Vinna

Vil tú vera við til at menna Vágar?

Við menningarstovuni Visit Vágar, eru Vága og Sørvágs kommunur saman um at menna ferða- og upplivingarvinnuna í Vágum og Mykinesi, og leita nú eftir einum leiðara til hetta spennandi starvið.

2023-03-30 17:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Talan er um eitt fjølbroytt og sjálvstøðugt starv á einum vinnuøki í stórari menning. Leiðarin skal arbeiða strategiskt og ítøkiliga: Leiðarin skal í stóran mun leggja ætlanir fram í tíð og sleppur at mynda starvið og framtíðar virkisleistin, men skal eisini leggja ítøkiligar ætlanir og menna og samskipa tiltøk, sum hava við ferðavinnu og upplivingar í økinum at gera.

Høvuðsuppgávurnar

Høvuðsuppgávan er at menna ferða- og upplivingarvinnuna í økinum burðadygt sosialt, umhvørvisliga og fíggjarliga, við tí endamáli, at sum mest liggur eftir í lokaløkinum. Í tí liggur eitt nú at taka stig til, kveikja og leggja lag á at menna nýggjar og verandi tænastur og upplivingar í økinum, og støðugt dagføra og nútíðargera hættir at samskifta og marknaðarføra.

Førleikakrøv

Vit leggja dent á, at umsøkjarar hava evnini at síggja menningarmøguleikar, og við jaligum, kveikjandi lyndi duga at leggja lag á arbeiðið at menna nýggjar tænastur og upplivingar, sum eru fremjandi fyri vinnuna og tey, sum búgva í økinum. Vit leggja eisini dent á, at umsøkjarar eru fyrikomandi og á hjálpsaman hátt megna at samstarva og samskifta við nógvar ymiskar málbólkar, eru málsøkin og miðvís í mun til marknað og at fáa sum mest burtur úr.

Umsøkjarar skulu hava viðkomandi útbúgving innan ferðavinnu, tænastuvinnu, marknaðarføring ella líknandi. Tað er ein fyrimunur at hava royndir at arbeiða við ferðavinnu í Føroyum og uttanlands, og ein treyt at duga væl at málbera seg skrivliga og munnliga á føroyskum, norðurlendskum og enskum. Kunnleiki til teld og sosialar miðlar eru eisini viðkomandi førleikar.

Í starvs- og persónsprofilinum her stendur meira um starvið og førleikakrøv.

Arbeiðsumstøður og løn

Starvið er fulla tíð og verður skipað við støði í samstarvssáttmála millum Vága og Sørvágs kommunur.

Starvsstaðurin er á kommunuskrivstovuni í eini av kommununum.

Lønin er eftir sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og Kommunala arbeiðsgevarafelagið/ Fíggjarmálaráðið.

Starvið verður sett skjótast gjørligt, men kommunurnar bíða fegin eftir rætta umsøkjarinum.

Umsókn

Umsóknir til starvið við prógvum og lívrensl skulu vera kommununum í hendi í seinasta lagi mánadagin 17.04.2023 á middegi, kl. 12:00.

Umsóknir skulu sendast til: Vága kommunu, Hammershaimbsvegur 1, 360 Sandavágur ella sum teldupostur til: [email protected]

Viðmerk “Leiðari Visit Vágar” á umsóknina.

Samband og upplýsingar

Umsøkjarar, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið, kunnu seta seg í samband við Bjarna Prior, borgarstjóra í Vága kommunu tlf. 794 410, ella Eyð Ellingsgaard, borgarstjóra í Sørvágs kommunu tlf. 233 200.

Undir samrøðunum verður bert í avmarkaðan mun høvi at seta spurningar. Vit vísa tí eisini til heimasíðurnar www.visitvagar.fowww.vaga.fo og www.sorvag.fo, har nógvar viðkomandi upplýsingar eru.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder