gevur ógvuliga skjótt og álítandi internetsamband gjøgnum ljósleiðaratægrar, ið eru til tjúkdar sum eitt hár. Sjálvur fipurkaðalin er nakrar fáar millimetrar til tjúkdar og liggur vardur í eini sterkari rørleiðing, sum er átta millimetrar til tjúkdar. Ein slík rørleiðing verður løgd inn til hvørt einstaka húsarhald.  At leggja fipur er tískil ein sera stór íløga, bæði fíggjarliga og í arbeiðsorku. Men eitt fipurnet er harafturímóti skynsamari í rakstri enn verandi koparnet. Tilfarið er bíligari, krøvini til kaðalveitingar eru minni, og fipurnetið verður neyvt kortlagt og skrásett við GPS-punktum. Harafturat er eitt fipurnet meira atkomuligt og lættari at umvæla. Sí hvar fipur er tøkt og ætlan fyri útbygging Tað er Net, ið leggur fipur kring allar føroyar. Sí teirra ætlan fyri útbygging við at trýsta á leinkjuna niðanfyri. Fipur og útbygging

5G og VoLTE til Nema kundar 15. apríl

5G í Føroyum hevur verið leingi ávegis. Í august í fjør fingu Nema kundar ágóðan av tí skjóta 5G sambandinum í útlondum. Nú kunnu vit endiliga kunngera, at vit tendra fyri 5G í Føroyum mánadagin tann 15. apríl 2024. 5G er eitt net, ið er á heimsstigi. Samanbera vit 5G við núverandi 4G, verður ferðin fleirifaldað og tænastumøguleikarnir verða uppaftur betri. Samstarv 5G netið í Føroyum er útbygt saman við FT Samskifti og Ericsson. Nema og FT Samskifti samstarva um sendistøðirnar á nýggja føroyska 5G netinum. Samstarvið fevnir um atgongd til allar sendistøðirnar, og 5G netið er til gagns fyri allar brúkarar í Føroyum. Sostatt fáa kundarnir hjá bæði Nema og Føroya Tele atgongd til sama net, somu ferð og sama kapasitet. Tað merkir, at samband og góðska av 5G netinum verður eins fyri allar føroyingar. 5G-farnetið gevur nógv hægri ferð enn 4G-netið. Tað merkir, at tú kanst taka appir, filmar og annað enn skjótari niður á telefonina. Eisini har nógv fólk eru saman. Samstarvið er uttan iva gagnligt fyri kundarnar, ið bæði fáa munandi betri dekning við nýggja 5G-netinum og framhaldandi kapping um tænasturnar. Gudny Langgaard, stjóri í Nema. VoLTE VoLTE verður somuleiðis tøkt fyri Nema kundar frá 15. apríl. Nakrir av fyrimuninum við VoLTE eru m.a. skjótari ringitíðir, hægri ljóðgóðska og minka verður um larm, tá tosað verður í telefon. VoLTE ger tað møguligt at surfa á netinum, samstundis sum tosað verður. Hóast hetta fer fram yvir netið, brúkar tú vanliga talu og ikki GB, tá tosað verður yvir VoLTE. VoLTE er tí ein eyka tænasta, ið betrar um góðskuna hjá okkara kundum.

