Eykaaðalfundur 14. juni kl 17.30

mai 31, 2023

Hervið verður kunnað um, at MEGD skipar fyri eykaaðalfundi mikudagin 14. juni kl. 17.30 í hølunum hjá MEGD á Íslandsvegi 10c

Endamálið við fundinum er at umrøða nýggju játtanin á kr. 300.000 á fíggjarlógini 2023, sum er markað til at styrkja lima- og verkætlanargrunnin.

Skrá:

  1. Val av orðstýrara
  2. Kunning um nýggju játtanina á fíggjarlógini
  3. Býtið av nýggju játtanini
  4. Ymiskt

Uppskot frá limafeløgum til mál at leggja fyri eykaaðalfundin skulu verða starvsnevndini í hendi 1 viku áðrenn fundin t.v.s. í seinasta lagi mikudagin 7. juni 2023.

G.G. Heitt verður á limafeløgini um einans at senda inn uppskot, ið eru viðkomandi fyri endamálið við eykaaðalfundinum. Innkomin uppskot, ið fella uttanfyri endamálið, verða ikki viðgjørd á hesum fundinum.

Limir í limafeløgunum hjá MEGD kunnu møta á eykaaðalfundinum.

Vinarliga boða frá luttøku við at svara hesum teldupostinum á bardur@megd.fo ella við at ringja á tlf. 317373 týsdag-hósdag kl. 10-15 í seinasta lagi 12. juni 2023 kl. 12.

Seinastu tíðindi

Vælferð í einum óstøðugum heimi

mars 27, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024

Fosturtøka vegna brek er mismunur

februar 9, 2024