Lýsing

Farloyvisstarv sum skrivstovufólk/bókhaldari

-

2022-01-20 20:30 Author image
-
placeholder


Søkt verður eftir skrivstovufólki at føra bókhald og røkja umsitingina hjá Sørvágs kommunu.

Farloyvisstarvið er sett til 39 tímar um vikuna í tíðarskeiðinum frá 1. apríl til og við 31. oktobur 2022.

Høvuðsuppgávurnar eru m.a.:

  • Bókhald

  • Fakturering

  • Samskifti við borgarar

  • Aðrar skrivstovuuppgávur

    Førleikakrøv

    Vit vænta okkum m.a. at umsøkjarin

  • hevur skrivstovuútbúgving við kunnleika til bókhald

  • er fyrikomandi og hevur góð samstarvsevni

  • kann arbeiða sjálvstøðugt

    Setanar- og lønartreytir

    Farloyvisstarvið er lønt sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsfelagið.

    Umsókn

    Umsókn skal sendast til [email protected] ella sum bræv til

    Sørvágs kommunu Varðagøta 8
    380 Sørvágur

    Umsóknin skal verða okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 15. februar 2022.
    Um tú ynskir nærri kunning um farloyvisstarvið kanst tú ringja til kommunuskrivstovuna á tel.

    363200 ella til Eyð Ellingsgaard, borgarstjóra á tel. 233200.

    Sørvágs kommuna tilskilar sær rættin til ikki at seta nakran av umsøkjarunum og, um neyðugt, at lýsa starvið leyst av nýggjum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder