Alt
 
 
í tíni kurv
Samlað ordra upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Goymsla Prísur v/MVG

Starvsfólk til Gólvdeildina hjá Bygma Balslev

Gólvdeildin hjá Bygma Balslev hevur helst føroya besta og størsta úrval av gólvi, kom og verð partur av okkara dugnaliga toymi av sølufólkum. 

Tú kemur at avgreiða kundar, bíleggja vørur, halda handilin ruddiligan umframt aðrar fyrifallandi uppgávur. Tú kemur at starvast í einari fyritøku við stórum vøruútvali og í eini deild sum er í vøkstri.

 

Vit bjóða tær:
- eitt starv, har tú hevur ábyrgd av egnum serøki
- eitt livandi arbeiðspláss, har hýrurin er góður, við góðum starvsfelagum
- at gerast partur av menningini í Gólvdeildini
- fakliga menning
- løn sambært avtalu

 

Vit vænta av tær:

- at tú ert vinalig/ur og dámar væl at hava við fólk at gera
- at tú ert arbeiðssom/samur
- at tú ert ruddilig/ur
- at tú hevur góð samstarvsevni

  

Royndir innan øki er ein fyrimunur, tó ikki nøkur treyt

Løn sambært avtalu

 

 

Send tína umsókn til balslev@balslev.fo (viðmerk Starv í Gólvdeildini) ella kom framvið við umsóknini. Umsóknin skal verða okkum í hendi  í seinasta lagi 31. mars 2023. Starvið verður tó sett skjótast gjørligt.

Um tú hevur spurningar til starvið, kanst tú seta teg í samband við Sólbjørn Thomsen, deildarleiðara á 239942.