Vit levera til alt Føroya land

Sjógæti hevur tveir
Fisk & Kips bilar, sum koyra runt ymsastaðni í landinum

Kom og royn okkara vælsmakkandi Fisk & Kips ella Fiskaburgara. Vit eru dagligt úti við okkara bilum runt um í landinum, har tú kanst royna okkara framúrskarandi mat.

Kisk & Kips bilarnir selja eisini dygdargóðar vørður úr sjónum, so sum kalvasalat, laks, hýsuflat, toskaflak og mangt, mangt annað á staðnum.

Sí koyriætlan við at trýsta á knøttin niðanfyri.

Fiskavørur frá Fiskabilinum

Sjógæti hevur ein Fiskabil, sum koyrir runt í landinum

Ynskir tú vøru úr okkara “Sjógæti Sølubúð”? 

Bílegg vørur frá sølubúðini við Norðskála, og heinta bíleggingina frá okkara “Sjógæti Fiskabili” kring landi, tá hann er í tínum nærmasta umhvørvi. 

Ring og bílegg tína fiskavøru frá okkum á tlf. 231607, ella á t-post sjogati@sjogati.fo

Sí koyriætlanina hjá fiskabilinum við at trýsta á knøttin niðanfyri.

Um okkum

Sjógæti hevur nógvar royndir innan fiskaarbeiði, felagið bleiv stovna í 2007 og er vaksi støðugt við árinum. Tey seinastu árini er virksemi vaksi so mikið nógv, at fyritøkan hevur flutt seg frá at vera ein lítil familju fyritøka, til eitt framkomið virkið við nógvum starvsfólkum. Í dag kenna flestu føroyingar handilsvørurnar frá Sjógæti. Á heysti 2018 fekk fyritøkan størstu avbjóðingina higartil. Tá fekk felagið játtað menningarkvotur frá Fiskimálaráðnum, og fekk tilluta bæði sild og makrel. Sjógæti hevur tætt samstarv við feløgini P/F Palli hjá Mariannu og P/F North Pelagic í samband við ymiskar verkætlanir. Nýggja virkið virkar baði sum landingarmiðstøð og víðari virkan av ymiskum føroyskum tilfeingið.

Vit eru Sjógæti

Finn okkum í Føroyum

Sjógæti við Norðskála

Norðskálavegur 41
460 Norðskála
Tel.:     (+298) 42 26 00
V-tal:   568805
T-post:
sjogati@sjogati.fo
T-post: bokhald@sjogati.fo

Fylg okkum

Sjógæti Sølubúðin

Sjógæti Fisk&Kips bilarnir

Sjógæti Fiskabilurin

Sjógæti á Instagram

© 2024 Sjógæti, all rights reserved

EN