Talgildur uppruddingardagur

Digital Cleanup day ella Talgildur ruddingardagur er ein dagur, har dentur verður lagdur á tað umhvørvisliga fótafarið, ið talgildi pallurin setur á heimin. Ætlanin við degnum er at vísa á, hvørja ávirkan tøknin hevur á umhvørvið og at gera fólk tilvitað um, at tað eisini er neyðugt at rudda talgildu pallarnar. Talgildi ruddingardagurin er 3. leygardag í mars, hvørt ár.   Tey flestu av okkum hava eina rúgvu av dátum í skýnum. Her er talan um myndir, teldupostar og trygdarrit av telefonum og teldum. Tað krevur eina rúgvu av orku at goyma og varðveita okkara dátur, og vit kunnu gera okkara fyri at vit ikki goyma óneyðuga stórar mongdir av dátum. Fyri at spara uppá Co2 útlátið kunnu vit rudda út í tí, ið vit goyma í skýnum.   Nøkur góð ráð til at rudda út í tínum talgilda tilfari.   Sortera og sletta í tínum myndum á t.d. Icloud og Google drive Rudda út í tínum teldupostum. Serliga teir teldupostarnar, ið hava myndir og stóra fílar fylla nógv Strika øll tíðindabrøvum, ið tú fær umvegis teldupost, men sum tú ikki lesur Sletta appirnar, ið tú ikki brúkar, bæði á telefonini og á telduni.  Sortera og sletta í tíni Downloads mappu Minst til at tøma ruskílatið á skriviborðinum á telduni og í myndamappuni á telefonini.   Nøkur góð ráð til at betra um Co2 útlátið frá tínum talgildu pallum Tá tú tekur myndir, er snilt at velja tær bestu myndirnar burturúr beinanvegin og sletta restina Tá tú tekur myndir, er snilt at velja tær bestu myndirnar burturúr beinanvegin og sletta restina Sletta teldupostar, ið eru avgreiddir, og sum ikki hava nakran týdning Sker allar óneyðugar teldupostar, við myndum og stórum fílum, burtur. Bæði teir, ið tú sendir og teir, ið tú móttekur. Er hetta fyrstu ferð, ið tú ruddar út á tínum talgildu pallum, er upptakið allarhelst stórt. Men gera vit hetta hvørt ár, er uppruddingararbeiði meira einfalt og hugaligt. Mann metur: at ein sendur teldupostur, ið fyllir 1 MB, útleiðir 20 gram av Co2 at KT-vinnan, í øllum heiminum, útleiðir eins nógv Co2 sum flogvinnan at dátumiðstøðir nýta áleið 10% av øllum streyminum í heiminum.

Fipurnet til Strendur og Hoyvík

Fipurnet er nú tøkt at undanbíleggja á hesum adressum: Karlamagnusarbreyt 14, Hoyvík Hálsgøta, Strendur Eyrgøta 3 til 24, Strendur Lágargerði 1-16, Strendur Undanbílegg áðrenn 1. mars … og slepp undan øllum roksinum. Tað eru sera nógvir fyrimunir við at undanbíleggja fipurnet, áðrenn freistin er farin. Tit fáa eina lidna loysn, sum riggar, so skjótt montørurin er liðugur. Fipurin verður lagdur inn í húsið Fipurbrúgv verður gjørd Routari/beinari verður settur til og uppsettur Internetið verður eftirkannað Tú sleppur sostatt undan at bíleggja, gjalda fyri montør og uppsetan av beinara. Net stendur fyri øllum, og tú fært fipurnetið so skjótt sum tilber. Undanbíleggingin er tí ein fullfíggjað loysn. Undanbílegg/skráset teg í dag: Hvat er fipur og hvørjir fyrimunir eru? Fipurnet fer at kollvelta tøknina, vit kenna í dag. Tøknin letur upp fyri, at telefeløgini kunnu bjóða ferðir heilt upp til 1000 Mbit og meira. Tað er óhoyrt fyri føroyingar og fólkið, ið her býr.  Fipur er ein nútímans tøkni, sum gevur ógvuliga skjótt og álítandi internetsamband gjøgnum ljósleiðaratægrar, ið eru til tjúkdar sum eitt hár. Sjálvur fipurkaðalin er nakrar fáar millimetrar til tjúkdar og liggur vardur í eini sterkari rørleiðing, sum er átta millimetrar til tjúkdar. Ein slík rørleiðing verður løgd inn til hvørt einstaka húsarhald.  At leggja fipur er tískil ein sera stór íløga, bæði fíggjarliga og í arbeiðsorku. Men eitt fipurnet er harafturímóti skynsamari í rakstri enn verandi koparnet. Tilfarið er bíligari, krøvini til kaðalveitingar eru minni, og fipurnetið verður neyvt kortlagt og skrásett við GPS-punktum. Harafturat er eitt fipurnet meira atkomuligt og lættari at umvæla. Her er fipurnet tøkt Ætlan fyri útbygging

Vinnurekandi?