Onki úrslit
Undanfarna síða
Search by
Næsta síða

Hvat er 5G?

5G er fimta ættarliðið av farnetinum. Nýggja farnetið er munandi skjótari og kemur at spæla ein sera stóran leiklut í samfelagsmenningini komandi árini.

Við skjótu ferðini og stuttu svartíðini koma vit í fyrstu atløgu merkja, at tað verður lættari at stroyma, spæla spøl og taka tilfar niður av netinum.

5G kemur tó verðuliga til sín rætt, um vit hyggja nøkur ár fram í tíðina, har enn fleiri tól og tænastur flyta á netið.

Fyrimunir við 5G

Hví havi eg ikki 5G á mínari telefon?

Flestu telefonir koma sjálvvirkandi á 5G.
Sum oftast er einans neyðugt at seta telefonina á ‘Flightmode’ og sløkkja fyri tí aftur.

Sí vegleiðing niðanfyri á síðuni.

Er tín telefon 5G klár?

Hevur tú eina nýggjari telefon, so kann hon allarhelst knýtast í 5G farnetið.

  • iPhone 12 og nýggjari
  • Samsung S23, Flip, Fold og nýggjari

Gev gætur: Samsung S22 og eldri útgávur koma á 5G netið 3. mai.

Sí allar telefonirnar her

Apple

iPhone 15, Plus, Pro & Pro Max
iPhone 14, Mini, Pro & Pro Max
iPhone 13, Mini, Pro & Pro Max
iPhone 12, Mini, Pro & Pro Max

Samsung

Galaxy S23 5G, S23+ 5G og Ultra 5G
Galaxy Flip 5
Galaxy Fold 5

Google

Pixel 8 Pro
Pixel 8
F10 Fold
Pixel 7 Pro
Pixel 7
Pixel 6a
Pixel 6
Pixel 6 Pro

One Plus

10 Pro
9 Pro
Nord CE 5G
Nord 5G
8 Pro 5G
8 5G
Nord 2 5G

Xiaomi

Mi 13 Pro 5G
Mi 12 5G
Mi 12T Pro 5G
Mi 12 Lite
Redmi Note 11 Pro 5G
Redmi Note 11 5G
Redmi Note 10 5G
Note 10 5G
Mi 11 Lite 5G NE
Mi 10 5G
Mi 10 T Pro 5G
Mix 3 5G
Mi 11 Lite 5G
Mi 11 5G

Onnur merkir

Honor:
Magic 4 Pro og Lite
70 5G
X8 5G
70 Lite 5G
90 Lite 5G
90 5G
Magic 5 Lite, Pro og Vs

Huawei:
Mate 40 Pro 5G
P40 5G, Lite 5G og Pro 5G
Mate 20 X 5G

Motorola:
G82 5G
Razr 40 og Ultra
Edge 40

Oppo:
Find X3 Pro og Neo
A74s

Nokia:
X10 5G

Uppsetan av 5G á iPhone

Tær flestu telefonirnar koma sjálvvirkandi á 5G farnetið. Um tú hevur trupulleikar við iPhone, ella øðrum veitarum, so eru vegleiðingarnar líkandi hesari niðanfyri. Sum oftast er einans neyðugt at seta telefonina á ‘Flightmode’ og sløkkja fyri tí aftur.

1. Far inn á Instillinger

2. Indstillinger til data

3. Vel “Tale & data” (Voice & Data) 

4. Set flugubein við 5G auto

Alt tað nýggja frá Nema

Ofta spurdir spurningar

Hvat fevnir samstarvið um?

Samstarvið fevnir um sendistøðirnar,sum verða kallaðar RAN-netið. Samstarvið fevnir ikki um kjarnutøknina í farnetinum. Sostatt fara veitararnir at bjóða sama dekning, meðan teir framvegis fara at kappast um hald, produktir og tænastur.
Avtalan er galdandi í níggju ár við møguleika fyri at leingja.

Nær kemur Nema á nýggja RAN-netið?

Kjarnutøknin hjá Nema verður knýtt at nýggja RAN-netinum, tá ið farnetið, sum FT Samskifti letur byggja saman við Ericsson, eftir ætlan stendur liðugt í fyrsta ársfjórðingi 2023. Við nýggja farnetinum fara veitararnir samstundis at bjóða 5G-tænastur, tá ið kjarnutøknin hjá báðum veitarunum er knýtt at RAN-netinum.

Verður munur á veitarunum?

Kundar fáa sama dekning, somu ferð og sama kapasitet, sama hvønn veitara teir hava, men veitararnir hava hvør sína kjarnutøkni. Kjarnutøknin stýrir haldum, produktum og tænastum, og sostatt fara veitararnir at kappast um at bjóða bestu haldini, bestu produktini og bestu tænasturnar.

Hvussu er dekningurin?

RAN-netið skal dekka alt bygt øki og almennar farleiðir, umframt meginpartin av óbygdum øki og áleið 70 fjórðingar til havs. Komandi árini verður RAN-netið útbygt til at dekka allar Føroyar.

Hvussu er innanduradekningurin?

Har innanduraloysnir eru settar upp, fáa kundar innanduradekning, sama hvønn veitara teir hava. Vilja kundar hava betri innanduradekning, í eitt nú skrivstovuhølum ella framleiðsluhølum, skulu teir seta seg í samband við sín veitara. Hetta er ikki galdandi fyri privat farnet, sum kundar keypa frá sínum veitara til avmarkaða nýtslu.

Hvørjar tøkni fevnir avtalan um?

Avtalan gevur báðum pørtum somu atgongd til fylgjandi tøknir á RAN-netinum: 2G, 3G, 4G og 5G.
IoT-tøknirnar, NB-IoT og Cat M1-IoT, sum eru í nýggja RAN-netinum, eru av Nema ikki tilvaldar í løtuni, men kunnu íverksetast.

Hvussu boða kundar frá feilum?

Uppliva kundar órógv ella brek á farnetinum, skulu teir, eins og áður, venda sær til egnan veitara. Um veitarin staðfestir, at møguligt brek er á RAN-netinum, sendir veitarin fráboðan til RAN-deildina, sum hevur ábyrgd av rakstri og viðlíkahaldi.

Hvussu kunnu tveir veitarar brúka sama RAN-net?

Tøkniliga loysnin er sett upp eftir altjóða MOCN-standardinum, sum er mentur av 3GPP. MOCN er stytting fyri “Multi Operator Core Networks” og merkir tøkniliga, at veitararnir brúka sama RAN-net og somu frekvensir, men hava hvør sína kjarnutøkni til hald, produktir og tænastur.

Hvør eigur nýggja RAN-netið?

FT Samskifti eigur RAN-netið.

Hvør rekur RAN-netið?

Sum umboð fyri báðar veitararnar verður ein óheft RAN-deild sett á stovn hjá FT Samskifti. Deildin fær ábyrgd av rakstri og framhaldandi menning av RAN-netinum.

Hvussu virkar samstarvsnevndin?

Endamálið við samstarvsnevndini er at stuðla og tryggja gott samstarv. Við støði í tilmælum frá RAN-deildini er tað samstarvsnevndin, ið leggur tilmælir um fíggjar- og íløguætlan fram fyri nevndini í FT Samskifti.
Samstarvsnevndin er mannað av tveimum umboðum frá FT Samskifti og tveimum umboðum frá Nema.

Hvussu nógv kostar atgongdin til RAN-netið?

Frammanundan avtaluni høvdu báðir veitarar fyri framman at gera íløgur í nýtt farnet við 5G. Við at samstarva um eitt RAN-net bera veitararnir hvør sín part av íløgu og rakstri av RAN-netinum. Nema rindar leypandi gjald, sum er kostnaðarbaserað og uppgjørt eftir ymiskum býtislyklum. Býtislyklarnir taka millum annað atlit til avtalutíðarskeiðið, íløgukostnaðin, rakstarkostnaðin og nýtsluna á RAN-netinum. Soleiðis eru báðir veitarar við til at bera sín lut av íløguni og rakstrinum av RAN-netinum.

Kunnu aðrir veitarar koma á netið?

Nýggir veitarar, sum vilja bjóða seg fram á fjarskiftismarknaðinum, kunnu eins væl og áður samráðast við FT Samskifti ella Nema um at fáa atgongd til fjarskiftiskervið ella tænastur. Tílíkarsamráðingar fara fram eftir samráðingarregluni í Fjarskiftislógini, sum ásetir, at veitarar av alment atkomuligum fjarskiftiskervum ella -tænastum hava rætt og skyldu til innanhýsis at samráðast um sambindingaravtalur.