Ókeypis tiltak

Vel Føroyar

Saman við Atlantic Airways bjóða vit til kveikjandi útisetakvøld, har tú fært viðkomandi kunning um alt, tú hevur tørv á at vita, tá tú velur Føroyar.

Eisini bjóða vit lekkrar brellbitar við føroyskum laksi frá Hiddenfjord, kaldar føroyskar øl, føroyskt vatn, leskiliga sjokulátu frá Gómagott og framførslu við ongum øðrum enn RSP.

Vinn

  • Flytipakka frá Smyril Line, virði 21.000 kr.
  • SVEIGGJ frá Atlantic Airways

Gávuposi til fyrstu 100 gestirnar

Fyrstu 100 gestirnir fáa ein gávuposa við heili 1 kg. royktum laksi frá Hiddenfjord 🤩

Pallborðsfundur

Serfrøðingar í tolli, barnsburðarfarloyvi, føroyskum størvum, barnaansing, bústøðum, bústaðarlánum o.s.fr. verða í panelinum. Møguleiki verður at seta serfrøðingunum dulnevndar spurningar.

Landsliðsvenjarin í hondbólti, Peter Bredsdorff-Larsen, fer at hugleiða um, hví hann valdi Føroyar, og hvussu tú setur eitt vinnaratoymi saman - bæði innan ítróttin og í øðrum toymum.

 



Luttakarar

  • ALSArbeiðsleys/ur í Føroyum
  • Taks - Tollur, skattur og barnsburðarfarloyvi

  • Tórshavnar Kommuna - Barnaansing, grundstykkir o.a. 

  • Íverksetarahúsið - Hjálp og góð ráð til íverksetarar

  • Føroya Banki - Bústaðarfígging

  • Skyn  - Føroyski bústaðarmarknaðurin

  • Fyrilestur
    Peter Bredsdorff-Larsen hugleðir um, hví hann valdi Føroyar, og hvussu tú setur eitt vinnaratoymi saman

  • Sofaprát
    við landsliðsleikararnar, Paula Jacobsen og Paula Mittún. Her verður eisini møguleiki at spyrja teir um eitthvørt.

  • RSP

     

Nær og hvar

Nær: 15. mai kl. 19
Hvar: Norðuratlantsbryggjan, Strandgade 91, 5. hædd

Biltrygd

Flyta til Føroya?

Fá eina fullfíggjaða flytivegleiðing frá okkum. Fylg hesi vegleiðingini, so ert tú longu væl á veg.

Flytivegleiðing til Føroya

Flytipakki - serprís á bingju

Smyril Line bjóðar tær, ið hevur valt Føroyar, eitt serligt flytitilboð við serprísi á flutning av innbúgvi frá tínum bústaði í Danmark og heim til Føroya.

Sí tilboð
Bústaðarlán Familja uttanfyri hús

Góð ráð, tá tú skalt keypa fyrstu ferð

Les meira um, hvat tú serliga skalt hugsa um.

Mand med laptop, der taler i mobil

Góð ráð, tá tú søkir fyrsta starvið í Føroyum

Les meira um, hvussu tú skrivar eina góða umsókn, og hvat tú skalt hugsa um ísv. fyrsta starvið.