fo / en
Totalview HR rekruttering
Ment av Formula

Fíggjarleiðari til Vága kommunu

Vága kommuna leitar eftir einum dugnaligum og ágrýtnum fíggjarleiðara!

 

Vága kommuna er ein kommuna sum hevur ment seg nógv seinastu árini, og nú hevur tú møguleika at vera við til at menna kommununa enn meira. Kommunan hevur sett nýggja kós, har fleiri spennandi viðurskifti eru sett á dagsskránna. Her ímillum er býarmenning, tað at skapa nýskapandi karmar fyri vinnu, mentan og ferðavinnu og eisini at menna kommununa við fjøltáttaðum bústaðarmøguleikum og frítíðartilboðum.

 

Sum fíggjarleiðari fært tú leysar teymar at skipa arbeiðið innan fíggjarøkið, júst sum tú ynskir. Í starvinum hevur tú beinleiðis tilvísing til kommunustjóran, og harvið fært tú stóra ávirkan á, hvussu Vága kommuna verður rikin.

 

Fíggjarleiðarin hevur ábyrgdina av fíggjardeildini, sum inniber at bókhald, fíggjarviðurskifti og lønarviðurskifti verða røkt soleiðis, at tað til eina og hvørja tíð er ein greið lýsing tøk av fíggjarstøðuni hjá kommununi. Harumframt hevur fíggjarleiðarin ábyrgdina av journaliseringini og móttøkuni hjá Vága kommunu.

 

Nærri lýsing av starvinum, førleikakrøvum, setanartilgongd o.ø. síggjast í leiðaraprofilinum.

 

LØN OG SETAN

Miðað verður eftir at starvið kann verða sett frá 15. august 2024, ella eftir nærri avtalu. Starvið verður lønt í 36. lønarflokki hjá Tænastumannafelag Landsins, tó uttan at verða eitt tænastumannastarv. Harumframt verða 15% goldin í eftirlønargjaldi. Starvið kann eisini vera lønt sambært sáttmála við avvarðandi fakfelag.

 

UMSÓKN OG UPPLÝSINGAR

Umsókn, saman við upplýsingum um útbúgving, CV og møguligum tilvísingum, skal verða okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 29. mai 2024.

Tú søkir starvið við at trýsta á knøttin »Søk nú« í høgra bredda.

 

Áhugaðir umsøkjarar, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið, kunnu seta seg í samband við Jóhan Hendrik Ellefsen, kommunustjóra á telefon 794408, ella við telduposti: jhe@vaga.fo. Víst verður eisini til heimasíðuna hjá Vága kommunu: www.vaga.fo. 

Lagt út tann
01. mai 2024
Starv
Fíggjarleiðari
Starvsheiti
Fíggjarleiðari til Vága kommunu
Virki
Vága kommuna
Deild
Vága kommuna
Umsóknarfreist
29. mai 2024
Byrjunardagur
15. aug. 2024
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor