Til deildina fyri infrakervi søkir Landsverk eftir einum sterkum leiðara, sum saman við leiðslubólkinum skal lyfta føroysku samferðsluna inn í framtíðina.


Føroysk samferðsla skal alsamt nøkta tíðarinnar krøv og tørv. Tað skal vera lætt, trygt og ódýrt hjá øllum at sleppa ímillum, bæði innanoyggja og út í heim.

Uppgávan at røkja og menna hetta kjarnuøki liggur hjá deildini fyri infrakervi á Landsverki. Infrakervið er nógv ment seinastu sjeyti árini, men nýggir tankar mega til, samstundis sum gjørd verk skulu viðlíkahaldast, skulu tey ikki missa virði.

Deildarleiðarin á infrakervi myndar føroyska infrakervið og tað fakliga umhvørvi, sum av tí varðar. Ferðsla og ferðslutrygd eru at nevna. Íløgur skulu gerast, so at samfelagið fær sum mest burturúr, og stimbrast skal undir eina burðardygga samfelagsmenning.

Deildarleiðarin tryggjar í tøttum samstarvi við leiðslubólkin, at Landsverk røkkur strategiskt settum málum, og at virksemið støðugt verður flutt fram á leið.



Um deildina fyri infrakervi

Deildin fyri infrakervi stendur fremst í broddi at menna føroyska infrakervið. Ein natúrligur partur av arbeiðinum er at skapa og savna vitan, dátur og amboð burtur úr verandi og nýggjum granskingum. Starvsfólkið er fakliga sterkt og arbeiðir væl sínámillum um at fremja høvuðsendamálið.

Deildarleiðarin á infrakervi er ein humla í arbeiðinum og megnar og torir at seta síni fingramerki á framtíðina.

Leiðarin myndar deildina, sær til at verandi uppgávur verða avgreiddar stundisliga og gevur eisini framtíðini og nýggjum loysnum gætur. Her er serliga at nevna implementeringina av heimsmálunum hjá ST, føroyskar byggivegleiðingar og talgildar loysnir, ið savna vitan á einum og sama stað.

Gera kravfestingar og hava fakliga ábyrgd av verkætlanum

Projektera og leiða verkætlanir

Ferðslutrygdartiltøk

Granska størri verkætlanir

Planleggja framtíðarútbyggingar

Savna inn og viðgera ferðsluhagtøl og aðrar dátur

Viðgera myndugleikauppgávur sambært Landsvegalógini

Havnir, lendingar, vitar og siglingarleiðir

Skipa viðlíkahald av infrakervinum

“Á Landsverki eru nógv skilagóð starvsfólk við breiðari, fakligari vitan. Tí fært tú altíð avbjóðingar og hevur góðar møguleikar at halda vitanarstøðið við líka. Harafturat er Landsverk eitt arbeiðspláss, ið gevur sínum starvsfólkum møguleika til at flyta seg millum ymisk og sera breið fakøki.”


Jákup N. Olsen, deildin fyri Infrakervi

UM TEG

Tú er ein sjónligur og sterkur leiðari, sum sæst og kennist aftur í øllum stovninum, hjá samstarvsfeløgum og í vinnulívinum.

Tú ert útbúgvin verkfrøðingur á masterstigi ella samsvarandi og dugir títt fak. Tú sært skjótt upp og niður í torgreiddum málum. Tú hevur viðkomandi starvsroyndir og leiðsluroyndir.

Leiðarin býr í tær, og tú loftar nógvum og kompleksum bóltum í senn. Tú kveikir og heldur kós. Tað liggur ræði fyri hjá tær at samarbeiða við starvsfelagar og onnur, bæði fakliga og menniskjaliga.

Tú vilt byggja land, ert fakliga forvitin og strembar eftir ávirkan. Tú hevur lyndið við tær, skapar góðan stemning, har tú ert, og tú sært og brýnir burtur avbjóðingar í góðari tíð. Tær dámar væl at spæla viðleikarar hjá tær góðar og fært teir við tær. Tú samskiftir væl og sæst og kennist aftur í stovninum, millum samstarvsfelagar og í vinnulívinum.


Setanarviðurskifti

Tú fært eitt fast fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir eru eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag, ið hevur samráðingarrætt fyri starvið. Setanarøkið er Landsverk, og tænastustaðurin í løtuni er skrivstovan á Tinghúsvegnum í Havn. Broytingar og umskipanir í starvinum eiga at verða toldar.


Umsókn

Umsóknarfreistin er 8. november 2021.

Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing skal sendast umvegis heimasíðu okkara www.landsverk.fo/storv

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Sigurd L. Lamhauge, stjóra á telefon 290 801 ella á sila@lv.fo

00
dagar
00
Tímar
00
minuttir

Landsverk byggir land

Landsverk er stovnur undir Fíggjarmálaráðnum, ið hevur um hendi vega-, havna- og byggiharrauppgávur. Í løtuni verður serliga arbeitt við at skipa ein effektivari bygnað og ala fram ein hugburð og atburð, sum ger Landsverk til ein sterkari og meiri skikkaðan byggiharra og umsitara av landsins ognum og okkara felags samferðslukervi.

 

Játtanin til rakstur og íløgur í 2021 er 515,7 mió., og á stovninum starvast í løtuni uml. 150 ársverk.

Fylg okkum


Vit nýta farspor (cookies) á heimasíðuni fyri at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu.