Varaleiðari til Tekni- og verkætlanarstovuna
Varaleiðari til Tekni- og verkætlanarstovuna hjá MEST
Tað er nógv at gera hjá MEST, og tí søkja vit eftir tær, sum kann standa á odda fyri Tekni- og verkætlanarstovu okkara. Einum miðdepli, sum stingur út í kortið og samskipar uppgávur hjá fyritøkuni, og sum er álitið, tá ið tað kemur til prosjektering, tilboð, tekningar og verkætlanarleiðslu.
Sum varaleiðari á Tekni- og verkætlanarstovuni hevur tú tætt samskifti við onnur ábyrgdarfólk og aðrar deildir í fyritøkuni og við uttanhýsisveitarar og samstarvsfelagar.
Í starvinum fert tú at
· taka inn og deila út uppgávur,
· vera ein partur av sølustýringini,
· góðskutryggja uppgávur og tilboð,
· samskipa uppgávur millum deildir,
· hava høvuðsábyrgd av ávísum verkætlanum.
Á Tekni- og verkætlanarstovuni starvast í løtuni fimtan røsk og dugnalig fólk.
Tú hevur hóskandi útbúgving
Vit ímynda okkum verkfrøði ella samsvarandi útbúgving/royndir. Vit síggja eisini fyri okkum, at tú:
· kanst arbeiða skeivar tíðir,
· hevur lætt at arbeiða við teldu,
· dugir væl at tosa og skriva enskt,
· ert ágrýtin, samskiftandi og málsøkin.
Fyrimunur er at hava kunnleika um tøkniliga skjalfesting og at hava sjóvinnuroyndir, herundir í alivinnuni.
Setanartreytir
Starvið verður sett sum skjótast, og lønin verður sambært avtalu. Arbeiðsstaðurin er í Havn og kann stundum eisini vera í Runavík og á Skála.
Umsóknarfreistin er 02. mei 2024
Vilt tú vita meira um starvið, ring ella skriva til Sunvard Joensen, leiðara á Tekni- og verkætlanarstovuni, á telefon 791230 ella á sunvard.joensen@mest.fo
--
Vit eru MEST
Ein fyritøka á fimm hundrað hegnig fólk, sum hvønn morgun tørna til á føroyskum skipasmiðum og verkstøðum og í frálandavinnuni úti í heimi. Vit smíða og bøta um bátar og skip, tilevna tól úr klingandi stáli, skaffa nýtt fyri slitið og brotið og hiva og sleipa mangt less upp á pláss.
Vit eru í Havn, Runavík og á Skála, og hevur tú hug og hendur, kanst tú koma við.