Varðveit útsýnið við glasi

Vit veita glasveggir og glasgirðingar til bæði innan- og uttandura. Við glasterassu varðveitir tú frálíka útsýnið, tá terassan skal vera eitt framhald av stovuni.

Skelti og skíggjar sum síggjast

Effostøðirnar kring landið hava síðani tær skiftu navn havt kláru, lýsandi skeltini á bygningunum, sum eru sjónlig um dagin og náttina.

Fyrr í heyst veittu vit teimum eisini nýggjar skíggjar, ið gera tað lætt og skjótt hjá kundanum sjálvir at broyta innihaldið og halda tað við líka.

Avrik

Girðingar til inni og úti

 

Vit veita girðingar úr bæði glasi og stáli. Girðingarnar eru úr haldgóðum tilfari og tíðarleysum sniði.