Byggileiðari til FORMO

Page 1

BYGGILEIÐARI TIL FORMO

KREA

Vit sóknast eftir einum nýggjum starvsfelaga til FORMO, at røkja uppgávur innan byggileiðslu. Nýggi byggileiðarin skal hava útbúgving sum byggifrøðingur, verkfrøðingur, ella hava aðra viðkomandi tekniska útbúgving. Sum starvsfelagi hjá FORMO, verður tú partur av einari fyritøku í skjótari menning, har tú fært møguleika sjálv/ur og saman við øðrum at menna títt arbeiðspláss, og har arbeiðsumstøður og arbeiðsumhvørvi verða sett í hásæti. Tað eru í dag 9 starvsfólk, sum hava sítt dagliga yrki hjá FORMO.

V I T S Ó K N A S T E F T I R E I N U M N ÝG G J U M S TA R V S F E L A G A

Arbeiðsøkið hjá FORMO er fjølbroytt, og fevnir m.a. um: – Sniðgeving – Prosjektering av bygningum – Prosjektering av vega- og anleggsverkætlanum – Prosjektleiðslu – Byggileiðslu – Fakeftirlit – Uppmáting- og avseting við GPS útgerð. FØRLEIKAR HJÁ BYGGILEIÐARANUM Vit rokna við, at tú ert opin og fyrikomandi, at tú hevur góð samstarvsevni og ert hugað/ur at arbeiða sjálvstøðugt sum byggileiðari, í tøttum samstarvi við leiðsluna. Ynskiligt er, at umsøkjarin hevur hollar royndir innan byggileiðslu við lendis- og bygningsarbeiðum, og at umsøkjarin er væl fyri at samskifta á føroyskum í skrift og talu.

Amboðini, ið verða brúkt í sambandi við leiðsluarbeiðið, eru í høvuðsheitum Word, Excel, MS Projekt o.s.fr., meðan prosjekteringin av bygningum verður framd við forritinum Revit og Autocad. Anleggsarbeiðir vera prosjekterað við AutoCad og Civil 3D. Nógvar spennandi verkætlanir liggja fyri framman. Tí ynskja vit, at umsøkjararnir kunnu byrja skjótast gjørligt. Vit bíða tó fegIn eftir okkara nýggju starvsfelagum.

UMSÓKN OG FREIST Umsókn við avriti av prógvi, lívsgongdarlýsing (CV) og møguligum viðmælum skal sendast til info@formo.fo í seinasta lagi 12. des. 2019. Nærri fæst at vit um starvið, við at venda sær til Magna Thomsen, á telefon 78 28 29, ella á t-post: magni@formo.fo. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

SETANARVIÐURSKIFTI Løn og setanartreytir annars verða eftir nærri avtalu.

FORMO P/F / Bakkavegur 8 / FO-625 Glyvrar / Telefon +298 78 28 28 / mail: info@formo.fo / web: formo.fo


Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.