top of page
Bólkavitjanir

Fyritøkur, stovnar, arbeiðspláss, felagsskapir og bólkar við ymsum endamálum eru vælkomin at vitja okkum.

​

Hjá okkum finna tit tænastustøðið, nærlagnið og veitingartrygdina, sum Sólorka er gitin fyri. Vit hava eisini innihaldið og aktivitetirnar, sum gera vitjan tykkara til eina ógloymandi uppliving.

​

Sum bólkur eru tit sjálvandi vælkomin at njóta sólorkuseturnar og aðrar vitjanir, sum eisini eru ætlaðar einstaklingum – sí HER.

Á hesi síðuni finna tit harafturat nakrar tænastur, sum burturav eru ætlaðar bólkum.

 

Sum vertur tykkara skipa vit fyri øllum, so tit kunnu hugsavna tykkum um tað, sum tit brenna fyri. Í samráð við tykkum skipa vit vitjan tykkara, so tit fáa júst tær avbjóðingarnar og ta javnvágina millum gaman og álvara, sum tit ynskja tykkum.

 

Samband: solorka@solorka.com – tlf. 221090

Picture10.png
Picture12.png
Picture13.png
Picture14.png
Picture11.png
Picture14.png
KVADRAT 0.png
WEBSITE LOGO.png
bottom of page