_

_

Barcelona

SØLAN ER BYRJAÐ!
Í 2024 flúgva vit beinleiðis til Barcelona hvønn hósdag frá 20. juni - 29. august. 

Spanski stórbýurin var fyrsta SÓL-ferðamálið hjá Atlantic Airways. Byrjað varð at flúgva beinleiðis til Barcelona í 2012, og síðani hava túsundtals føroyingar ferðast til heitu strendurnar í og rundanum Barcelona.

Kundi tú hugsað tær eina stórbýarferð, er Barcelona eitt trygt val, tí har finnur tú alt, tær tørvar. Merk stórbýardámin á La Rambla, far ein gongutúr gjøgnum krókutu, hugnaligu gøturnar í gamla býarpartinum, sóla tær í Barceloneta, vitja Park Gϋell hjá Gaudi, síggj heimavøllin hjá Barcelona FC, Camp Nou og et á onkrum av teimum mongu, góðu og øðrvísi tapas-matstovunum.

Tað er ikki langt frá Barcelona til fleiri vælumtókt frítíðarstøð, ið liggja uttanfyri býin, og tey bjóða alt, tú hevur tørv á eini sólferð.

Hevur tú fyrispurningar um pakkatúrar ella tilboð til Barcelona?

Ring 34 10 00 ella send ein teldupost til [email protected]

Vit eru til reiðar at hjálpa tær!

Fakta um Barcelona

Íbúgvatal 1.600.000
Mál Spanskt
Gjaldoyra EUR