Kunning
20-05-2022

SPEKT søkir KT-grannskoðara

SPEKT bjóðar starv og møguleika fyri útbúgving innan KT

Hevur tú áhuga fyri KT og KT-trygd? Kundi tú hugsað tær at lisið KT-verkfrøði, samstundis sum tú ert í starvi? Sum starvsfólk hjá SPEKT fært tú arbeiðsroyndir og møguleika at fáa eina hægri tøkniliga útbúgving.

Arbeiðið
Tú verður partur av einum dugnaligum, ágrýtnum og væl útbúnum starvsfólkatoymi. Dagliga arbeiðið verður saman við KT-grannskoðara okkara, har tit fara at gera greiningar og metingar av KT-trygdarviðurskiftum hjá viðskiftafyritøkum okkara og veita ráðgeving innan KT og KT-trygd. Starvsstaðurin verður á skrivstovuni hjá SPEKT í Havn.

Útbúgvingin
Samstundis sum tú arbeiðir, byrjar tú upp á hægri lesnað innan KT-verkfrøði á Setrinum. Lesnaðurin og arbeiðið verða lagað hvørt eftir øðrum, soleiðis at tú fært bachelor-prógv eftir fýra ella fimm árum.

Um teg
Vit vænta, at tú hevur áhuga og skil fyri KT, og ert sinnað/-ur at fara undir at lesa KT-verkfrøði. Kanska ert tú longu byrjað/-ur. Harumframt vænta vit, at tú dugir væl at orða teg skrivliga, at tú ert fyrikomandi og hevur lætt við at samstarva.

Starvstíðin byrjar skjótast gjørligt.

Umsóknin
Umsókn við upplýsingum um miðnámsskúlaprógv (ella seinasta støðumet) og møguligum arbeiðs­royndum skal sendast okkum skjótast til ber og í seinasta lagi 7. juni 2022.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Mirjam Haraldsen á telefon 343470/233470 ella við at skriva teldupost til mh@spekt.fo.

Allir fyrispurningar og umsóknir verða viðgjørd í trúnaði.